Jól í politisku skipanini er heldur øðrvísi í Danmark enn í Føroyum. Her heima duga politikarar betur at skilja ímillum politiskar ósemjur og privatar ósemjur, heldur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at persónligu viðurskiftini millum føroyskar politikarar eru sera góð, og hann kemur ógvuliga væl út av tí við Kaj Leo Johannesen, løgmann.
- Tað er so um jóltíðir, at nógv smá jólaborðhald verða hildin, og tá merkir mann væl, at tað eru ikki allir flokkar sum eru við, sigur Høgni Hoydal.
Føroyskir politikarar kennast betur og teir samskifta betur eisini um onnur ting enn politikk.
- Eg og Kaj Leo kunnu tosa saman um fótbólt, útróður og fiskiskap, og tað verður ikki gjørt nakað serligt á Fólkatingi, sigur Høgni Hoydal.
Jólasiðvenjurnar eru annars farnar at líkjast meiri og meiri, og tað er nakað, sum vit hava tikið eftir dønum, men jólahugnin er kortini nógv størri í Føroyum, heldur formaður Tjóðveldis.
Tosa við fólk
Løgmaður heldur, at fólk kanska hava ta fatan, at føroyskir politikarar ikki kunnu vera góðir starvsfelagar, tá tey hoyra orðalagið í politisku orrustunum, men har heldur Kaj Leo Johannesen, at føroyskir politikarar yvirhøvur hava tað gott saman sum starvsfelagar.
- Bylgjurnar kunnu ganga høgt, serliga eftir eina strævna fíggjarlógarviðgerð, men tá vit so koma inn í jólatíðina, so slætnar aftur og jólafriðurin leggur seg yvir øll, sigur løgmaður.
Hann heldur, at jólini gera fólk glaðari, og tí er talan um nakrar fantastiskar dagar.
- Jólini gera nakað sálarliga við fólk, sigur løgmaður.
Júst í starvinum sum løgmaður hevur Kaj Leo Johannesen nakrar serligar uppgávur um jóltíðir.
- Eg havi verið uppi á Barnaheiminum og tosað við børnini har, eins og eg havi verið í Herberginum. Tað er ótrúliga spennandi at tosa við fólk, og tað er ein av teimum stóru fyrimununum við at vera løgmaður, sigur Kaj Leo Johannesen.
Tað eru kanska ikki so mong sum vita tað, men løgmaður hevur verið sjómaður, og hevur eisini roynt at hildi jól langt heiman ífrá.
- Eg var stýrimaður við Mærsk tá eg var 21 ára gamal. Vit sigldu í fjareystri og eg helt so jól har, men tað var einki serligt, slett ikki tað sama sum í Føroyum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Jól umborð
Andstøðuleiðarin, Høgni Hoydal, hevur eisini roynt at hildið jól uttan fyri Føroyar.
- Eg læs niðri í 5 ár, men bert tey einu jólini helt eg ikki í Føroyum, hevði ikki ráð til ferðaseðilin. Tað løgna við mær er tó, at eg átti eina danska ommu í Føroyum og eina føroyska ommu í Keypmanahavn, so eg helt hesi jólini saman við henni, og tað eri eg fegin um, sigur Høgni Hoydal.
Men eisini hann hevur roynt at verið til skips á jólum, enntá saman við Kaj Leo Johannesen.
- Tað var við Vaktartænastuni, vit vóru nirði í Kanalini tá. Eg minnist, at eg fekk einar skóleistar og eina karamelleskju í jólagávu frá einari konu í Lamba, sigur Høgni Hoydal.
Hann nevnir tað stóra arbeiði, sum verður gjørt av sjómanskvinnuringunum kring landið og tann stóra týdning, hetta arbeiði hevur fyri føroyskar sjómenn.
Hetta við sjómanskvinnuringum er eitt serføroyskt fyribrigdi, og harvið ókent í eitt nú Danmark.
Jólaborðhald
Eitt annað, sum er serligt í Føroyum í mum til Danmark, er eitt samlað jólaborðhald, har Løgtingið, manning og starvsfólk umframt landsstýrisfólk savnast.
- Tað plagar at vera ógvuliga hugnaligt. Eg haldi, at hetta var nakað, Finnbogi Ísakson, sáli, tók stig til, tá hann var løgtingsformaður, so tað er ikki ein so gomul traditión heldur, sigur Høgni Hoydal.
Tað plagdi at vera løgtingslimir sjálvir, sum vóru toast-mastarar, men hesaferð høvdu teir innkallað Robert McBirnie at standa fyri undirhaldinum. Annars hava Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen og John Johannesen onnur ár skipað fyri undirhaldinum.
- Hetta er ikki vanligt í Fólkatinginum. Har hava tey tó eina nýggjársveitslu, har allir fólkatingslimir við maka verða bodnir við, men hetta er so stórt, at tað als ikki kann samanberast við jólaborðhaldið hjá Løgtinginum, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at skotið verður óført millum tingfólk eftir hvørjum øðrum, og nú onkur kemur uttanífrá, so kann hann lata tað stóru breiðsíðuna av mótir øllum.
Annars heldur Kaj Leo Johannesen ikki, at fólk hava gjørt meiri av at geva honum »stikkpillarar« eftir at hann er vorðin løgmaður.
- Heitið hevur eina ávísa tign við sær, og eg haldi, at fólk hava meiri hug at verða formell, heldur Kaj Leo Johannesen.
Og tað gevur Høgni Hoydal honum rætt í, tí hann er higartil sloppin ógvuliga snikkaleysur undan Óla P.
Politikkleys jól
Teir báðir eru samdir um, at jólini í stóran mun snýr seg um familjuna, og serliga børnini. Løgmaður avdúkar, at hann nýtir jólini til at minnast tey, sum farin eru, antin tað so er í ár ella undanfarin ár.
Jólini er tann tíðin á árinum, tá battaríini verða lødd aftur, og tá nakað av tí forsømda verður heintað inn aftur. Tá teir báðir politikararnir kunnu verða meira saman við børnunum. Men fyrst og fremst verður politikkurin lagdur í hillina.
- Mann møtir nógvum fólki um jólini, men tá veðrur ikki tosað politikkur. Skal ikki siga, at tað ikki kemur fyri, men yvirhøvur tosa fólk ikki um politikk á jólum, sigur løgmaður.
Og andstøðuleiðarin kann bert taka undir við løgmanni.
Men eingi jól uttan jólagávur, og eins og í fjør góvu løgmaður og andstøðuleiðarin hvørjum øðrum eina jólagávu, sum myndirnar eisini vísa.