veksur. Men nýtslan er javnt býtt ímillum øl og sodavatn. Tilsamans drekka føroyingar eins nógv øl sum sodavatn, - ella eins nógv sodavatn sum øl, alt eftir hvør ið spyr. Føroya Bjór selir einar 1.500.000 litrar [...] vaksin eini 8-10% í fjør. Og sodavatnsnýtslan vaks nakað tað sama. Men samansetningurin av nýtsluni broytist. Nýtslan av tí heilt veika ølinum minkar støðugt, samstundis sum nýtslan av teimum sterkaru sløgunum
soleiðis at bæði sangur og tónleikur fyltu væl og kendust sum ein væl samansjóðað eind. Tað er jú ikki altíð so lætt at spæla countrytónleik sum ein heldur, tí tað eru nógvir faktorar, ið skulu spæla saman [...] enntá klappað uppaftur og hetta fegnaðist hon sum rímuligt er um. Tamra er ein rættulig countrysál og hennara rødd er eisini ein sovorðin. Eftir sum Danmark ikki er eitt rættuligt countryland, so má tað [...] við Yan Swan úr Svøríki frá fyrr av, og eg skilti at hann nú býr í Danmark. Hann hevur altíð verið ein skemtingarsamur persónur, so bæði við sínum kropsliga figuri og annars øðrum skemti syrgdi hann væl
orð: Dánial Hoydal myndir: 3´arin Fløgan er í stóran mun ein solofløga hjá Lenu. Duettin eitur heilt einfalt ?Lena?, og hon hevur skrivað allar tekstirnar sjálv. ?Niclas hevur skrivað løgini til mín, tí [...] úrslitið. Sjálvkritikkurin er har alla tíðina og fær meg av og á til at halda, at tað er nakað lort, eg havi gjørt, men aðrar tíðir eri eg øgiliga glað fyri fløguna. Soleiðis er tað helst altíð.« Loops Tað byrjaði [...] syngja inn. Tá var alt liðugt, og vit kundu fara niður til Óla Poulsen, sum skuldi ljóðblanda. Hann er ein løgin snigil og hevði nakrar meiningar um, hvussu alt skuldi gerast, sum vit máttu laga okkum eftir
Hann er ein av undangongumonnunum innan føroyska ferðavinnu, hevur starvast í vinnuni í meir enn 20 ár, og er framvegis virkin innan nógv ymisk øki í vinnuni. Sum einstaklingur er Sámal Bláhamar ein teirra [...] Ferðaráðið og vinnuna kunnu bøtast um vilji er til tess, heldur Sámal Bláhamar. Ferðaráðið eigur at seta ein journalist í starv, sum hevur til uppgávu at siga frá øllum, sum hendir innan føroyska ferðamannavinnu [...] ni, hava goldið fyri lýsingar í dýrum dómum, men Ferðaráðið vil ikki vita av honum. Hví pilka við ein faldara, sum er nóg góður og sum vit eru glað fyri, sigur Sámal Bláhamar. Eina vantandi fatan millum
ingarfelag á stovn. Ein møguleiki við at ættargranskarar og telduáhugað savnast, er at fáa skipa ein felags databasa fyri føroyingar, bæði her heima og føroyingar úti í heimi. Ein slíkur databasi skal [...] g á stovn. Fyri nøkrum árum síðani vórðu stig tikin til eitt slíkt felag, men tað datt burtur. Eg havi avgjørt eina fatan av, at áhugi er fyri einum slíkum felag, sigur Sámal Bláhamar, stigtakari. Sum [...] føroyingar uttanlands at koma heim at vitja okkum. Fáa vit Ferðaráðið at standa fyri innbjóðingunum, kundi ein skrá fyri øll tiltøkini tað árið verðið gjørd, so fólk síggja, hvat hendir ymsa staðni kring landið
í ríkisfelagsskapinum? ? Eg ivist onga løtu í at ein framtíð er fyri Føroyum, og eg haldi ongan mótsetning verða í, um Føroyar verða ein tjóð, ella ein partur av ríkinum. ? Føroyingar hava fingið loyvi [...] seinastu árini, har tað ikki altíð hevur verið so lætt at vera føroyingur. Hvat er ein føroyingur? ? Jú, gamaní, men hvat er ein føroyingur í Danmark. Er tað eitt menniskja sum er føtt í Føroyum og sum dugir [...] var neyðugt at broyta. ? Her átti Javnaðarflokkurin at skipa fyri einum orðaskifti, eins og eisini fingið í lag, at ein sonevnd ?hvítbók? varð gjørd, um vansar og fyrimunir o.s.fr., sigur Rolf Guttesen.
er tað. ? Starvsnevndin verður mannað av nýggjum um ein mánað ella so, sigur Gunnar. Annars letur hann væl at samstarvinum í tingbólkinum. ? Eg havi verið við til nakrar fundir í tingbólkinum og samstarvið [...] eingin ófriður í flokkinum, men ein náttúrlig broyting ? Flokkurin var ígjøgnum eitt kampval um formanspostin fyri umleið tveimum mánaðum og tað sigur seg sjálvt, at ein ósemja hvørvur ikki bara so eftir [...] sá út til at tað rillaði undir formanninum góðar fimm vikur undan valinum, so var valúrslitið óiva ein sigur hjá honum. Burtur vóru allir teir tingmenn, sum høvdu mutað í móti formanninum, evnum hansara
í kappróðri. Elsti maður umborð fylti 31 ár leygardagin, og yngsti maður er 18 ára gamal. Ein er 30, ein 29, ein 27, og hinir eru niður í 19 ár. Sámal Hansen er sjálvur annar eftir frá góðu manningini, [...] komið uppá pláss. Eg havi annað arbeiði. At smíða kappróðrarbátar er frítíðarítriv, tíðin er avmarkað, og tí verður talan ikki um meiri enn ein bát um árið, greiðir smiðurin og ein av vinnarunum umborð [...] Kanska var tað veðrið, sum gjørdi tað. Undir øllum umstøðum er tað ein veruleiki, at talið var ikki serliga stórt á fjarðbúgvunum, sum fóru høgligu leiðina norður til Klaksvíkar at síggja, hvussu tað fór
skoðsmálini. ? Skalt tú velja ein bý at lesa í og verða ungur í, so kann eg ikki ímynda mær nakað annað stað í verðini, sum er meiri spennandi enn Århus. Mótsatt Keypmannahavn er Århus ein býur fyri tey ungu. Ungfólk [...] Føroyum gerast fleiri og fleiri, hava atgongd til. ? Heimasíðan varð gjørd í februar, og hon skal verða ein hjálp hjá føroyingum, sum hava áhuga í at koma til býin at lesa, sigur Egon Joensen, sum er formaður [...] búð har í fleiri ár. ? Eg søkti bæði Århus og Keypmannahavn, tá eg fór niður av fyrstan tíð, men eg havi ongantíð verið keddur av, at eg endaði í Århus. Her er alt, men tað er bara ikki so ógvusligt sum
noydd í Kommunuskúlan komandi skúlaár fáa ein vandamiklan skúlaveg er ikki mín trupulleiki. Mín trupulleiki er, at eg kann ikki taka fleiri næmingar inn enn eg havi pláss fyri. Hvussu skúlavegurin er og at [...] at vera einsamallur har, men vit hava ongar møguleikar at hýsa honum í Venjingarskúlanum. Taka vit ein triðja 1. flokk inn nú, koma vit í somu trupulleikar aftur, sigur Niels Nattestad. Foreldrabólkurin [...] skúlaaldur, er størst júst hesi árini, men at talið minkar stórliga komandi árini. Talan er sostatt um ein hvørvandi trupulleika. Er forsøgnin røtt, skulu vit í hvussu so er taka fýra 1. flokkar inn komandi