eftir samráðingarnar var vónleyst at fáa fatur á leikarunum, og tá hetta endilig eydnaðist, varð mest sum alt fyri eitt brotið av, tí einki battarí var eftir á telefonini. Seinni um kvøldið vóru hesi tó lødd [...] upprunaliga var á borðinum. Bæði viðvíkjandi vanligu treytunum og sokallaðu bonus-upphæddunum. Sjálvur hevur Todi ikki so nógvan hug at gera viðmerkingar til, akkurát hvørji tøl stóðu á pappírinum, men [...] leikari er á veg úr felagnum, so verður hesin ikki nýttur, og tað kann ikki roknast við, at Todi Jónsson verður nakað undantak í so máta. - Bæði eg, leiðslan og venjarin hava áhugamál, sum røkka longur enn seks
vegjaðaran. Lukkutíð hendi óhappið ikki longur uppi, tað vil siga á Hovsegg, tí so hevði óivað talan verið um sera álvarsligt óhapp. Eisini var betur, tá nú óhapp var á ferð, at bilurin koppaði niðan av vegnum [...] undan, tá lastbilurin helt av fyri mótgangandi ferðslu, og lastbilurin koppaði niðan av vegnum. Bilurin var lastaður við gróti. Hóast royndan bilførara, so hendi óhappið, og kønir á staðnum siga, at vegurin [...] vegnum, tá vegurin fór undan tunga lastbilinum. Seinnapartin mánadagin kom gravkúgv á staðið og tók grótið frá bilinum, sum síðani var tikin upp. Eingin mansskaði hendi, tá lastbilurin koppaði niðanav vegnum
tríggjar tímar hevði løgtingið viðgjørt uppskot um misálit á landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Hann ætlaði ongantíð at leggja frá sær, men nógv stóð á, og tað gjørdist honum ov nógv, tá tað nærkaðist markinum [...] misálit á Jørgin Niclasen fyri tingið. Saman við henni hevði Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, skrivað undir misálitisuppskotið. Tey bóðu løgtingið samtykkja, at »Løgtingið ikki longur hevur [...] hevur álit á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni«. Lisbeth L. Petersen vísti á, at ein kanningarstjóri hevur sagt, at alt er ikki farið fram eftir galdandi reglum, og at andstøðuflokkarnir hava kent tað sum sína
so eisini eftir 68:30 minuttir, loksins skoraði upp á brotskast, mundi eisini lyfta huglagið á leikarunum nakað. Hesa ferð varð Áki G. Olsen sendur á vøllin, tá Áki Olsen varð togaður í gjøgnumbrotsroynd [...] góða byrjan upp á dystin móti Belgia, sum saman við føroyingum varð mett sum veikasta liðið í okkara undankappingarbólki. Alt fyri eitt var greitt, at belgiska spælið so langt ífrá var á hædd við tað, sum [...] Dahl Olesen, sum annars vildi verið náttúrligur avloysari á plássinum, ikki tóktist hava sín besta dag, kom av álvara stígur í. Føroyska liðið helt tó fast eina løtu, og við støðuni 10-8 vóru allir møguleikar
Jacobsen, endaði sum ein frágreiðing upp á 31 síður frá umboðsmanninum, har svar omaná aftursvar endaði úti á einum síðuspori, ið til endans snúði seg um, at Óli Jacobsen helt uppá, at Fiskimannafelagið tilvitað [...] fyri hetta«. Aðrar avleiðingar fær málið ikki, tí útvarpsmaðurin er farin úr føstum starvi á ÚF. Umboðsmaðurin helt hinvegin onki grundarlag vera fyri sjónarmiðinum, at Fiskimannafelagið skal hava verið útihýst [...] FF-blaðið at verða nevnt á jøvnum føti við hini bløðini. Hvussu er og ikki. Úrslitið av hesum at síggja til lítla máli er, at nú verður onki blað lisið upp í morgunsendingini longur.
meðan hann førkar fingrarnar upp á pannuna, og eitt sindur niður á lærið. Høgri armur er als ikki til at flyta, tí herðablaðið er brotið. Førarin á bilinum, sum rendi á Olaf, var ein ungur maður. Olaf hevur [...] 200 km/t, rendi á Olaf, og hann varð liggjandi á bilinum einar 150 metrar áðrenn hann datt av aftur. ? Eg havi helst eisini verið inni í bilinum. Róðrið var báknað, og eisini vóru buglur á takinum. Olaf [...] hjálmurin fór sendandi upp og endaði í krananum á lastbilinum, har hann skoraði seg fastan. ? Dagin fyri hevði eg brúkt einar arbeiðsskógvar, sum komu longur upp á leggin. Men eftirsum eg sveittaði so illa,
serliga um kvøldið og náttina. Gunnleyg gevur Fríðunn klokkan ellivu á kvøldi, og Kjartan á midnátt, síðani fer hon upp klokkan trý á nátt, tá fáa bæði, og so Kjartan aftur klokkan seks og Fríðunn klokkan [...] og gapaði og spurdi, hvussu gentan hevði livað. Gunnleyg greiðir frá, at læknin teknaði livrina á búkin á gentuni fyri at vísa, hvussu stór hon var. Hann teknaði hana allan vegin tvørtur um flagbróstið [...] so onkrastaðni kemur styrkin frá. Og so royni eg at minna meg sjálva á, at okkara børn sita ikki í koyristóli, og tey virka væl upp á allar mátar. Um eg skal taka dagar ímillum tey, so hevur Fríðunn sa
hevði Kyndil longu undan hesum vunnið tvær reisur á VÍF í kappingarárinum. Vunnu seg íaftur Fyrstu løtuna av dystinum sunnudagin var eisini nógv, sum bendi á, at Kyndil aftur ætlaði at arga VÍF. Nærum fimm [...] eisini skjótt fyri seg. Eftir at Kyndil hevði verið á odda 2-0 fyrstu løtuna, broyttist máltalvan so líðandi, til tað brádliga stóð 8-3. Og VÍF helt áfram við ágangandi spælinum. Leikrarnir dugdu fyrst [...] broytt, tá liðini byrjaðu aftur. Gott nokk var Kyndil á odda tvær reisur fyrstu minuttirnar, men so gekk galið. Vestmannakvinnurnar fingu aftur glið á væl kenda kontraspælið, og hesaferð spældi ikki so væl
í 40 ár - tá vóru eyguni farin at bila, so tað bar ikki so væl til longur. At koma til Guðs orð lá ógvuliga frammarlaga hjá tær, og á møtum hevði tú altíð ein góðan vitnisburð at leggja fram, onkuntíð [...] fylgjast kann við her á jørð, tí havi eg vón og gott treysti, tá flytast skal yvir um fjørð. Hóast heilsuveikur so stóran part av lívinum, náddi tú ein høgan aldur, og tað, sum helt tær uppi, var tín grundfasta [...] Minnini liva eftir hjá teimum, ið hava mist Tað kom ikki so óvart á, nú lívstráður tín slitnaði. Vit undraðust mangan , at tú hóraði undan, tí heilsuveikur vart tú frá ungum av, hevði ring lungu og mátti
Avgerðin varð tikin á tingfundinum, eftir at hann hevði staðfest, at meiriluti fór at vera fyri misálitisuppskotinum hjá andstøðuni. ?Tað var eitt øgiligt trýst, sum lá á mær, meðan eg var á røðarapallinum [...] tá hann kom á tingfundin hendan dagin. Allar frágreiðingar, sum komnar vóru, søgdu, at hann einki juridiskt skeivt hevði gjørt, vísir Jørgen Niclasen á. Men tá tjóðveldisfólk so tóku orðið á tingfundinum [...] sigur Jørgen Niclasen. ?Kenslurnar vóru við at taka yvir, longu meðan eg stóð á talarapallinum. Eg royndi at berjast í móti og helt meg eisini klára tað nøkunlunda, sigur hann. Tá hann so hevði boðað frá avgerðini