Sigfríður Clementsen og TB stóðu fyrstu próvtøkuna á heimavølli ímóti NSÍ:
-Tað eru trettan umfør eftir, og vit skulu hava trettan stig fyri at røkka teimum 26, ið higartil hava víst seg at vera nóg nógv at varðveita plássið í deildini, sigur TB venjarin.
Aftur í hesi vikuni hevur stóri spurningurin verið, hvør skal verja TB málið ímóti ÍF. Tað verður aftur í dag Meinhardt Joensen, KÍ veteranurin, sum síðsta sunnudag átti sín stóra leiklut í, at tað eydnaðist TB at vinna ímóti NSÍ.
Tað kemur væl við, at liðformaðurin og álitið í verjuni, Teitur Olsen, er tøkur aftur eftir leikbann.
Teitur Justinussen er leikbannaður, og Hervé Din Din er farin av landinum og givin í felagnum.
Rógvi Joensen hevur verið skaddur nógvu tær seinastu vikurnar.
ÍF venjararnir eru væl nøgdir við gongdina:
-Vit eru á fimta plássi, hugburðurin er góður, og tað var sunnudagin hugaligt at vinna størsta sigurin í fleiri ár. Fjórða plássið er trý stig burtur, so tí miðja vit nú eftir, sigur annar av ÍF venjarunum Jákup Mikkelsen.
Allir ÍF spælararnir eru tøkir ídag.
Fyri tveimum mánaðum síðani vann ÍF 3-0 við Stórá í Trongisvági.