Stríðast ímóti fordómunum

Føroyingafelagið í Århus hevur tikið internetið í brúk fyri at beina burtur fordómarnar um Århus sum lestrarbý

Eyðun Klakkstein, ÅRHUS: Tað er ómøguligt at fáa nakað at búgva í í Århus. Allir føroyingar lesa í Keypmannhavn. Tað er bygdaligt í Århus.

Tað eru nakrir av afturvendandi pástandunum, sum eru at hoyra um lestrarbýin Århus, Smilets by, sum danir sjálvir kalla næststørsta býin í Danmark.

Føroyingafelagið í Århus hevur strítt eitt ahaldandi stríð ímóti hesum fordómum, og nú hava tey tikið enn eitt amboð í nýtslu.

Í hesum døgum, tá teknisku framstigini eru stór, og internetið gerst partur av fleiri og fleiri húsarhaldum, hevur felagið snikkað eina heimasíðu til, sum allir internetbrúkarar, sum eisini í Føroyum gerast fleiri og fleiri, hava atgongd til.

? Heimasíðan varð gjørd í februar, og hon skal verða ein hjálp hjá føroyingum, sum hava áhuga í at koma til býin at lesa, sigur Egon Joensen, sum er formaður i Føroyingarfelagnum í Århus.

Heimasíðan er at finna á teimum tveimum adressunum come.to/aarstova og welcome.to/aarstova, og har eru neyvu upplýsingarnar lættar at koma fram at.


Øll finna okkurt

at búgva í

? Vit hoyra aftur og aftur um hvussu trupult tað er at koma til Århus at lesa, og tað er uttan iva við til at styggja fólk frá býnum. Tað halda vit ikki er rætt, og tí royna vit at upplýsa sakliga um býin, sigur Egon Joensen.

Formaðurin í Føroyingafelagnum lesur sjálvur í Århus, og hann hevur búð har í fleiri ár.

? Eg søkti bæði Århus og Keypmannahavn, tá eg fór niður av fyrstan tíð, men eg havi ongantíð verið keddur av, at eg endaði í Århus. Her er alt, men tað er bara ikki so ógvusligt sum í Keypmannahavn, sigur hann.

Tað eru serliga íbúðarmøguleikarnir í býnum sum hava ringt orð á sær, og vandin fyri einki at fáa at búgva í, kann meira enn nakað annað loypa hvøkk á fólk.

? Øll sum koma til Århus fáa okkurt at búgva í. Tað eru ikki øll sum sleppa inn í miðbýin at búgva, tí har er torført at fáa pláss, men á kollegiunum uttan um miðbýin eru góðir møguleikar fyri at sleppa inn.

? Og sjálvt um tú býrt uttan fyri miðbýin, so er teinurin stuttur inn til sentrum, og tað er í fáum førðum, at tað tekur longri enn eitt korter at koyra í bussi inn í miðbýin, sigur Egon Joensen.


Eisini út á náttina

fríggjakvøld

Internetframtakið hjá Føroyingafelagnum í Århus er bert ein partur av umfatandi virkseminum hjá felagnum

60 ára gamla felagið, sum hevur verið virkið mesta av síni tíð, hevur í løtuni knapt 200 limir, og er eitt tað virknasta føroyingafelagið í Danmark.

Felagshølini Áarstova er miðdepilin hjá felagnum, og har er opið dagliga. Gerandisdagar er café tveir tímar um dagin og fríggjakvøld er opið út á náttina. Í Áarstovu eru feskastu føroysku tíðindini at frætta. Bløðini liggja frammi, sjónvarpssendingar kunnu síggjast, tíðindaskriv koma frá ÚF, og prátið millum limirnar gongur eisini lívliga.

Nógvir arbeiðsbólkar eru undir sjálvari nevndini og teir taka sær av teimum ymsu tiltøkunum. Alt frá fótbólti, flogbólti, fyrilestrum og kjaki til dans, hátíðarhald av merkisdøgum, hugnakvøld og veitslur.

Átta ferðir um árið kemur Áarósin út. Tað er blaðið hjá felagnum og verður sent til allar limirnar. Í blaðnum eru upplýsingar um øll tiltøk og greinar um ymiskt sum er farið ella fer fram.

Í Áarstovu fáa føroysk børn eisini frálæra í móðurmálinum annan hvønn leygardag.


Ein býur fyri tey ungu

Eitt av endamálunum hjá Føroyingafelagnum í Århus, er at ráðgeva nýggjum føroyingum í býnum, og við heimasíðuni á internetinum er nú eitt standandi tilboð 24 tímar um døgnið til tey, sum vilja hava meiri at vita um býin og felagið.

Og tey sum vilja hava meiri at vita um útbúgvingarnar í Århus, kunnu á heimasíðuni finna leinkjur til hægru læristovnarnar í Århus. Og lestrarvegleiðararnir á teimum ymsu skúlunum í Føroyum, hava fingið eitt yvirlit yvir útbúgvingar og føroyingar, sum taka tær ymsu útbúgvingarnar. Tað er gjørt fyri, at tey sum ætla sær til býin, kunnu seta seg í samband við fólk, sum longu eru har og sum kenna útbúgvingarnar.

?Århus hevur gott orð á sær sum lestrarbýur og tí ræður um ikki at missa mótið, bara tí at tað verður sagt, at tað er ringt at finna nakað at búgva í. Århus er eitt fínt alternativ til Keypmannahavn, og tað er ikki so trupult at flyta til býin, sum tað verður sagt, sigur Egon Joensen.

Og at Århus er ein góður býur at lesa í, verður undirbygt av danska ráðharranum Svend Auken, sum í nýggjasta nummarinum av ?Delfinen? ? tað er eitt universitetsblað í Århus ? gevur býnum bestu skoðsmálini.

? Skalt tú velja ein bý at lesa í og verða ungur í, so kann eg ikki ímynda mær nakað annað stað í verðini, sum er meiri spennandi enn Århus. Mótsatt Keypmannahavn er Århus ein býur fyri tey ungu. Ungfólk halda til í Århus, og tað kann eisini merkjast, tá tú ert har, sigur ráðharrin í blaðnum.