Hann er ein av undangongumonnunum innan føroyska ferðavinnu, hevur starvast í vinnuni í meir enn 20 ár, og er framvegis virkin innan nógv ymisk øki í vinnuni. Sum einstaklingur er Sámal Bláhamar ein teirra, ið tekur ímóti flest fremmandum ferðafólkum. Men hann fýlist at samskiftinum ella vantandi samskiftinum millum ferðavinnuna og Ferðaráð Føroya.
Og eg tosi ikki bara fyri meg sjálvan, men fyri tey flestu, ið arbeiða innan innlendis ferðavinnu í Føroyum. Samskiftið millum okkum, ið arbeiða beinleiðis í vinnuni og tey, ið samskipa vinnuna á Ferðaráð Føroya, er út av lagi vánaligt. Vit tosa rætt og slætt ikki sama mál, tey eru heilt á øðrum stigi enn vit og tí tosa vit forbí hvønn annan, sigur Sámal Bláhamar frá Toru Tourist.
Eg seti als ikki spurnartekin við, hvat Ferðaráðið annars ger, til samskiftið hjá teimum við útheimin og annað. Men samskiftið við okkum hevur ikki verið og er ikki nóg gott.
Vit hoyra javnan, at nú gongur betri í ferðavinnuni og at so og so nógv ársverk eru í vinnuni, men eg dugi ikki at fáa eygað á tey. Veruleikin er, at meginparturin av tí, ið farið verður í holt við, dettur niður fyri eftir stuttari tíð, sigur Sámal Bláhamar.
Ferðaráðið hevur alt ov lítla fatan av lítlu ferðavinnueindini, tað vil siga fyri ferðavinnuni í tí smáa. Ferðaráðið býðir útlendingum til Føroya at halda fyrilestur um øll møgulig viðurskifti, sum eru meir og minni viðkomandi fyri okkum, men tey vilja alt ov treyðugt lurta eftir, hvat vit, sum arbeiða í ferðavinnuni til dagligt hava at siga. Hví ikki bjóða profilum úr føroyska samfelagnum at halda fyrilestur um, hvussu man selur føroyska ferðavinnu, tí ferðavinna er handil, tað snýr seg um útboð og eftirspurning, sigur Sámal Bláhamar.
Kunning tørvar
Viðurskiftini millum Ferðaráðið og vinnuna kunnu bøtast um vilji er til tess, heldur Sámal Bláhamar.
Ferðaráðið eigur at seta ein journalist í starv, sum hevur til uppgávu at siga frá øllum, sum hendir innan føroyska ferðamannavinnu og senda tað út til øll, sum arbeiða í vinnuni og uttanlands alla tíðina. Tað er kunningin frá ferðavinnuni, sum er trupulleikin.
Men skal Ferðaráðið ikki hava tíð at grundleggja sítt virksemi?
Vit vita, at tá ið man fer í kríggj doyggja soldátar burtur av, men er tað, sum er meiningin, at fleiri skulu doyggja økonomiskt, áðrenn Ferðaráðið er komið fyri seg, so eiga vit at fáa tað at vita.
Hinvegin kunnu vit siga, at tað ber væl til at reka ferðavinnu uttan Ferðaráðið. Um tað læt aftur í dag, hevði tað ikki gjørt nakran mun. Kenslan man situr við er, at vit kunnu verða Ferðaráðið fyri uttan, men hinvegin er tað ofta so, at tú veitst ikki, hvussu gott tað er, fyrr enn tað er burtur.
Sum nógv onnur í ferðavinnuni finnst Sámal Bláhamar at, at "Around Faroe Islands", sum er komið út í 10 ár, nú er bannað á Ferðaráðnum.
Bóklingurin er tað besta reiðskapið, ið finnst innan føroyska ferðavinnu og øll hava verið glað fyri hann. Men Ferðaráðið hevur gjørt av, at bóklingurin skal ikki longur gerast í Íslandi, men í Føroyum. Tey, sum varða av ferðavinnuni, hava goldið fyri lýsingar í dýrum dómum, men Ferðaráðið vil ikki vita av honum. Hví pilka við ein faldara, sum er nóg góður og sum vit eru glað fyri, sigur Sámal Bláhamar.
Eina vantandi fatan millum báðar partar, sum minnir ikki sørt um keglið, sum altíð er millum fiskimenn og fiskifrøðingar?
Júst so. Vit kunnu sita á fundi og tosa okkum fram til ymiskt, men onki broytist. Vit í vinnuni verða aldri spurd um nakað sum helst, vit verða ikki hoyrt, og tí er nakað galið.
Eingin undirtøka
Sámal Bláhamar hevur verið í Noregi í tríggjar mánaðir í skúla í sølu- og marknaðarføring, etikki og handilsjura, og arbeiddi samstundis við at kunna norðmenn um Føroyar.
Ferðaráðið vildi bert senda tilfar til Noregs við skipi og tí kom tað ov seint fram, tað vildi ikki rinda 500,- kr. fyri leigu av einum høli, har eg hevði eina framsýning, og tað vildi ikki svara mær uppá spurningar, eg hevði í sambandi við frumsýningina av "Barbaru" í Noregi. Men eg skipaði kortini fyri tiltøkum av einslistum og tað hevur givið úrslit, tríggir bólkar við um 100 fólkum tilsamans hevur verið í Føroyum higartil. Eg seti spurnartekin við, hví gestirnir ella fremmandi ferðamaðurin skilir tað, eg havi at bjóða, men ikki Ferðaráð Føroya, sigur Sámal Bláhamar, sum leggur afturat, at nógvir faldarar, sum Ferðaráðið ger eru dygdarverk.
Nógvir pengar vórðu lagdir í at fáa frumsýningina av "Barbaru" til Føroya, men hví ikki brúkar pengar uppá at gera burtur úr frumsýningunum aðra staðni, hava fólk á staðnum, sum greiða frá Føroyum. Eisini tá ið landsliðið í fótbólti, sum er okkara fremsti amabassadørur uttanlands, er úti í heimi og spælir, sigur Sámal Bláhamar.
Ferðaráðið leypir á leistum fyri øllum, sum sær so flott og professiónelt út. Lat okkum taka Nordica sum dømi. Tey fóru í holt við at leiga summarhús út, tað sum vit altíð hava gjørt. Ein ótrúliga flottur faldari varð gjørdur og Ferðaráðið leyp í hølum á teimum. Meðan vit, sum høvdu verið í tí vinnuni øll árini, vórðu gloymd. Men tá ið avtornaði vóru tað vit, sum loftaðu teimum. Tað, sum gongur, geva tey ikki gætur, men vit hava eisini brúk fyri, at okkara partur verður mentur og tískil brúk fyri, at Ferðaráðið lurtar eftir tí, vit hava at siga, sigur Sámal Bláhamar.










