- Eg havi lært at standa á egnum beinum

UNGDÓMSTILFAR

Marin er stødd í Wisconsin í Amerika, og hevur hon verið har síðan seinasta summar sum AFS næmingur.

- Tað var hart at skiljast frá míni familju beint eftir at hava verið í feriu í Mallorca, mítt hjartað pumpaði harðari enn nakrantíð, fortelur Marin, sum fylgdist við 25 øðrum AFSarum til Amerika. Í ferðalagnum var eisini ein onnur føroysk genta.

 

At byrja við var tað sera torført at seta seg inn í livimátan hjá amerikanarunum og Marin sigur, at hon fekk ein skelkandi mentanarhvøkk. Hon hevur skift familju einaferð, síðan hon kom til USA. Hetta komst av, at tey ikki høvdu nóg góða tíð til hana. Tíbetur hevur Marin tað gott, og hevur fingið nógvar vinir í skúlanum.

 

- Tað var torført at finna nýggjar vinir, men tó havi eg ongantíð angra mína avgerð um at fara til Wisconsin, sigur hon.

 

”Hetta hevur lært meg nógv, bæði um heimin og ikki minst um meg sjálva. Vit vita slett ikki hvussu gott vit hava tað í Føroyum’’ sigur Marin.

 

- Hóast eg elski at ferðast, gjørdist eg sera spent og samstundis bangin, tá babba nevndi fyri mær, at eg møguliga átti at roynt AFS, tí eg ongantíð havi verið burtur heimanífrá í øðrum londum einsamøll, greiðir Marin frá. Aftaná at hava tosað um hetta í eina tíð, varð avgerðin tikin og alt gjørdist meira veruligt í sambandi við ferðina. Dagurin, har flogfarið skuldi fara frá hennara kæru oyggjum, nærkaðist meira og meira.

 

Higartil hevur hendan upplivingin verið ótrúliga stór fyri Marin, sum kemur aftur til Føroya í juni í ár. Tíðin hevur gingið sera skjótt, meðan hon hevur verið har.

 

- Eg havi ment meg nógv sálarliga og hetta hevur eisini hjálpt mær at sæð hvat eg klári, og hvørjar støður eg megni at takkla’’ sigur hon.

 

- Eg vil mæla øllum til at royna hetta, tí tað mennir ein á allan hátt ,og tað lærir teg at standa á egnum beinum, greiður Marin frá.