VÍF hevur sett 27 ára gamla norðmannin, Fredrik Wollan, sum ungdómsvenjara í felagnum. Hann kemur at standa á odda fyri ungdómsliðnum frá komandi kappingarári.
Fylg ítróttinum hjá In.fo og Sosialinum á netinum við at trýsta HER
– Mær dámar sera væl at spæla álopshondbólt, har spælararnir í verjuspælinum alla tíðina royna at fiska bóltin frá mótstøðuliðinum, og har vit samstundis leggja eitt stórt og framsøki trýst á mótstøðuleikararnar í álopspartinum. Hetta krevur, at vit støðugt mugu vera hundrað prosent tilstaðar undir venjing og í dystum. At vit altíð renna 10 metrar meira, enn kravið er. Mín hugsan er bart út, at VÍF-liðini skulu verða tey best vanda liðini av øllum, sigur Fredrik Wollan við heimasíðuna hjá VÍF.
Fredrik Wollan var í Føroyum, tá steypafinalurnar vóru. Hann sigur víðari, at hann er hugtikin av føroyskum hondbólti.
Rás2 sigur í dag frá tveimum hondbóltsdystum. Klokkan 14.30 sigur Rás2 frá dystinum millum Neistan og VÍF í hvonndeildini, og klokkan 16 frá dystinum millum Neistan og VÍF í FTZ deildini. Sendingin byrjar klokkan 14.25. Tað ber til at lurta á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.