Aftur bókaútsøla

Stóra skipaða várútsølan av føroyskum bókum verður í døgunum 27. mars ? 6. mai 2000

Í 1988 varð fyrstu ferð skipað fyri útsølu av føroyskum bókum. Bókhandlarafelagið og Bókadeild Føroya Lærarafelags skipaðu fyri - og hetta var stórhending tá. Nú vóru so nógvar føroyskar bøkur, at til bar at skipa fyri rimmar útsølu við fleiri hundrað bókum.

Men tað er kortini greitt, at føroyski bókamarknaðurin er somikið avmarkaður, at tað ber ikki til at halda útsølu hvørt ár. Tí er føroysk bókaútsøla bara 3. hvørt ár - og bøkurnar, ið verða seldar á útsølu, skulu í minsta lagi vera 3 ára gamlar. Tá ið tær hava verið á tveimum útsølum, sleppa tær ikki við aftur.

Nú er so aftur bókaútsøla á skránni í døgunum 27. mars til 6. mai. Bókadeildin sendir í hesum døgum bræv til øll forløg, har boðað verður frá hesum og greitt verður frá treytunum at sleppa upp í part. Lýsing verður eisini sett í bløðini, so fólk, ið kanska eiga bøkur, sum stigtakararnir ikki vita um, kunnu gera vart við seg.

Stór útsøluavís verður prentað og send í øll hús í landinum nakrar dagar, áðrenn útsølan byrjar. So kunnu fólk í frið og náðum kunna seg við útsølubøkurnar.