Lagið var sjálvtsagt ikki gott á Svein Rógva eftir dystin. Hann hevði ilt við at seta orð á hvat var hent, tí Stjørnan tóktist allan vegin hava tak á VB í samlaðu støðuni. Men okkurt gongur heilt galið á tí annars so tiltikna steypaliðnum úr Klaksvík.
- Nógvir tekniskir feilir, nógvir brendir møguleikar og stressað hondbóltsspæl. Vit hava tamarhald á VB í álopsspælinum, men vit gera alt ov nógvar feilir í álopsspælinum, sum tær so revsa við mótálopið, sigur Svein Rógvi.
Tá ein minuttur er eftir hevur Stjørnan ein leiðslu upp á trý mál, men hvat gongur gali seinasta minuttin?
«Í staðin fyri at halda ferðina uppi og koma niðan á vøllin, so byrja vit at ganga hondbólt. Vit geva VB møguleikan at stressa okkum, sigur Svein Rógvi, sum annars hevði eitt time out kort í hondini.
«Eg angri meg ikki yvir at eg ikki tók time out, tí eg fekk ikki tíð at taka tað. Tað, sum eg kundi hugsað mær hendi, hendi ikki. Eg vónaði, at vit vóru meiri róligar og spældu bóltin runt heldur enn at missa hann, er staðfestingin frá Svein Rógva.
Í Stjørnuni høvdu tey hug at undrast á, at VB onga útvísting fekk í øllum dystinum, og at Stjørnan fekk seks.
- Eg undrist eitt sindur á, at vit hava seks útvísingar og tær onga hava. Tað er serliga fyrra útvísingin hjá Lovisu Lassen, sum eg haldi er ov langt úti. Í tí førinum mugu dómararnir duga at skilja, at Lovisa ikki er óð inn á dómararnar, men inn á at hon sjálv hevur brent, men tað er ongin umbering fyri at tapa, sigur ein vónbrotin Svein Rógvi.
Tað var ein langur steðgur í fyrra hálvleiki, tí klokkan í høllini var óvirkin. Tað var heldur óheppið fyri Stjørnuna, at tær ikki fingu eitt mál góðkent, tá Simon Petersen meddaði til, men klokkan av sær sjálvum fór at ýla.
Dómaraparið, Karstin Joensen og Kári Hansen, høvdu ongan annan møguleika enn at kolldøma málið og steðga dystinum. Feløgini avráddu at spæla víðari. Sum skilst, so ger Stjørnan ikki nakað við málið og tónin tóktist eisini vera, at tað var ikki rætti mátin at fara fram. Helst tí hendingin fór fram so tíðliga í dystinum og ikki hevði avgerandi týdning í løtuni.