Sansir letur upp í Keypmannahavn

Í sambandi við at lýsingarfyritøkan Sansir hevur ment eina nýggja heimasíðuskipan, fer fyritøkan tann 1. august í ár at lata upp deild í Keypmannahavn

Í góð tvey ár hava fólk á lýsingarfyritøkuni Sansum miðvíst arbeitt við at menna eina nýggja heimasíðuskipan, ein sonevnd CMS-skipan, sum fyrst og fremst er gjørd við brúkaranum í huga. Á tíðindafundi á Hotel Føroyum í morgun bleiv nýggja skipanin løgd fram fyri miðlum, samstarvsfeløgum hjá Sansum og øðrum viðkomandi fólki.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Ætla sær á heimsmarknaðin <o:p></o:p>


Høgni Rasmussen, stjóri á Sansum, segði á tíðindafundinum, at talan var um ein stóran dag hjá lýsingarfyritøkuni, tí talan var um eina loysn, ið Sansir ætlar sær á heimsmarknaðin við.<o:p></o:p>


- Hetta er ein tann størsti dagurin í søguni hjá Sansum. Vit hava arbeitt miðvíst við hesi ætlan í tvey ár, og tað seinasta hálvtannað árið hevur eitt fólk burturav arbeitt við hesari verkætlan, segði Høgni Rasmussen.<o:p></o:p>


Nýggja skipanin, ið hevur fingið navnið Sansir.net, er forritað á framkomna net. pallin hjá Microsoft, og hetta ger, at skipanin hevur lætt við at samkoyra við aðrar skipanir og dátagrunnar.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Tvey sløg av brúkarum<o:p></o:p>


Ein av stóru styrkunum hjá Sansir.net er, at skipanin er býtt upp í tvey sløg av brúkarum  easy og advanced.<o:p></o:p>


Hjá teimum brúkarum, ið nýta easy-háttin, er ikki neyðugt við nøkrum serligum KT-førleika til tess at arbeiða við Sansir.net. Um brúkarin dugir at nýta skriviforritið Word, hevur hann eisini neyðuga førleika til at arbeiða í Sansir.net í easy-háttinum.<o:p></o:p>


Hinvegin kunnu tey, ið hava eitt sindur størri KT-førleika, arbeiða i advanced-háttinum, sum eisini gevur brúkaranum nógv fleiri møguleikar.<o:p></o:p>


Eisini er skipanin gjørd soleiðis, at tað ber til at geva brúkarunum ymisk rættindi, so at nøkur til dømis hava atgongd til brúkarastýring, meðan onnur ikki hava. Somuleiðis ber til at bakka aftur í skipanini og síggja, hvør hevur gjørt hvørjar broytingar, og nær hesar broytingar eru gjørdar.<o:p></o:p>


- Júst hetta at vit hava tvey sløg av brúkarum er ein stórur styrkur, meta vit. Skipanin er ótrúliga løtt at brúka, og tí meta vit, at hon fer fram um aðrar CMS-skipanir, sigur Høgni Rasmussen.<o:p></o:p>


Hann heldur tískil, at Sansir nú hevur eina vøru, sum kann gera seg galdandi á heimsmarknaðinum, og tí verður farið út um landoddarnar at selja skipanina.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Fýra fólk í Keypmannahavn<o:p></o:p>


Í hesum sambandi fer Sansir tann 1. august í ár at lata upp eina deild í Keypmannahavn. Á nýggju deildini koma fýra fólk at starvast, og trý av hesum fólkum eru longu í starvi hjá Sansum.<o:p></o:p>


Skrivstovan hjá Sansum í Keypmannahavn fer fyrst og fremst at arbeiða við CMS-skipanini, men hon fer eisini at virka sum eitt slag av millumliði hjá viðskiftafólki, ið hava tørv á øðrum veitingum frá Sansum.<o:p></o:p>


- Vit byrja við teimum londum, har Sansir longu hevur eitt netverk, og síðani verður farið víðari út í heim við skipanini, siga tey hjá Sansum.<o:p></o:p>


Umframt nýggju skrivstovuna í Keypmannahavn ger Sansir eisini aðrar íløgur í Danmark. Lýsingarfyritøkan hevur nevnliga keypt seg inn í donsku fyritøkuna DocPassion, ið er ein fyritøka, sum hevur serkunnleika innan dokumentskipanir.<o:p></o:p>


- Hetta er ein fyritøka við ógvuliga dugnaligum fólkum. Millum annað hevur fyritøkan ment skjalaskipanina hjá yvirskipaða ákæruvaldinum í Danmark, greiddi Høgni Rasmussen frá á tíðindafundinum í morgun.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>