Leikarasáttmáli
Tað er einki at ivast í, hvør leikarasátmáli hevur fingið mestu umrøðuna í føroysku miðlunum seinastu tíðina. Todi Jónsson og danska felag hansara FCK hava í eina tíð tosað aftur og fram um, hvørt sáttmálin hjá føroyska leikaranum skuldi leingjast.
Mánadagin varð so seinasti fundurin í málinum hildin, og úrslitið av hesum var, at Todi Jónsson ikki heldur fram í FCK. Fíggjarliga og viðvíkjandi longdini av sáttmálanum kundu partarnir ikki semjast, og tí noyðist føroyski álopsmaðurin nú at finna sær annað felag, um talan eisini skal vera um yrkisfótbólt framyvir.
Og at tað ikki bert er í Føroyum, at hetta hevði áhuga, mundi støðan mánadagin vera gott dømi um. Fyrstu nógvu tímarnar eftir samráðingarnar var vónleyst at fáa fatur á leikarunum, og tá hetta endilig eydnaðist, varð mest sum alt fyri eitt brotið av, tí einki battarí var eftir á telefonini. Seinni um kvøldið vóru hesi tó lødd, og tó at hann sjálvandi harmaðist støðuni, so tóktist hann ikki hava nakað ímóti at tosa við miðlarnar um hetta.
Lítil munur
Í donsku miðlunum hevur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, ført fram, at nýggja útstpælið hjá FCK var munandi betri enn tað, sum upprunaliga var á borðinum. Bæði viðvíkjandi vanligu treytunum og sokallaðu bonus-upphæddunum.
Sjálvur hevur Todi ikki so nógvan hug at gera viðmerkingar til, akkurát hvørji tøl stóðu á pappírinum, men hann sigur tó, at partarnir ikki stóðu so øgiliga langt frá hvørjum øðrum, nú samráðingarnar slitnaðu.
- Eg skal ikki siga, at munurin var so ógvuliga stórur. Men teir stóðu ógvuliga fast við tað, sum teir nú høvdu á borðinum, so eg kendi, at har var ikki so nógv at gera. Hartil tóktist tað eisini, sum um felagið einamest vildi hava meg sum gardering til álopsplássið, heldur enn sum
Víðari sigur Todi, at tað er rætt, at talan var um eina betran við bonus-upphæddunum, men hinvegin helt hann ikki, at talan var um nakra serliga betran í aðrar mátar:
- Hvat er ein betran. Er upphæddin hækkað við einari krónu, so er talan væl saktans eisini um eina betran, var einasta viðmerkingin, sum hann hevði um hetta.
Liðugur í FCK
At sáttmálasamráðingarnar endaðu úrslitaleysar hevur eftir øllum at døma við sær, at Todi Jónsson nú hevur leikt sín seinasta dyst fyri FCK. Hóast sáttmálin framvegis er galdandi fram til 30. juni, so hevur fortíðin víst, at tá ein leikari er á veg úr felagnum, so verður hesin ikki nýttur, og tað kann ikki roknast við, at Todi Jónsson verður nakað undantak í so máta.
- Bæði eg, leiðslan og venjarin hava áhugamál, sum røkka longur enn seks mánaðir fram í tíðina, og tað vita leikararnir av, hevur Niels Christian Holmstrøm millum annað sagt fyrr, og dømini um leikarar, sum hava mist plássið á liðnum, eftir at teir hava gjørt av at skifta felag, eru fleiri í FCK.
Um hetta sigur Todi, at tað er so nakað, sum hann má taka við.
- Fyri mín part kann eg siga, at so mundi tað ikki vera so galin endi, sum eg fekk í FCK, tá eg ímóti Silkeborg skeyt tvey mál, og varð kosin sum dagsins leikari av áskoðarunum.
Hetta var annars triði heimadysturin á rað, at Todi varð kosin sum dagsins maður, og einki er at ivast í, at tað eru nógvir av áskoðarunum, sum harmast um, at Todi ikki longur er í felagnum. Spurdur, hvørt hann roknar við, at áskoðararnir eisini fara at taka væl ímóti sær, um hann kemur aftur til Parkina í øðrum búna, sigur hann, at tað er hann ikki so vísur í.
- Tað er rætt, at havi verið væl umtóktur millum áskoðararnar, og sjálvur havi eg eisini verið fegin um hetta. Men tú skalt minnast til, at tað fyrst og fremst er FCK, sum teir halda við.
Óviss framtíð
Sum marknaðurin fyri leikaraskiftum er í løtuni, er tað kanska í mangar mátar hampulig vágið av Toda, soleiðis at siga nei takk til eitt útspæl frá størsta felagnum í Danmark. Áður hevur Todi sagt, at skal hann halda fram í Danmark, so verður tað í FCK, tí alt annað má metast sum afturstig, men í so máta tykist hann ikki heilt so avgjørdur longur.
- Tað veldst jú um, hvørjar aðrar møguleikar tú hevur. Sjálvur rokni eg við, at eg havi eini fýra-fimm ár eftir í mær sum yrkisleikari, og so má eg vita, hvørt áhugi er frá nøkrum felagi. Og hetta kann eins væl vera í Danmark sum nakra aðrastaðni.
Javnan hevur okkurt graml verið at hoyrt um, at útlendsk feløg hava sýnt áhuga fyri Toda. Eitt nú varð nógv skrivað í bretskum miðlum fyri góðum ári síðani, at Birmingham ? sum nú spælir í Premier League ? var ávegis at gera sáttmála við føroyska leikaran, men hetta sigur Todi seg als ikki kunna gera viðmerkingar til.
- Um so er, at teir hava verið í samband við FCK, so er tað ikki blivið til meira enn tað. Sjálvur havi eg so ongantíð fingið boð um nakað, men havi bara roynt at gjørt mítt besta í FCK. Nú er støðan tó sjálvandi ein onnur. Eg havi Carsten Aabrink (fyrrverandi ítróttarstjóra í FCK) sum leikaraumboðsmann, og saman mugu vit so finna útav, hvørjir møguleikar eru. Og tað sigur seg sjálvt, at um onkur spennandi fyrispurningur kemur úr útlandinum, so er tað so avgjørt ikki nakað, sum eg sigi nei-takk til.
- Akkurát hvat og hvussu, veit eg slettis ikki, men við vánaligu útlitunum fyri spælitíð, hevði tað verið ynskiligt hjá mær, um hetta var avklára longu nú, soleiðis at eg eisini fái spælt fótbólt í vár, sigur Todi.
Keddur
At enda spurdu vit Toda, hvussu kenslurnar vóru, nú hann eftir hálvt sætta ár í FCK verður noyddur at leita sær aðrar leiðir. Og ikki minst, hvussu tað kennist, nú hann eftir øllum at døma fyri fyrstu ferð skal royna seg sum yrkisleikara, uttan at maðurin í toppinum eitur Flemming Østergaard.
- Eg kann ikki siga, at eg eri skuffaður, men sjálvandi er tað keðiligt, at eg nú eftir øllum at døma noyðist úr felagnum, har eg havi havt míni bestu fótbóltsár.
- Sjálvur hevði eg vóna, at støða mín í felagnum kundi viðvirka til, at eg fekk ein sáttmála, sum eg metti sum nóg góðan. Eg teljist millum teir mest royndu í hópinum, og var toppskjútti tá vit gjørdust meistarar. Tí er tað eitt sindur hugstoytt, tá tú soleiðis bara fært eitt »take it or leave it«, men soleiðis eru treytirnar. Yrkisfótbóltur er í roynd og veru køld forrætning, og so eru kanska ikki ráð til slíkar kenslur.
Og eisini viðgongur Todi, at tað man fara at kennast nakað løgið, nú hann ikki longur skal hava Flemming Østergaard yvir sær. Tá Todi á heysti í 1993 fór til Danmarkar at royna seg í Lyngby, var tað Østergaard, sum tá var stjóri í felagnum, og tá hesin seinni fór til FCK, var eitt hitt fyrsta hann gjørdi, at tryggja sær undirskriftina hjá føroyska leikaranum.
- Ja, tað verður so eisini ein nýggj støða. Higartil hevur hann jú verið fastur partur av yrkisleið mínari, so tað fer at kennas løgið, nú vit ikki longur skulu arbeiða saman. Men sum sagt, so eru hetta treytirnar, sum vit arbeiða undir.