Býtislykil uttan heimild

Tað er í stríð við evstulógina hjá ÍSF, at 13 sersambond á umboðstingi hava samtykt nýggjan býtislykil, sum slett ikki tekur hædd fyri veruligum virksemi hjá sersambondunum.

– Ætlaði býtislykilin hjá Ítróttarsambandinum, sum er orsøkin til ósemjuna millum trý sersambond øðrumegin og 13 hinumegin, er í stríð við evstulógina hjá ÍSF, tí umboðstingið hevur onga heimild til at gera nakran býtislykil.



Tað sigur Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, ið saman við Hondbóltssambandinum og Svimjisambandinum er annar parturin av ÍSF – og øll hini 13 eru í hinum partinum.



Hann vísir á, at fyri júst at sleppa undan tí stríðnum, sum nú hevur tikið seg upp, hevur ÍSF fyri tveimum árum síðani einmælt samtykt, at ábyrgdin fyri býtislyklinum í fyrsta umfari liggur hjá fíggjarnevndini í ÍSF og í evsta føri hjá starvsnevndini í ÍSF.



Allíkavæl hevur umboðstingið, sum einki skal hava við býtislykilin at gera, gjørt uppskotið til býtislykil, ið nú verður lagt fyri aðalfundin í ÍSF fríggjakvøldið, og tað kunnu tey trý sersambondini ikki góðtaka.



Orsøkin til tað er millum annað, at komandi býtislykilin stórt sæð slett ikki tekur hædd fyri veruligum virksemi, samstundis sum einki krav er um, at sersambondini skulu almannakunngera sínar roknskapir ella prógva sítt veruliga virksemi.



Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Magnus Tausen.