B36 – við Andrassi Johansen sum fínum stýrimanni á miðvøllinum – vann í kvøld síðsta landskappingardystin í 19. leikumfari. B68 var gestur í Gundadali, og toftamenn rigga til at fara til hús við 2-0 tapi. Fyrra málið varð skorað tveir minuttir undan steðginum, og seinna málið varð skorað, tá ið tað restaði eitt lítið korter.
Áskoðararnir vóru vitni til fínt undirhald. Tað gekk skjótt fyri seg, og tað vóru málmøguleikar í báðum endum. Nærdystirnir vóru nógvir, og Jóhan Hendrik Ellefsen dómari hevði níggju ferðir gula kortið á lofti.
Lítla løtu undan steðginum fekk B36 hol á. Taufee Skandari sneiddi seg snilt leysan stutt frammanfyri miðstrikuna í høgru, og tá ið hann legði innfyri, var Valerijs Sabala fyrstur á og stýrdi við hælinum bóltin í málið.
Seinna málið skoraði innskifti Sonni Ragnar Nattestad við høvdinum, eftir at Jann J. Benjaminsen við frísparki legði innfyri úr høgru.
-Vit eru fegnir og lættir yvir, at tað eydnaðist at vinna. Tað plagar ofta at vera tungt fyrstu tveir dystirnar eftir altjóða uppgávurnar, og tí kom hetta væl við, staðfestir B36 venjarin Dan Brimsvík.
At Europa luttøkan hevur slitið upp á B36 liðið sást í, at Magnus Egilsson bara spældi fyrra hálvleik, og í at Hannes Agnarsson og Eli Falkvard Nielsen ikki vóru á vøllinum.
B68 er bara tvey stig omanfyri niðurflytingarstikuna, og venjarin Jákup á Borg ásannar, at nú verður neyðugt at vinna dystir. Kortini var hann nøgdur við hugburðin í kvøld:
-Spælararnir geva seg fult og heilt í kvøld. Eingin ivi var um, at B36 var omaná, og at B36 spældi seg til fleiri møguleikar, enn vit gjørdu, men vit høvdu kjansir, og um væl vildi til, so kundu vit havt eitt stig við okkum úr Gundadali, sigur Jákup á Borg í samrøðu við ítróttarsendingina hjá Televarpinum.
B68 hevði nýtt andlit á liðnum í kvøld. Áki Johannesen, sum leingi hevur verið skaddur, hevði nýggjan makkara í miðverjunu. Tað var Aron Reinert Hansen. 18 ára gamli skjóti og høgi miðverjin hevur verið fimm løtur á liðnum fyrr í ár, men nú var hann alla tíðina á vøllinum, og eingin ivi er um, at hann í kvøld spældi seg nærri føstum plássi.
Toftamenn runnu nógv, og tá ið 16 ára gamli Bartal Páll Klein varð skiftur inn, vísti hann stórt sjálvsálit, sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum og var um reppið at minka um munin.
Tá ið B36 fyri tveimum vikum síðani var í Sørvági, var B36 leiðslan 2-0, inntil tað restaðu fimm minuttir. Tá minkaði 07 Vestur fyrst um munin, og so varð tað javnt. Ivaleyst lúrdi møguleikin fyri endurtøku av hesum í B36 leguni, men tað eydnaðist ikki B68 at skora málið, sum kundi havt spenning við sær.
-Vit vóru ikki nóg góðir, tá ið vit høvdu bóltin, og tað bar við sær, at vit ikki vunnu stig. Men vit vístu, at tað er nógv at byggja á, og vit halda fram við góðum hugburði, og vit rokna við, at tað fer at gleppa, sigur B68 venjarin Jákup á Borg.
https://in.fo/news-detail/myndir-b36-b68-3
B36 – B68 2-0 (1-0)
1-0: Valerijs Sabala 43.
2-0: Sonni Ragnar Nattestad 78.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Magnus Egilsson, Jann J. Benjaminsen – Andrass Johansen, Mattias Hellisdal – Taufee Skandari, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Valerijs Sabala
B68: Benjamin Schubert – Gilli Samuelsen, Áki Johannesen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ó. Jensen – Sebastian Lau Nielsen, Aleksandur Ó. Jensen – Mohamed Samba, Ragnar Samuelsen, Hanus Højgaard – Jørgen Nielsen
KÍ | 18 | 16 | 1 | 1 | 46 | 11 | 49 |
HB | 19 | 14 | 2 | 3 | 52 | 13 | 44 |
B36 | 19 | 14 | 1 | 4 | 42 | 17 | 43 |
Víkingur | 19 | 11 | 3 | 5 | 40 | 19 | 36 |
07 Vestur | 19 | 9 | 3 | 7 | 33 | 30 | 30 |
EB/Streymur | 18 | 6 | 1 | 11 | 19 | 33 | 19 |
TB | 19 | 4 | 3 | 12 | 12 | 42 | 15 |
B68 | 19 | 3 | 5 | 11 | 19 | 36 | 14 |
ÍF | 19 | 4 | 0 | 15 | 18 | 50 | 12 |
AB | 19 | 3 | 1 | 15 | 14 | 44 | 10 |
Sunnudagin 27. august
KÍ – EB/Streymur: Dagfinn Forná
ÍF – Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00
07 Vestur – B68: Kári J. á Høvdanum
AB - HB: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00
TB – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00