tórbjørn jacoben
?????
Verðin er lítil, og hon verður minni. Einu flogferðina úr Keypmanna-havn til Keflavíkar sat eg í sama raði sum tveir kendir íslendingar. Fyrr-verandi forsetin Vígdis hevði verið og tjekkað hvussu gekst við Norð-urbryggjuni og Haldór Asgrimsson hevði verið í Portugál og samrátt við Europeiska Samveldið um eitthvørt.
Tveir grønlendskir og ein føroyskur tingmaður úr danska parlamentinum sótu har, ávegis at vitja Altingið, í eini roynd at skilja, hvussu menn høvdu skipað ein sjálvstøðugan stat í norðurhøvum. Eina republikk. So ymiskt er politiska flogið um okkara leiðir.
Sum er, hava føroyingar ongan politiskan legitimitet uttan fyri føroyskt øki. Danir hava sett seg á hendan rættin og okkara laissez-faire hug-burður hevur latið standa til. Staðfestingin hjá Jóannesi Bóndi, um vit sjálvi verða stolin, vit eru líka tolin, er eins sonn ídag, sum táið hon varð snikkað til.
Nú røkist fyri, at danir fara at leggja seg undir ES-grundlógina. Tá skelvir í politiska grund-vøllinum landanna millum. Uttanríkispolitisku heimildirnar hjá føroyingum, sum hava ligið í Keypmannahavn, verða tá fluttar til Brússel.
Politisku heimildirnar mótvegis umheiminum fara tá at liggja hjá okkara stórsta handils-partn-ara og okkara mótstøðu-parti í týðandi samráð-ingum um rættindi av alskins slagi. Hetta hevði ongin onnur tjóð kunna liva við.
Sambandsflokkurin ynskir alt vald til Brússel. Javnaðarflokkurin situr og fiflar við einum uppskoti, sum skal áseta hvussu stórir ella smáir uttanríkispolitisku molarnir skula vera, ið fara at fella av húsbóndans borði. Og Fólkaflokkurin ætlar at seta ein landsstýrismann í uttanríkismálum við ongum heim-ildum. Eitt tómt hugskot, ið ætlast at nøkta fáfongdina hjá onkrum teirra.
Upp í móti hesum stendur Tjóðveldisflokkurin. Hann ætlar at skipa eitt Uttanríkisráð við óskerdum heimildum í einum føroyskum stati. Endamálið er greitt. Javnbjóðis skipað viður-skifti við umheimin fara at tryggja, at Føroyar framhaldandi vera ein sjálvstøðug demokratisk tjóð, vara verður av politiskum, handilsligum, búskaparligum og mentanarligum áhugamálum og vit fara at geva okkara íkast til menningina av einum demokratiskt skipaðum heimi.
Pr. formalia eru tveir sessir í danska nationala parlamentinum einastu politisku sessir vit eiga uttanvert landoddarnar. 2 av 179. Soleingi hesin ússaligi tilstandur er ein veruleiki, fer Tjóðveldisflokkurin at brúka annan ella báðar, at fremja føroysku søkina, at berjast fyri at allar politiskar heimildir vera vunnar føroyingum aftur. Vinnast má á hesum paradoksinum, at mótstøðumenn okkara í handli og áhugamálum vara av og umsita okkara viðurskifti við allan heimin.
Ymiskt er hvussu nógv verður lagt í hetta. Her verður ein samgonga skipað fyri og onnur eftir. Og alt snýr seg bara um hvussu vit frægast megna at barbera hvør øðrum. Táið Haldór Asgrimsson fer úr uttanríkisráðnum í forsætismálaráðið fer David Oddsson hinvegin, so týðandi verður sessurin hildin at vera hjá grannunum vestanfyri. Stórsti spenningurin í USA eftir forsetavalið var, hvør oddvitin fór at vera í uttanríkismálaráðnum. Condoliza Rice. Hví umboðar ein kvinna ikki føroysk politisk áhuga-mál á altjóðapallinum, heldur enn danir og um skamma stund kontinentalkapitalurin og teirra politisku áhugamál í Brússel.
Haldór er vorðin evsti politiski oddviti í Íslandi síðani flogferðina. Hjálandastøðan hjá Grønlandi og Føroyum er óbroytt. Tí er tað av avgerandi týdningi, at Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi ótarnaður kann halda fram við sínum góða starvi eftir valið týsdagin.