Slapp við skelkinum

Mának vøldið tann 13. januar varð Olaf Ellingsgaard árendur í Vágatunlinum. Hann breyt bein í kroppinum á 12 ymsum støðum. Olaf, sum er fyrsta ferðsluoffrið í undirsjóvartunlinum, vil tó sleppa sum skjótast aftur í tunnilin at arbeiða

»Fram kemur tann, ið hóvliga fer«, sigur gamalt orðatak. Og tað kann vissuliga sannast, at bilførarin hetta kvøldið hevur koyrt alt annað enn hóvliga.
Um níggju tíðina mánakvøldið tann 14. januar fingust Olaf Ellingsgard og aðrir arbeiðsmenn frá NCC við at sproyta betong á veggirnar í Vágatunlinum. Talan var um viðlíkahaldsarbeiði, sum skuldi gerast. Tunnilin varð ikki stongdur, men lýst varð í útvarpinum, at arbeitt varð í tunlinum, og við tunnilsmunnan fingu fólk at vita, at arbeitt varð, og at tey skuldu koyra varliga.
? Sjálvur minnist eg onki fyrr enn eg lá við andlitinum niður í asfaltið, sigur Olaf Ellingsgaard, sum er eiðismaður, men býr í Havn.
? Eg kom úr lastbilinum ? eg haldi, at eg hevði verið eftir matpakkanum. Og tað næsta eg minnist er, at eg liggi á asfaltinum og havi ilt.
Ein bilur við fimm ungum fólkum, sum skuldu náa Dúgvuna um Leirvíksfjørð, var komin koyrandi við rúkandi ferð inn ígjøgnum tunnilin, og beint sum Olaf fer úr lastbilinum, kemur bilurin framvið. Men hann koyrdi ikki framvið. Hann rakti beint á Olaf.

Skógvarnir eftir

Hinir, sum arbeiddu í tunlinum hetta kvøldið, hava fortalt fyri Olaf, at teir hoyrdu eitt øgiligt buldur, og sóu síðani skógvarnar standa eftir við hosunum í.
? Beinini hjá mær lógu á tvørs, og onki skil var á armunum. Alt var knúst. Ein arbeiðsmaður royndi at leggja armarnar so nøkunlunda, men eg hevði øgiliga ilt, greiðir Olaf frá.
Bilurin, sum koyrdi eini 200 km/t, rendi á Olaf, og hann varð liggjandi á bilinum einar 150 metrar áðrenn hann datt av aftur.
? Eg havi helst eisini verið inni í bilinum. Róðrið var báknað, og eisini vóru buglur á takinum.
Olaf var í hjálmi tá óhappið hendi. Men stoyturin var so harður, at hjálmurin fór sendandi upp og endaði í krananum á lastbilinum, har hann skoraði seg fastan.
? Dagin fyri hevði eg brúkt einar arbeiðsskógvar, sum komu longur upp á leggin. Men eftirsum eg sveittaði so illa, so skifti eg til einar vanligar trygdarskógvar henda dagin. Um eg hevði verið í hinum skónum, so hevði verið nógv verri statt við beinunum hjá mær, sigur Olaf, sum ? eftir umstøðunum ? er komin væl fyri seg eftir óhappið.
Sjúkrabilur kom úr Vágunum eftir Olafi, og hann varð fluttur beinleiðis á Landssjúkrahúsið.
? Eg havi gloymt eitt sindur av tí, sum hendi beint áðrenn óhappið, men frá tí eg lendi á asfaltinum minnist eg alt. Eg hevði rættiliga ilt, tí eg varð fluttur ofta. Og eg minnist, at eg var kaldur og tystur, men hinir breiddu klæðir útyvir meg og góvur mær at drekka.

12 brot

Olaf sigur, at mánakvøldið tá hann kom á sjúkrahúsið, hevði hann ógvuliga ilt í herðablaðnum og økslini. Morgunin eftir hevði hann ilt í tærnum eisini.
? Mánakvøldið tapaðu teir meg bara saman, og týsdagin fór eg í skannaran og røntkuna. Eg varð lagdur undir skurð. Ein long skurðviðger, sum vardi eini tríggjar til fýra tímar. Ein vøddi í yvirarminum var farin, og høgra herðablað og kúlurnar innanfyri vóru knústar. Har eru jarntráðir nú settir inn í fyri at halda tí saman, greiðir Olaf frá.
Annað beinið varð eisini latið upp, tí læknarnir hildu, at har var eisini eitt brot, men tá tað kom til stykkið vóru tað tvey brot innanfyri.
Mikudagin funnu læknarnir sjey brot afturat. Fótablaðið var brotið og allar tærnar í knúsi. Harafturat var tummilin eisini brotin, umframt armurin beint yvir hondliðinum.
? Morgunin eftir hevði eg ræðuliga ilt í tærnum. Tað var akkurát sum tannapína. Tá eg njósti fekk eg eisini ilt í ryggin, so eg havi helst eisini brákað nøkur rivjabein. Ein flís var eisini farin av eini tonn, og tað er so alt, sigur Olaf, kanska eitt sindur ironiskt. Óhappið kundi jú enda nógv verri enn tað gjørdi.
? Eg eri bara heppin, at tað ikki hendi meira við høvdinum ella innivølinum.

Vil arbeiða

? Tað ringasta við hesum er, at man er púra hjálparsleysur. Men okay, tað venur tú teg skjótt við, tí tær eru so raskar her úti. Eg fái næstan ikki flutt armarnar, sigur Olaf, meðan hann vísir okkum. Vinstra arm fær hann flutt, meðan hann førkar fingrarnar upp á pannuna, og eitt sindur niður á lærið. Høgri armur er als ikki til at flyta, tí herðablaðið er brotið.
Førarin á bilinum, sum rendi á Olaf, var ein ungur maður. Olaf hevur tosað við mannin um tað, sum hendi.
? Hann hevði tað ógvuliga ringt. Tey ringdu her og spurdu um eg vildi tosa við hann, og eg helt, at um hann kanska fekk tað betur av tí, so kundi eg væl tað. Eg eri ikki beiskur. Als ikki. Vit høvdu arbeitt í tunlinum í fleiri dagar, og onki var hent.
Um uppmerkingina sigur Olaf, at tað plaga at standa skeltir, sum siga, at arbeitt verður í tunlinum. Men hvussu var hetta kvøldið veit hann ikki.
? Vit plaga eisini at steðga ferðsluni sjálvir, og tá bilarnir komu inn í tunnilin hetta kvøldið, fingu teir boð um at koyra 30 km/t, sigur Olaf, sum leggur afturat, at øll hava annars koyrt hampuliga.
Spurdur um hann ætlar sær niður aftur í tunnilin at arbeiða sigur hann avgjørdur:
? Tað vil eg sum skjótast. Men nú eri eg sjúkrameldaður í minsta lagi fýra mánaðar. Hetta er 11. árið eg arbeiði í tunli, og eg vóni, at eg sleppi niður aftur. Hetta er fyrsta ferðin eg nakrantíð havi fingið skaða.