Hvør eri eg

Stórur áhugi er hjá fólki at kenna sínar røtur, og tí skipar Tora Tourist fyri stevnu fyri ættargranskarar og telduáhugað um vikuskiftið.

Endamálið við vikuskiftinum er at samskipa tey, ið fáast við ættargransking og geva teimum møguleika at seta eitt ættargranskingarfelag á stovn. Ein møguleiki við at ættargranskarar og telduáhugað savnast, er at fáa skipa ein felags databasa fyri føroyingar, bæði her heima og føroyingar úti í heimi. Ein slíkur databasi skal gerast og brúkast í ættargranskinghøpi.

Á stevnuni verða fyrilestrar hildnir um m.a. møguleikar fyri skráseting í Føroyum. Stevnan verður sett í morgun, síðani verða fyrilestrar hildnir av fólki, ið hava kunnleika innan ættargransking og sum hava undirvíst í hesum, og seinnapartin verður pallborðsfundur, har luttakararnir hava høvi at seta spurningar.

­ Ætlanin er eisini at seta eitt ættargranskingarfelag á stovn. Fyri nøkrum árum síðani vórðu stig tikin til eitt slíkt felag, men tað datt burtur. Eg havi avgjørt eina fatan av, at áhugi er fyri einum slíkum felag, sigur Sámal Bláhamar, stigtakari.

Sum undangongumaður innan føroyska ferðamannavinnu er ferðavinnan eisini í huganum, tá ið stig verður tikið til eitt slíkt tiltak.

­ Í sambandi við 1000 ára haldið ár 2000 kundu innbjóðingar verið sendar til føroyingar uttanlands at koma heim at vitja okkum. Fáa vit Ferðaráðið at standa fyri innbjóðingunum, kundi ein skrá fyri øll tiltøkini tað árið verðið gjørd, so fólk síggja, hvat hendir ymsa staðni kring landið. Tí kundi ferðamaðurin sett sín serliga dám á hátíðarhaldið, tí útisetarnir leita heilt vist til sín uppruna og fara ikki bara at sløðast í Havn. Og vit tosa um fleiri túsund fólk og tað gevur aftur møguleikar hjá gistingarhúsvinnuni at hýsa øllum. Tí kunoyingurin vil helst búgva í Kunoy, og sumbingurin helst í Sumba, sigur Sámal Bláhamar.

­ Røturnar hava ógvuliga nógv at siga fyri fólk, at kunna leita aftur til røturnar og til sín uppruna. Tá ið familjur gera ættarveitslur verða avrit tikin úr kirkjubókunum um ta somu familjuna. Liggur alt á teldu er tað nógv høgligari. Møguleiki er fyri, at allar føroyskar familjur verða lagdar inn á teldu, sigur Sámal Bláhamar.

Er øll áhugað í tí?

­ Tað er upp til hvønn einstakan. Tað er ein dani, sum hevur skrivað allar kirkjubøkurnar í Føroyum av og lagt tær inn á teldu, og frá honum kanst tú keypa tær tína ættartalvu fyri nógvar pengar. Tí kunnu øll fáa upplýsingar um føroyingar uttanlands, men heima hjá okkum sjálvum ber ikki til sum er, sigur Sámal Bláhamar.

Við einari samskipan, har alt verður savnað á einum databasi, verður tað nógv lættari og einfaldari at fáa samband við tey fólk, sum kunnu hugast at koma hendanvegin í sambandi við 1000 ára haldið. heldur Sámal Bláhamar. Sjálvur databasurin kundi hóskandi ligið á Fróðskaparsetrinum. Tiltakið verður rópt "Heimferðin".

­ Gjøgnum internetið kundi borið til at leita fram til ætt, familju og føroyingar annars, heldur Sámal Bláhamar.