havt nógv ymisk fólkslig heiti sum eitt nú kultur-UFO, hulduheyggur, ein gandakendur álvheyggur o.a.m, men hetta merkir bert, at fólk eru góð við húsið. Góðir eru føroyingar við Norðurlandahúsið, og teir [...] uppá seg í húsinum, og vit hava varhugan av, at serstakliga í listafólkaumhvørvi er hetta ikki heilt væl dámt. Hinvegin hevur stovnurin ein støðugt vaksandi tørv á inntøkum, so vit halda hetta vera gott [...] eigur ikki at taka ta ábyrgd á seg, sum liggur á okkum – hesa ábyrgd eiga vit, løgting, landsstýri og føroyski almenningurin. Vit ynskja Norðurlandahúsinum og allari tjóðini hjartaliga tilukku á tjúgufimm
sagt, at 2/3 av øllum fremmandum ferðafólkum koma higar til Gjáar. Hesi skulu nú fáa eina góða uppliving, tá tey koma. - Men vit ynskja eisini at føroyingar skulu koma higar. Fyri tey verður handilin ein [...] vera rættiliga vís í at koma aftur við veiðu. - Vit høvdu hug at royna okkurt nýtt. Og hví ikki bjóða ferðafólkunum nakrar góðar upplivingar, meðan tey eru her í bygdini?!, sigur Anita. Og tað hevur so sanniliga [...] gomlu sethúsini Niðri í Stovu standa maskinur, benkur og líknandi hvørt um annað. Inni í handlinum eru tveir mans til arbeiðis við tí elektriska, og á loftinum er ein annar maður í ferð við onkra innrætting
Tom og leggur aftur at, at í Føroyum fær ein sanniliga eyguni upp fyri, hvussu lítil vit menniskju í veruleikanum eru og virðingin fyri náttúruni økist munandi. Hann sigur eisini, at ein tann størsti munurin [...] Tom, sum við sínum tónleiki roynir at geva okkurt aftur. Tá vit byrja at práta um umstøður hjá teimum brekaðu, sigur hann, at Føroyar ikki eru serliga handicapvinarligt land. Tom situr í elektriskum koyristóli [...] tað er við at batna, serliga tí, at tað koma alt fleiri nýggir bygningar. Prátið hjá okkum er nú av, og vit fylgjast við honum út, tí hann ætlar sær ein biltúr. Hann hevur ein serbil, sum hann koyrir sjálvur
sum møguligt. Uppgávan er trupul – sera trupul. Føroyar eru ein partur av Danmark, og Danmark er limur í ES, og Føroyar eru ikki við í ES. Føroyar eru heldur ikki longur ein partur av EFTA. Høvuðsvinnan er [...] ikki kann brúkast. Stórur meiriluti er í løgtinginum ímóti limaskapi í ES. Hetta er so torskilt, so nú eru tey flestu fallin frá – politikarar og vanlig fólk. Uppgávuna hava tó nakrir av embætisfólkunum á [...] praksis. 3 ár – hvat er komið burturúr? Nú hevur so løgmaður ferðast og gjørt fyrireikandi arbeiði í skjótt trý ár. Ein evaluering má fara fram. Stundin er komin at spyrja, hvat er komið burturúr? Helst
við stjórnina: Her eru tvær atkvøður fyri fíggjarlógini – og her er tað, vit ynskja afturfyri: 30 milliónir til stórhøllina. Tað eru bara umleið 1/8 av tí, høllin kostar. Men tað at nú ikki bara Tórshavnar [...] Nøkur eru sera misnøgd við, at eg og Edmund Joensen hava forhandlað okkum til 30 milliónir til stórhøllina á donsku fíggjarlógini. Tey siga tað vera pínligt, skammiligt, og vit verða kallaðir øll møgulig [...] felagsnevnari afturat: Fólk hava verið glað fyri tað, tá verkætlanirnar eru realiseraðar. Eisini tey, sum hava verið kritisk, tá avtalurnar eru gjørdar. Tá eg fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina avtalu um fígging
politikarar eru sera góð, og hann kemur ógvuliga væl út av tí við Kaj Leo Johannesen, løgmann. - Tað er so um jóltíðir, at nógv smá jólaborðhald verða hildin, og tá merkir mann væl, at tað eru ikki allir [...] nakað serligt á Fólkatingi, sigur Høgni Hoydal. Jólasiðvenjurnar eru annars farnar at líkjast meiri og meiri, og tað er nakað, sum vit hava tikið eftir dønum, men jólahugnin er kortini nógv størri í Føroyum [...] Johannesen. Tað eru kanska ikki so mong sum vita tað, men løgmaður hevur verið sjómaður, og hevur eisini roynt at hildi jól langt heiman ífrá. - Eg var stýrimaður við Mærsk tá eg var 21 ára gamal. Vit sigldu í
av hesum ungu spælarunum eru nú berandi kreftir á liðnum. Nevnast kunnu eitt nú Eyðvør Thomsen, Silja á Borg og Maria Johnson. Eyðvør úr Dímun sigur, at kvinnurnar hjá HB eru fullmannaðar til dystin l [...] sjálvum dystinum. Úr Klaksvík frætta vit, at KÍ hevur sent FSF eina kæru um dystin, tí at felagið ikki vil góðtaka umstøðurnar, sum dysturin var spældur undir. Til dømis eru klaksvíkingar ónøgdir við, at dómararnir [...] Manningin hjá HB í dag er rættuliga óroynd, og á liðnum í dag eru einans fýra, sum vóru við til at vinna føroyameistaraheitið fyri fýra árum síðani. Tær eru, umframt Eyðvør sjálva, Annika Godtfred, Annika Hansen
Birgittta Petersen. - Tað er ein gongd, sum vit kenna úr øðrum londum, men sum seinastu árini eisini sæst í Føroyum. Vit hav fleiri ferðir umrøtt trupulleikan, men vit fáa sum so ikki gjørt so nógv annað uttan [...] at búgva aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Orsøkirnar eru teir sera høgu sethúsaprísirnir í Havn, umframt at trupulleikar eru við barnaansing osv. - Vit hava ikki viðgjørt teir høgu sethúsaprísirnar í hø [...] eitt serstakt mál, og tað hevur heldur ikki verið uppá tal, eitt nú at differentiera lønirnar ella lønarkrøvini, tvs. at fólk í Havn eitt nú skulu hava meira løn enn aðrastaðni í landinum. Men tað er klárt
skrivifrælsi, er hesin spurningur nú av munarligum týdningi. Í USA hava tey mormonsk forsetavalevni, ið tala fyri kærkomna rættinum at buka konur og børn til sættis. Í Bretlandi eru opus dei-fylgisneytar í un [...] javnstøðu. Í Føroyum hava vit fanatisk samkomufólk, ið halda seg síggja eitt menniskja í einum 7 daga gomlum fostri og soleiðis forða læknavísindaligari menning. Og seinastu árini hava vit vassað ígjøgnum ein [...] ein ‘multikulturellan’ greyt um hvussu vit eiga at virða einhvørja religiøsa sannføring, at vit hava mist førleikan at svara aftur. Serliga her, í okkara glansbílætskristna landi, har vaksið fólk enn trýr
við sær. -Vit vóru ikki nóg góðir, tá ið vit høvdu bóltin, og tað bar við sær, at vit ikki vunnu stig. Men vit vístu, at tað er nógv at byggja á, og vit halda fram við góðum hugburði, og vit rokna við [...] at B36 var omaná, og at B36 spældi seg til fleiri møguleikar, enn vit gjørdu, men vit høvdu kjansir, og um væl vildi til, so kundu vit havt eitt stig við okkum úr Gundadali, sigur Jákup á Borg í samrøðu [...] Ragnar Nattestad við høvdinum, eftir at Jann J. Benjaminsen við frísparki legði innfyri úr høgru. -Vit eru fegnir og lættir yvir, at tað eydnaðist at vinna. Tað plagar ofta at vera tungt fyrstu tveir dystirnar