saman við forsetanum í Venesuela, Hugo Chávez. -Stríðið er ikki tapt, segði tann 80 ára gamli forsetin og legði afturat, at hann ætlar sær aftur til arbeiðis, tá hann verður so frægur. Fidel Castro hevur verið [...] Teir seinastu mánaðarnar hevur kubanski forsetin ikki víst seg alment, og fyri nøkrum vikum síðani visti eitt spanskt blað at siga, at hann lá fyri deyðanum. Men í gjárkvøldið kom Castro á skíggjan í kubanska
sum borgarstjóri. Um ikki, so skipa hesir fýra valbólk uttan um Páll á Reynatúgvu. Brandur Sandoy nevnir í grein, sum verður prentað í Sosialinum í morgin, at Páll á Reynatúgvu ikki virðir gegni. Eitt tað [...] nývalda bygdarráðnum, var at broyta borgarstjórastarvið til fulltíðarstarv. Brandur Sandoy var ein teirra, sum var ímóti hesum ? og tí fekst ikki meiriluti fyri ynskinum hjá Páll á Reynatúgvu. - Nakrar [...] ryggin av restini av kommunustýrinum, var byrjanin til ónøgd mína við borgarstjóran. Sjálvt um eg vísti á mína ónøgd í hesum máli, valdi eg at tiga, fyri ikki at seta kílar í samstarvið, sigur Brandur Sandoy
leggur hann aftrat. Frá dreymi til veruleika Tað er ikki hvør sum helst sjúka, ið Róar Hansen er raktur av. Vøddasvinn er ikki at spæla við, tí vísindin hevur enn ikki funnið nakra viðgerð, sum kann grøða [...] sjúka hansara kortini ikki nortið við. Heldur ikki ætlanir hansara fyri framtíðina. Róar gongur í løtuni á Tekniska Skúla í Havn, har hann á el-deildini tekur fyrstu stigini, til tess at røkka máli sínum [...] løgdu merki til, at hann datt so oftani. Vøddarnir í beinunum megnaðu snøgt sagt ikki at bera hann, og sum 12 ára gamal gjørdist koyristólurin hansara flutningstól og akfar. Hetta hevur kortini ikki forðað
skelkandi mentanarhvøkk. Hon hevur skift familju einaferð, síðan hon kom til USA. Hetta komst av, at tey ikki høvdu nóg góða tíð til hana. Tíbetur hevur Marin tað gott, og hevur fingið nógvar vinir í skúlanum [...] eg ongantíð angra mína avgerð um at fara til Wisconsin, sigur hon. ”Hetta hevur lært meg nógv, bæði um heimin og ikki minst um meg sjálva. Vit vita slett ikki hvussu gott vit hava tað í Føroyum’’ sigur [...] Mallorca, mítt hjartað pumpaði harðari enn nakrantíð, fortelur Marin, sum fylgdist við 25 øðrum AFSarum til Amerika. Í ferðalagnum var eisini ein onnur føroysk genta. At byrja við var tað sera torført at seta
Símun Akursmørk, sum fer til arbeiðis á midnátt og er til arbeiðis til seinnapartin dagin eftir. - Tað er ofta møtimikið at fara í gongd, men tá tú so ert komin upp og ert farin til arbeiðis, so gongur tað [...] havi ikki havt nakra serliga tíð til at umstilla meg í. Men hetta er spennandi og avbjóðandi, tí alt skal bara verið í lagi við vørunum, søluni og útkoyringini, sigur hann. - Hetta hevði heldur ikki latið [...] rættiliga nógv, fái ikki altíð so nógvan svøvn, og eg síggi alt ov lítið til børnini. Familjulívið hjá bakarum er eitt sindur øðrvísi enn hjá teimum flestu. Men vónandi fái eg meira tíð til børnini og familjuna
virkin. - Sum nú er, hendir ikki so nógv í feløgunum, men tú kanst gera nógv meira í flokkshøpi, og tað kann til dømis verða við at skipa fyri evnisdøgum kring landið, har ikki bert sambandsfólk men øll [...] vónandi at koma mær til góðar í annaðkvøld, sigur Johan Dahl. Hann heldur tó, at tað sær út til at gerast eitt sera tætt val, men hann vónar tó, at talan verður um greiðan sigur til annað av valevnunum [...] at eg havi tað neyðugu slagkraftina og tann profil, sum skal til. Sjálvur haldi eg eisini, at eg havi styrkina og visjónirnar, ið skulu til fyri at styrkja flokkin og fáa hann víðari, sigur Johan Dahl
, síðan hann var blaðungur og fór til skips. - Eg havi verið á næstan hvørjum landsfundi í felagnum øll hesi ár, og tað er bara, tá veður hevur tarnað mær, at eg ikki havi verið á landsfundi. Tummas Frank [...] kunnu fáa eina mannsømiliga eftirlønartrygging. - At fiskimenn eiga lut í tí sjálvir, at teir í dag ikki hava eina betri eftirlønartrygging, er so tað. Vit mugu hyggja fram eftir, og fiskimaðurin skal tryggjast [...] Føroya Fiskimannafelag í Skúvoyar sókn í mong ár, og nú eru tað sóknir, sum hava stillað hann upp til sýsluformansvalið.
- Eg havi ongantíð keypt nakra jólagávu. Ta uppgávuna lati eg til konuna, og so plaga døturnar at hjálpa mær við at finna jólagávuna til konuna. Hvønn týdning hava jólini fyri teg? - Jólini hava stóran [...] kommunu. Hann vísir á, at hóast hetta verða fyrstu jólini hjá honum sum borgarstjóri, verða jólini ikki øðrvísi enn onnur ár. - Vanliga verður farið í kirkju jólaaftan, og so hugna vit okkum heima. Eg tendraði
kúgv alt tað, hon minnist, seldu tey ikki nógva mjólk. Mjólkin fór fyri tað mesta til húsið og til familjuna, og so kundi onkur fáa burturav. - Mjólk kanst tú brúka til alt, og eg plagdi eisini at geva hundinum [...] koli í senn, og tað er næstan ikki komið fyri, at hon ikki eigur kol at brenna. Tá tú brennur í ovninum, dugir tú eisini at laga tað soleiðis, at glóðin í komfýrinum ikki er slóknað, tá tú kemur upp aftur [...] var gott, og hon var blíð við fremmandu gestirnar, sum høvdu ringt til hennara bert nakrar fáar minuttir frammanundan. Vit høvdu ikki verið leingi á gátt, áðrenn hon fór eftir harmonikuni, setti seg á
væl lambskjøt, leggur hon aftrat. Ikki óð eftir pengum Hóast tey høvdu kúgv alt tað, hon minnist, seldu tey ikki nógva mjólk. Mjólkin fór fyri tað mesta til húsið og til familjuna, og so kundi onkur fáa [...] fáa burturav. - Mjólk kanst tú brúka til alt, og eg plagdi eisini at geva hundinum og kettuni av mjólkini. Eg fati ikki, at fólk tíma at savna pengar til sín sjálvs. Sjálv havi eg ongantíð verið óð eftir [...] koli í senn, og tað er næstan ikki komið fyri, at hon ikki eigur kol at brenna. - Tá tú brennur í ovninum, dugir tú eisini at laga tað soleiðis, at glóðin í komfýrinum ikki er slóknað, tá tú kemur upp aftur