Svar til tey, sum ilskast um avtaluna um 30 mió. til stórhøllina

Nøkur eru sera misnøgd við, at eg og Edmund Joensen hava forhandlað okkum til 30 milliónir til stórhøllina á donsku fíggjarlógini. Tey siga tað vera pínligt, skammiligt, og vit verða kallaðir øll møgulig ikki so pen lýsingarorð.

 

Eg skilji væl ta ideologisku hugsanina, sum liggur aftanfyri, og kann eisini hava virðing fyri henni.

 

Men her skal eg mína vegna siga, hví eg havi gjørt, sum eg havi.

 

 

 

Bruk makten

 

Einaferð tosaði eg við ein eldri norskan politikara stutt áðrenn hann gavst, og spurdi hvørji ráð hann hevði til mín. Hann svaraði við einum setningi: “Bruk makten mens du har den”.

 

Tað tók eg til mín.

 

Sannleikin er, at nógvir politikarar IKKI brúka tað vald, teir hava. Teir tosa og keglast, men tað, sum stendur eftir, er lítið.

 

Tað er ikki nógv makt mann hevur, tá mann er ein av 179 fólkatingslimum. Men er mann er úti um seg, fær mann atgongd til nøkur fólk og nakrar skipanir, sum onnur ikki hava atgongd til.

 

Men nýtist ikki at brúka hesar møguleikar til nakað. Men mann kann eisini royna at brúka teir til at gera okkurt gagnligt í tí stóra og tí smáa.

 

Tað royni eg sum frægast.

 

 

 

Fíggjarlógin

 

Tá danska fíggjarlógin verður gjørd, so kann eg – sum øll hini ið samráðast – siga, at eg vil gjarna hava okkurt afturfyri at atkvøða fyri lógini.

 

Nógv spyrja, um eg kann royna at skaffa fígging til alt møguligt; tey flestu verða vónbrotin, men viðhvørt eydnast tað.

 

Tað hevur gjøgnum árini eydnast at fáa fígging til verkætlanir í Porkeri, á Tvøroyri, í Klaksvík, í Havn, í Miðvági, verkætlanir innan sosiala økið og mentanarøkið.

 

Tað hevur aldrin verið talan um rakstur, bara eingangsupphæddir. Tað hevur altso ikki bundið Føroyar fíggjarliga at Danmark.

 

Tað hevur altíð verið gjørt eftir ynski frá og í samstarvi við teir felagsskapir og teir myndugleikar, sum hava varða av prosjektunum.

 

Tað er – sjálvandi – altíð gjørt í samráð við leiðsluna í Javnaðarflokkinum.

 

Tað hevur altíð verið, tá royndirnar at finna fígging aðrastaðni ikki hava eydnast.

 

Og tað er ein felagsnevnari afturat: Fólk hava verið glað fyri tað, tá verkætlanirnar eru realiseraðar. Eisini tey, sum hava verið kritisk, tá avtalurnar eru gjørdar.

 

Tá eg fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina avtalu um fígging til dokumentarfilmar, var onkur til dømis øgiliga kritiskur. Seinni rósti viðkomandi stórliga filminum Skál. Men vissi avtalan ikki var gjørd – so var eingin filmur at rósa...

 

Spurningurin, eg sum fólkatingsmaður má seta mær er, er hesin: Hvat skal eg siga, tá fólk spyrja um eg kann hjálpa? Skal eg siga: “ja, eg kann hjálpa – men eg vil ikki gera tað av ideologiskum orsøkum.” Ella skal eg siga: “ja – eg skal royna”.

 

Eg havi valt at gera tað seinna. At fylgja ráðunum frá norðmanninum: “Bruk makten mens du har den”.

 

Hetta her við bara at ganga runt og snakka og vera ideologiskur ... eg eri for gamal til tað. Sjálvandi skal man halda talur og markera síni sjónarmið. Tað geri eg eisini. Men endamálið má vera konkret úrslit. Tað er orsøkin til, at eg eri í politikki.

 

 

 

Stórhøllin

 

Viðvíkjandi stórhøllini, so hava eg og Edmund Joensen – eftir at hava tingast við allar viðkomandi partar í Føroyum í langa tíð – sagt við stjórnina: Her eru tvær atkvøður fyri fíggjarlógini – og her er tað, vit ynskja afturfyri: 30 milliónir til stórhøllina.

 

Tað eru bara umleið 1/8 av tí, høllin kostar. Men tað at nú ikki bara Tórshavnar Kommuna, men eisini danski staturin nú eru við, er í sjálvum minst líka týdningarmikið. Tí við tí stemplinum verður tað nógv lættari at fara til aðrar íleggjarar. Bæði privatar og almennar, føroyskar og útlendskar.

 

Tað snýr seg um, at nógv fólk skulu brúka ta maktina, tey hava har tey sita, til at samstarva um at fáa hetta gjørt.

 

Tað snýr seg um úrslitið. Tá tað er komið fara tey flestu at fegnast um tað – eg giti eisini tey, sum eru ónøgd við prosessina.

 

Sum sagt: Eg skilji ta ideologisku mótstøðuna. Men eg haldi tað er betri at hava eina ideologiskt ikki so reina høll, enn at standa eftir við ongari høll og reinari ideologi.

 

 

 

Fíggjarnevndin  

 

Í Degi og viku týskvøldið varð sagt, at pengarnir frá fólkatinginum leggja trýst á fíggarnevndina í løgtinginum.

 

Tað skilji eg ikki. Um 30 mió. leggja trýst á – hvat so við teirri nærum fýra ferðir so stóru upphæddini, sum Tórshavnar Býráð er sinnað at rinda? Leggur býráðið so fýra ferðir so stórt trýst á? Og hví ger KvF ikki eina søgu burtur úr tí?

 

Sannleikin er, at eingin “leggur trýst” á nakran. Um løgtingið ikki vil verða við til at fíggja høllina, so kann løgtingið siga nei. Og um løgingið vil fíggja alt – og ikki tískil ikki “setast undir trýst” – so kann løgtingið tað.

 

Ætlanin hevur verið at fáa fleiri partar at fíggja eina høll, sum verður til stórt gagn fyri føroyskan ítrótt, ungdómslív og sosialt lív.

 

Fyrireikararnir hava hugsað, at um fólkatingið er við, verður lættari at fáa onnur við. Eg og Edmund Joensen hava verið samdir. Tí hava vit gjørt, sum vit hava.

 

Um tað hinvegin er ein trupulleiki, at fólkatingið kemur við 1/8 parti av pengunum, so er tann trupulleikin lættur at loysa: Tað er bara at siga nei takk.