Eitt korter var nóg mikið

Í eitt lítið korter sýndi VÍF, hví liðið verður roknað sum ein av gullfavorittunum, og tað var nóg mikið til at basa einum Kyndils-liðið, sum ikki tóktist hava neyðuga treystið

Kvinnuhondbóltur

Eftir eina heldur skrumbluta viku, var tað nú ramasta álvara hjá VÍF, um tær framvegis skuldu gera sær vónir um at vera partur av gullstríðnum. Ein javnleikur á Skála og tap í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini mundi í øllum førum ikki vera tað, sum guli herurin hevði ætlað sær at fingið burtur úr vikuni.
Hetta hevði eisini av nýggjum sátt nakað av iva um, hvørt VÍF kundi megnað setningin um at verja gullmerkini frá í fjør. Ikki minst var tað hesin spurningurin, sum nú skuldi svarast móti einum Kyndils-liðið, sum seinastu mánaðirnar hevur havt eina støðugt hækkandi form-kurvu. Og ikki minst, so hevði Kyndil longu undan hesum vunnið tvær reisur á VÍF í kappingarárinum.

Vunnu seg íaftur
Fyrstu løtuna av dystinum sunnudagin var eisini nógv, sum bendi á, at Kyndil aftur ætlaði at arga VÍF. Nærum fimm minuttir gingu, áðrenn VÍF yvir høvur slapp framat í málskjótingini, men so gekk tað eisini skjótt fyri seg. Eftir at Kyndil hevði verið á odda 2-0 fyrstu løtuna, broyttist máltalvan so líðandi, til tað brádliga stóð 8-3.
Og VÍF helt áfram við ágangandi spælinum. Leikrarnir dugdu fyrst og fremst at vera tolnar í verjuspælinum. Sjálvandi alla tíðina ágangandi, men samstundis so, at bíðað varð eftir mistøkunum, sum so kundu revsast. Og var tað ikki fyri eina sera væl leikandi Fríðu Petersen í Kyndils-málinum, so kundi revsingin væl verið eitt svíðandi stórtap.
Mongu bjargingarnar hjá bóru tó tvey úrslit við sær. Annað var, at vestmannagenturnar gjørdust alt meira altráðar eftir at skora, nú møguleikarnir komu so lætt. Og hitt var sjálvandi, at væntandi VÍF málini góvu Kyndil høvi til at koma inn aftur í dystin.
Og hesum tóku tær eisini av. Eitt mál fyri og annað eftir fór sendandi inn um Manuelu Stan, soleiðis at Kyndil við at vinna seinastu 10 minuttirnar 7-1 vann seg uppaftur á javnleik, áðrenn farið varð til steðgin.

Gylt korter
Tað er altíð ymiskt, hvussu steðgurin gagnast ymsu liðunum. Fyri Kyndil hevði ivaleyst verið betri, um eingin steðgtur var í Vestmanna, tí har var alt broytt, tá liðini byrjaðu aftur.
Gott nokk var Kyndil á odda tvær reisur fyrstu minuttirnar, men so gekk galið. Vestmannakvinnurnar fingu aftur glið á væl kenda kontraspælið, og hesaferð spældi ikki so væl av hjá gestunum, sum tað hevði gjørt í fyrra.
Eina ferð fyri og aðru ferð eftir buldraðu VÍF mótálopini oman móti Kyndils málinum, og tá Fríða nú heldur ikki megnaði at standa ímóti, var tað sum um Kyndil púrasta gav skarvin yvir. Seinasti neistin til at venda dystinum var snøgt sagt ikki til staðar, og tó at VÍF sum frá leið setti ferðina nakað niður, so megnaði Kyndil ongan tíð at svara aftur. Gylta korterið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var var snøgt sagt nóg hjá VÍF, sum við hesum hildu fast um sessin í oddinum, har tær framvegis eru ájavnar VB.

Viljin avgerandi
Stóri spurningurin er so sjálvsagt, hvørt VÍF megnar at hanga fast í oddinum, og fyri tað mesta hava tær svarið til hetta sjálvar. Tá lagið er hitt rætta, er tað neyvan nakað lið í landinum, sum stendur teimum kurl, og eitt nú var hetta sjónligt, tá tær so dyggiliga góvu VB durðafjórðingin í seinasta dystinum í grundspælinum.
Hinvegin hevur liðið eisini havt fleiri svartar dagar í ár. Svartir dagar, sum so avgjørt ikki hava verið eyðkennið hjá liðnum seinnu árini. Og nógv veldst um, hvussu nógvir hesir verða í tali. Og ikki minst, so veldst eisini um, hvussu lagið á leikarunum er, tá mótstøðuliðið eitur VB. Tað ger tað í øllum førum tvær ferðir afturat hetta kappingarárið. Fyrstu ferð um eina viku, tá VB kemur til Vestmanna.
Hjá Kyndli má staðfestingin eftir dystin vera, at nú eru tað fyrst og fremst bronsuheiðursmerkini, sum tað snýr seg um. Og her átti liðið at havt góð kort.
Í øllum førum man hópurin teljast millum teir avgjørt sterkastu og breiðastu í landinum, og tí tykist tað eina mest vera ein spurningur um, hvussu langt leikararnir sjálvar vilja røkka. Í Vestmanna tóktist viljin at vinna ikki vera nóg stórur, og tað er fyrst og fremst, sum tær skulu broyta, um tær vilja ota seg longur upp eftir talvuni.

Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 29-22 (11-11)
Málskjúttar:
VÍF: Nicoleta Radu 8, Soley Mikkelsen 7(2), Jacklin Durhuus 5, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Alis Høghamar 3, Manuela Stan 1
Kyndil: Lotte Sørensen 7(2), Iliana Manolescu 6(3), Annika Ljósstein 3, Jensia Petersen 3, Sonja Smiljic 1, Randi Wardum 1, Hildur Mikkelsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Kyndil 6
Útvísingar: VÍF 2, Kyndil 2
Dómarar: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.