Høgu sethúsaprísirnir og sera avmarkaðu, alternativu íbúðarmøguleikarnir í høvuðsstaðnum kunnu gerast ein álvarsligur trupulleiki fyri Havnina, tí fólk við lág og miðalinntøkum hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, tá tey skulu seta seg í búgv, og noyðast tí at flyta úr høvuðsstaðnum at búgva og arbeiða. Tað metir Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag. Hon kennir nógv dømi um, at ungir, nýútbúnir lærarar hveppa seg við at seta búgv og søkja arbeiði í Havn, tí lønin samsvarar ikki við útreiðslurnar av einum sethúsum.
- Eg síggi tað ikki beinleiðis sum ein trupulleika fyri Føroya Lærarafelag, men heldur sum ein trupulleika hjá tí einstaka læraranum, sum virkuliga ynskir at vera lærari í Havn. Men størsti trupulleikin liggur tó hjá Tórshavnar Kommunu, tí gongdin kann enda við, at tað verður trot á lærarum í høvuðsstaðnum, greiðir Elsa Birgitta Petersen frá. Hon veit um fleiri dømi, at lærarar, sum helst høvdu ynskt at verið lærarar í Havn, kortini hava valt at flyta úr høvuðsstaðnum og fáa sær lærarastarv uttanfyri Havnina, tí húsaprísirnir eru so nógv lægri.
- Tað er jú líka gott at vera lærari, til dømis í Vestmanna, í Hósvík ella í Eysturoynni, eisini sjálvt um tú hevur tíni familjubond í Havn. Eg kenni fleiri dømi um ungar lærarar, sum kundu hugsað sær at verið lærarar í Havn, men sum kortini velja at búseta seg og fáa sær arbeiði úti um landið, tí tað er so nógv bíligari, sigur Elsa Birgittta Petersen.
- Tað er ein gongd, sum vit kenna úr øðrum londum, men sum seinastu árini eisini sæst í Føroyum. Vit hav fleiri ferðir umrøtt trupulleikan, men vit fáa sum so ikki gjørt so nógv annað uttan at krevja meira løn undir sáttmálasamráðingum, sigur Elsa Birgitta Petersen. Eftir hennara tykki er tað ein trupulleiki hjá fleiri starvsbólkum, at so lítið samsvar er millum lønina og útreiðsluna til sethúsini, velir ein at seta seg í búgv í høvuðsstaðnum. Elsa Birgitta Petersen vísir á, at byrjunarlønin hjá einum lærara liggur um 19.000 krónur, og endalønin um 25.000. Og við hesi inntøku er trupult at forrenta eini sethús í høvuðsstaðnum. Læraralønin er at meta sum ein miðalinntøka í samfelagnum í dag, men fleiri starvsbólkar liggja undir hesa løn, leggur forkvinnan í Føroya Lærarafelag afturat.
Gunnleivur Dalsgaard er formaður í Starvsmannafelagnum. Hjá stórum parti av teimum tilsamans 1800 limunum í felagnum, harav 1100 starvast hjá tí almenna, er arbeiðsplássið í Havn. Eisini hann veit um fleiri limir, sum noyðast at búgva aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Orsøkirnar eru teir sera høgu sethúsaprísirnir í Havn, umframt at trupulleikar eru við barnaansing osv.
- Vit hava ikki viðgjørt teir høgu sethúsaprísirnar í høvuðsstaðnum sum eitt serstakt mál, og tað hevur heldur ikki verið uppá tal, eitt nú at differentiera lønirnar ella lønarkrøvini, tvs. at fólk í Havn eitt nú skulu hava meira løn enn aðrastaðni í landinum. Men tað er klárt, at tað er ein trupulleiki, at tað er so dýrt at seta seg í búgv her, sigur Gunnleivur Dalsgaard. Hann leggur afturat, at gongdin í samfelagnum, og hvat tað kostar at liva, til eina og hvørja tíð kemur at vera grundarlagið undir lønarkrøvunum hjá Starvsmannafelagnum. Og so má man bara ásanna, at tað loypir meira av, velir tú at seta teg í búgv aðrastaðni enn í Havn.
Helvtarmunur
At stórur munur veruliga er á søluprísurin á sethúsum í høvuðsstaðnum og restina av landinum, prógvar eitt yvirlit hjá Føroya Sparikassa. Yvirlitið fevnir um allar sethúsasølur í landinum, undantikið tvingsilssølur og sølu av húsum, har seljari og keypari eru næstringar, og tískil hava avtalað ein prís sínamillum.
Sambært yvirlitinum skiftu 55 hús í høvuðsstaðnum eigara í fjør. Hesi hús vóru í meðal seld fyri 1,34 milliónir krónur. Sama ár vóru 59 hús seld í størru bygdunum í landinum, og á teimum var søluprísurin í miðal 716.000 krónur. Í smærru bygdunum vóru seld tilsamans 66 hús í fjør, og tey fóru fyri 631.000 krónur í meðal. Sostætt sæst, at húsini í høvuðsstaðnum í meðal vóru seld fyri útvið tað dupulta sammett við húsini í størru bygdunum, og meira enn tað dupulta, sammett við smærru bygdirnar. Her skal tó havast í huga, at her er einans talan um sølukostnað, og hædd er tí ikki tikin fyri, hvussu húsini síggja út, hvussu stór og hvørjum standi tey eru í o.s.fr.
Men í Sosialinum í gjár mettu fleiri húsameklarar, at kostnaðurin á einum vanliga góðum sethúsum broytist 500.000 krónur, alt eftir hvørt húsini standa í Havn ella t.d. í Runavík. Og er talan um hús í Suðuroynni, er munurin á leið 700.000 krónur.
Yvirlitið hjá Sparikassanum vísir eisini, at sethúsaprísurin síðstu árini er nógv mest øktur í høvuðsstaðnum. Í 1999 var miðalsøluprísurin á húsum í Havn 1,08 millión krónur, í størru bygdunum var hann 664.000 krónur, og í smærru bygdunum 545.000 krónur.
Fyrsta hálvár í ár vísa tølini hjá Sparikassanum, at sethúsaprísurin í meðal framvegis er á veg uppeftir. Men sambært húsameklarum er miðalprísurin á sethúsum í Havn við at koma í eina fastari legu, og prísirnir eru ikki longur á veg uppeftir. Tó eru húsaprísirnir í restini av miðstaðarøkinum framvegis á veg uppeftir.










