at tær flestu av verandi kommunum eru ov smáar til tess, men við størri kommunalum eindum fáa vit neyðugu støddina til at uppbyggja neyðuga fakkunnleikan. Tað fáa vit ikki um alt verður umsitið frá eini [...] ber til, tí dømini altíð eru tær smæstu kommununar. Hetta gongur ímóti kommunuálitinum og ætlanum landstýrisins um at styrkja kommununar við at lata teimum fleiri uppgávur. Vit kunnu ímynda okkum raðfestingina [...] álitinum,:? at barnaverndirnar verða um ikki avtiknar,so samansettar av fakfólki og leikfólki, og ikki sum nú bara av leikfólki, og at sama nevnd ikki skal taka avgerðir bæði í álvarsligum málum og minni álvarsligum
Men skulu vit gera okkum nakrar sum helst vónir um at gera okkum galdandi í oljuvinnuni komandi árini, kunnu vit als ikki liva við einum túri um dagin. Hann helt, at tað bleiv ongantíð, at vit fáa eina [...] sníktur úr siglingini, so áðr-enn suðuroyingar vita av, er sambandið um Sandoynna tað einasta, vit hava, áðrenn vit vita av. Tað tók býráðið undir við, og tí kemur tað eisini at standa í áheitanini á løgtingið [...] Tvøroyrar Býráð fer nú at heita á Løgtingið um at skipa so fyri, at Smyril fer at sigla tveir túrar hvønn veg ímillum Suðuroynna og Havnina um dagin - hvønn dag í vikuni, frá 1. januar 1999 at rokna.
latið standa til. Staðfestingin hjá Jóannesi Bóndi, um vit sjálvi verða stolin, vit eru líka tolin, er eins sonn ídag, sum táið hon varð snikkað til. Nú røkist fyri, at danir fara at leggja seg undir ES-g [...] áhugamálum og vit fara at geva okkara íkast til menningina av einum demokratiskt skipaðum heimi. Pr. formalia eru tveir sessir í danska nationala parlamentinum einastu politisku sessir vit eiga uttanvert [...] verður lagt í hetta. Her verður ein samgonga skipað fyri og onnur eftir. Og alt snýr seg bara um hvussu vit frægast megna at barbera hvør øðrum. Táið Haldór Asgrimsson fer úr uttanríkisráðnum í forsætismálaráðið
Thorsteinsson frá. ?Vit ringdu til Sólbjørn,( tað er formaður í HB stuðlum, blðm.) og bóðu hann siga okkum nummarið á vinnaraseðlinum. Hann segði, at seðilin hevði nummar 101, og so vóru vit sannførd, hóast [...] ?Øll eru líka ovfarin. Tað er ikki rættiliga gingið upp fyri okkum enn, at Marita hevur vunnið hendan stóra vinningin, siga foreldrini at 12 ára gomlu Maritu Thorsteinsson í Havn, sum fríggjadagin vann [...] tann stóra vinningin, ið er ein íbúð á Berjarbrekku í Havn. Íbúðirnar av hesum slagnum, sum Marita nú hevur vunnið, verða seldar fyri 950.000,- krónur. ?Tað var soleiðis, greiðir Heri Thorsteinsson frá
broytingar, og nær hesar broytingar eru gjørdar. - Júst hetta at vit hava tvey sløg av brúkarum er ein stórur styrkur, meta vit. Skipanin er ótrúliga løtt at brúka, og tí meta vit, at hon fer fram um aðrar CM [...] ið Sansir ætlar sær á heimsmarknaðin við. - Hetta er ein tann størsti dagurin í søguni hjá Sansum. Vit hava arbeitt miðvíst við hesi ætlan í tvey ár, og tað seinasta hálvtannað árið hevur eitt fólk burturav [...] CMS-skipanir, sigur Høgni Rasmussen. Hann heldur tískil, at Sansir nú hevur eina vøru, sum kann gera seg galdandi á heimsmarknaðinum, og tí verður farið út um landoddarnar at selja skipanina. Fýra fólk í
hana, vit í dag ganga beint oman fjallasíðuna. Hann kom úr Betfage og Betániu, sum liggja eystanvert Oljufjallið, og er tískil uttan iva farin sunnanfyri og síðan niðan móti Dungaportrinum, sum vit tó eisini [...] fara at ganga ígjøgnum, tá vit um eina stund fara inn í býin. Á ungum ásna kom hann og ikki í prangandi krígsvogni, drignum av fleiri hestum við levint og gangi. Ella sum vit komu øvugtan veg í dag. Í Mercedes [...] ymiskum, teir vilja selja fremmandamanninum, sum stígur úr hýruvogninum her ovast á Oljufjallinum. Teir eru fáir í dag, fremmandu ferðamenninir, sum leggja leiðina hendaveg. Ferðaleiðarin var heldur einki fyri
útbjóðast fyri fastan kostnað, skiljið eg hinvegin ikki rættiliga. Svarð varð lovað eftir 2 vikum. Nú 6 vikur eru farnar, man svarið liggja nakað nær. Samferðsluhavnin hevur ligið 9 vikur í vinnunevndini, og [...] tunnilin í ár, og løgtingsins vilja fara vit at fylgja so ella so. Játtaða upphæddin í hesum árinum røkkur ikki langt, men tunnilin kemur at liggja har, sum vit suðringar siga, at hann skal liggja. So kunnu [...] kunnu menn kanna, so galt teir vilja. Hvussu vit skilabest loysa tunnilsgerðina og samferðsluhavnina, og um hesar kunnu tengjast at hvørji aðru, fáa vit at síggja í næstum, tá ið vinnunevndin og lands
scoring goals at the progressive end of the pitch if you are conceding more at the other end?. Men nú, komin inn í triðja og seinasta stjórnarskeiðið, er lítið at ivast í, at hann fer at virka eitt sindur [...] bretska fíggjarmálaráðharranum: gev teimum, ið eru før fyri at arbeiða, áræði; gev teimum, ið finna arbeiði, samsýning; og, at enda, gev teimum, ið ikki eru før fyri at arbeiða, neyðuga styrkin. Tey vinstrahallu [...] menniskjaliga dugnaskap. Hetta merkir tó ikki at Blair og ?blairites? eru talsfólk fyri einum javnaðarsligum vælferðarstáts-modelli, sum vit kenna tað í dag. New Labour hevur allatíðina tvíhildið um, at skal
brosa. Allar royndir at ørkymla skipið eru nyttuleysar, tí havsins leinkjur er slitnar og liggja nú djúpt á havsins botni. Nú er komin øldin, tá tey seinastu eru tey fyrstu og tey fyrstu tey seinastu: [...] Revisited, frá 1965. Bæði lag og tekstur eru eftir mínum tykki dømi um næstan geniala, stemningsvekjandi list. Partar av tekstinum eru tiknir úr gomlum blues-sangum, vit síggja tokið koma framvið, minka ferðina [...] Hesse ella sex-evangeliið hjá Wilhelm Reich, og endiliga eru nøkur, sum halda upp á, at rísmáltíðir burturav lekja allar sjúkur og allan ampa, og so eru tað uppaftur tey, sum hava funnið vísdómin í zen-buddhismuni
burtur. Óluvá Zachariasen vísir á, at allir túrar eru tilkallitúrar, og tað merkir, at er einki ferðafólk, er heldur eingin túrur. Hon sigur, at fólk í Hesti eru hørm um ætlaninar hjá SSL, men tey hava eina [...] Landsins broyta meining og soleiðis eisini ferðaætlanina, sum er í uppskoti. - Vit vóna, at Hestur kann varðveita teir túrar, ið eru. At taka túrin klokkan 07 burtur, er sera óheppið, tí tá fellur møguleikin [...] tí hetta er ein góður møguleiki hjá hestfólki, sum fara ørindi til Havnar, eitt nú til lækna, fysioterapi ella hvat tað nú kann vera. - Tað er rættiliga leingi at skula vera í Havn frá klokkan gott 09 á