skulu í minsta lagi vera 3 ára gamlar. Tá ið tær hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur. Nú er so aftur bókaútsøla á skránni í døgunum 27. mars til 6. mai. Bókadeildin sendir í hesum døgum [...] sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg. Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum [...] Í 1988 varð fyrstu ferð skipað fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri - og hetta var stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til
eisini at royna seg í tí slagnum av rógving, sum kappast verður í á Scilly oyggjunum. Síðani báturi varð tikin í nýtslu, hevur manningin alla tíðina talst millum bestu kvinnumanningarnar í landinum, og fleiri [...] Seinastu tvey árini, hava Føroyameistararnir í rógving fyri tíggjumannafør verið á Scilly oyggjunum, har teir hava luttikið í stórari kapping. Soleiðis verður eisini í ár, tá suverenu vinnararnir av Eysturingi [...] vita, um Føroyar á komandi kappingini kunnu verða umboða í tveimum finalum, sjálvandi treytað av, at Eysturingur eins og seinasta ár vinnur sær pláss í finaluni Fyri at tryggja sær, at útlitini fyri einum
til venjingar á flogstøðini í Arizona. Eftir at hava roynt seg í F16-flogsimulatori, hava teir eftir bert tveimum vikum greitt uppgávuna yvir allar væntanir. Við hesum royndum í huga, eru amerikanarar komnir [...] verða brúkt í krígnum í Ukraina. Í løtuni hevur Ukraina eingi F16-flogfør, men spurningurin, um vestanlond fara at lata ukrainsku loftverjuni hesi stríðsflogfør, er vorðin meira aktuellur í seinastuni. [...] at útvega Ukraina bæði F16 og venjing til hesi flogfør. F16 eru upprunaliga amerikansk, men eru í dag í einari røð av londum.
Í Fuglafirði fyri einari viku síðani var endaspurturin hjá Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði so framúr, og tað bar við sær, at sigurin endaði í Fuglafirði. Í dag var als eingin ivi. Jallurin, sum vann tríggjar [...] Kongsdóttir var fremri í tí kappingini. Tá ið tær fóru undir endaspurtin, var Jallurin tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri næsta avbjóðaran. Erla Kongsdóttir vísti dygg tøk í endaspurtinum, men munurin [...] meiri enn ein bátslongd, tá ið teir báðir fremstu fóru um málið. Sigurin í dag ber við sær, at Jallurin nú er greiður favorittur í FM kappingini. 1 Jallurin 05.11.48 2 Erla Kongsdóttir 05.14.05 3 Drekin
um, ið ísraelski staturin hevur sett í verk á Tempulfjallinum í kjalarvørrinum av, at ein arabiskur maður skeyt og drap tveir ísraelskar løgreglumenn fyri tveimum vikum síðan. Mánadagin avgjørdi ísraelska [...] muslimar um at vitja al-Aqsa moskuna í Jerúsalem og verja býin, nú stríð aftur er millum ísraelar og palestinar um tempulfjallið, ið er eitt av heilagstu støðunum í bæði jødisku og islamisku trúnni. - Her [...] Hvør einstakur sum hevur møguleikan, eigur at vitja Jerúsalem og Al-Aqsa moskuna, segði hann í eini røðu í Ankara, sambært enska blaðnum the Independent, áðrenn hann legði aftrat. - Komið! Latið okkum
Eftir tvær ferðir 1-1 í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur úrtøkan hjá B68 ikki verið góð. Trý tap við samanlagda málmuninum 1-13 undirstrika hetta. Tó skal havast í huga, at tapini hava verið ímóti [...] Skála. Tað er sannlíkt, at Skála – fyribils í hvussu so er – verður leyst úr botninum, um tað í dag fer at eydnast at vinna fulla úrtøku. Niklas Poulsen, vongverjin í høgru hjá B68, er framvegis skaddur. Hákun [...] sum hann er leigaður frá. Allir spælararnir eru tøkir hjá Skála, sum í dag fyri fyrstu ferð hevur Steingrím Jónsveinsson Jacobsen í hópinum.
vera nóg nógv at varðveita plássið í deildini, sigur TB venjarin. Aftur í hesi vikuni hevur stóri spurningurin verið, hvør skal verja TB málið ímóti ÍF. Tað verður aftur í dag Meinhardt Joensen, KÍ veteranurin [...] veteranurin, sum síðsta sunnudag átti sín stóra leiklut í, at tað eydnaðist TB at vinna ímóti NSÍ. Tað kemur væl við, at liðformaðurin og álitið í verjuni, Teitur Olsen, er tøkur aftur eftir leikbann. Teitur [...] størsta sigurin í fleiri ár. Fjórða plássið er trý stig burtur, so tí miðja vit nú eftir, sigur annar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen. Allir ÍF spælararnir eru tøkir ídag. Fyri tveimum mánaðum síðani vann
heimasíðuna hjá VÍF. Fredrik Wollan var í Føroyum, tá steypafinalurnar vóru. Hann sigur víðari, at hann er hugtikin av føroyskum hondbólti. Rás2 sigur í dag frá tveimum hondbóltsdystum. Klokkan 14.30 sigur [...] álopshondbólt, har spælararnir í verjuspælinum alla tíðina royna at fiska bóltin frá mótstøðuliðinum, og har vit samstundis leggja eitt stórt og framsøki trýst á mótstøðuleikararnar í álopspartinum. Hetta krevur [...] sigur Rás2 frá dystinum millum Neistan og VÍF í hvonndeildini, og klokkan 16 frá dystinum millum Neistan og VÍF í FTZ deildini. Sendingin byrjar klokkan 14.25. Tað ber til at lurta á www.midlar.fo , á FM 88
ini í ÍSF og í evsta føri hjá starvsnevndini í ÍSF. Allíkavæl hevur umboðstingið, sum einki skal hava við býtislykilin at gera, gjørt uppskotið til býtislykil, ið nú verður lagt fyri aðalfundin í ÍSF [...] 13 eru í hinum partinum. Hann vísir á, at fyri júst at sleppa undan tí stríðnum, sum nú hevur tikið seg upp, hevur ÍSF fyri tveimum árum síðani einmælt samtykt, at ábyrgdin fyri býtislyklinum í fyrsta [...] sersambond øðrumegin og 13 hinumegin, er í stríð við evstulógina hjá ÍSF, tí umboðstingið hevur onga heimild til at gera nakran býtislykil. Tað sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, ið saman við
Eftir 12 sigrar á rað er H71 ikki longur ósigrað í bestu mansdeildini í hondbólti. Tað syrgdi StÍF fyri í Hoyvíkshøllini í kvøld. Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, men StÍF stakk síðani avstað og legði seg [...] sum aftur kom á odda og slapp til hálvleiks á odda 13-10. Í seinna hálvleiki megnaði StÍF at varðveita leiðsluna. Hóast H71 minkaði heilt niður í 17-18, so komu teir ongantíð ájavnt við StÍF, sum eftir lítlari [...] lítlari løtu økti til 17-21. Síðstu løtuna var H71 aftanfyri við tveimum, men hóast teir vóru í yvirtali, so eydnaðist tað ikki at gagnnýta hesa yvirtalsstøðu, sum endaði málleys. StÍF vann at enda dystin