Ein rættiliga eftirfarandi regla í bretskum politikki er, at einki er, sum tað sýnist. Fatanir og varhugar skjóta nærum altíð við síðuna av. Skoðanarkanningar vísa á, at størsta gremjanin um Tony Blair er, at hann ikki lurtar?at hann ongantíð lurtar. Í staðin stjórnar hann hugmóðigur og ráðaríkur frá Downing Street fullkomiliga óáhugaður í hvat veljarin heldur.
Men hetta er ikki rætt. Tony Blair lurtar altráur eftir hvat veljarin vil. Og um hansara andstøðufólk hildu seg vinna valstig við at ganga út frá, at hann um bera sjálvnøgd fór at missa sambandið við bretsku veljarafjøldina, undirmeta og mislesa tey bretska forsætismálaráðharran.
Uppundir valið høvdu vinstra- og høgrahallir viðmerkjarir fílst á hvussu ?ósmæðið? manifestið hjá New Labour til bretska parlamentsvalið var. Men tá ið Blair vann sítt triðja val á rað, gjørdi hann hetta plaseraður so dyggiliga á politiska miðvøllinum.
Ágrýtnið og persónliga útstrálingin hjá Blair kávar útyvir hvat lutvíst er ein verjukend leikætlan fyri at varðveita maktina og sostatt halda fram við at fremja politikk, hann og aðrir liberalistar trúgva uppá: at generera ríkidømi fyri at hava ráð til at skapa eitt spennandi ný-vælferðarsamfelag við upplýsingartíðini og materialismuni sum sín snúningsdepil.
Men alt til sína tíð. Tí sjálvt um ein uppgerð ímóti marxistiskum pedantaríi er fyri neyðini, og sum lutvíst eisini er í umbúna sum vinstrafasistar?ikki bara í Englandi, men kring Evropu?endiliga fáa av at vita fyri kommunistisku lifranini, er Blair væl varugur við, at hann skal ansa sær fyri ikki at lata týðandi vælferðarbroytingar fara fyri bakka.
Men ein dystur er jú í 90 minuttir og verða teir avgerandi minuttirnir, pluss tað leysa, helst halgaðir at koma heimføðisligu smánationalismuni og tí sosial-státsliga samlyndinum til lívs.
Av og á tekur hann eisini fótbólts-myndburðin í brúk: ?There is no point in scoring goals at the progressive end of the pitch if you are conceding more at the other end?. Men nú, komin inn í triðja og seinasta stjórnarskeiðið, er lítið at ivast í, at hann fer at virka eitt sindur meira sum álopskenda Manchester United og eitt sindur minni sum verjukenda AC Milan, tó at tað seinna í seinastuni er heldur úrslitabetri.
Men har er eisini ein meira víður og hugvekjandi samanhangur til slíka leikætlan. Blair veit á sær at so hissini vil Bretland loyva tað neyðuga politiska rúmið hjá eini høgravendari, konservativari stjórn at blóma, men at ein Labour-umsiting bert kann draga undan við at stjórna frá miðjuni. Í mun til onnur er Blair ikki av tí annars so nýmótans áskoðan, at konservatisma og?við henni?bretski tory-flokkurin er doyggjandi.
Ein av hansara undangongu-monnum, Harold Wilson, dámdi eisini fótbólts-myndburð. Hann samanbar sín leiklut við ein miðvallaleikara, sum loyvdi sínum meira royndu ráðharrum at skjóta málini. Tony Blair er annarleiðis. Honum dámar at skjóta málini eins væl og syrgja fyri at bólturin ikki kemur í samband við meskarnar skeivumgein.
Men hvat merkir so handa ovurvirkna og verjukenda lurtanin fyri Blair og New Labour-stjórnina? Ja, sum vit eisini upplivdu uppundir valið, so sleppur tú ikki undan harðrendum fráboðanum og lyftum um kriminalitet, friðskjól og innflyting; tosið gjørdist enntá so grefligt, at ST mátti blanda seg uppí og ávara.
Herfyri kunngjørdi bretski innanríkismálaráðharrin, Charles Clarke, ætlanirnar hjá arbeiðaraflokkinum fyri innflyting. Í høvuðsheitum snúði hon seg um í hvønn mun eitt land, umvegis eina sonevnda stiga-skipan, verður ført fyri at hava nágreiniligt eftirlit við hvussu nógv fólk sleppa at arbeiða í tí.
Blair og Clarke eru væl greiðir yvir hvønn týdning innflytarar hava fyri eitt drívandi vælferðarsamfelag. Kortini borðreiða teir við einum innflytarapolitikki desainaður at økja um illgrunan til fólk fødd og uppvaksin í øðrum økjum á knøttinum. Men grundgevingin er einføld: nýggja innflytaraætlanin hjá New Labour er einki meira enn ein ítøkiligur mótleikur til stiga-skipanina fyri ?fremmand? borðreidd vikuna undan av Michael Howard og hansara íhaldssinnaðu stavnum. Stiga-skipanin hjá Blair er smidligari, men vil framvegis vera ein stiga-skipan; altso, at tú sum innflytari skal vinna tær stig fyri at verða verandi har tú ert.
Har hava verið fleiri onnur dømi, og ikki bara undan valinum. Hetta er smartur politikkur, og helst neyðugur, um tú vilt halda á at stýra og broyta samfelagið til tað betra. Tað má vera óluksáliga møðsamt at vera konservativur í Bretlandi, tí hvørja ferð teir halda seg hava fingið fatur í einum radikalum hugskoti, svara liberalistarnir í New Labour aftur við at presentera okkurt at kalla líka radikalt. Teir konservativu verða ikki loyvdir nakað politiskt rúm at virka í.
Stundum kemur Tony Blair við politikki, ið bæði er verjukendur og málskorandi alt í einum. Fyri knøppum trimum mánaðum síðani boðaði stjórnarflokkurin frá víðfevndum broytingum í styrkinum til tey óarbeiðsføru; og politikkkurin nøktar so sanniliga eisini beinstrekkjanar-sermerkið hjá tí endurnýggjaða arbeiðaraflokkinum: ein fótur aftast, ein annar klárur at pikka bóltin í netið røttumegin.
Sjálvt um ikki fullkønur spunasmiður loyvi eg mær at gita hvussu skipanin í royndum fer at rigga. Um onkur vegna ringan rygg ikki er til arbeiðis, vil viðkomandi verða bjóðaður aðrar viðgerðarhættir og hjálp at søkja arbeiði, hon ella hann er førur fyri at røkja?herímillum upplæring ella eftirútbúgving. Men verða tiboðini havnað, verður styrkurin tikin aftur. Slíkt press verður kortini ikki tikið í brúk mótvegis teimum, ið heilt einkult ikki eru før fyri at arbeiða.
Arbeiðsmarknaðarbroytingin fyri tey óarbeiðsføru er bert tann seinasti politikkurin grundaður á hasar tríggjar meginreglurnar fyri eina vælferðarumskapan greinað av Gordon Brown, bretska fíggjarmálaráðharranum: gev teimum, ið eru før fyri at arbeiða, áræði; gev teimum, ið finna arbeiði, samsýning; og, at enda, gev teimum, ið ikki eru før fyri at arbeiða, neyðuga styrkin.
Tey vinstrahallu í Bretlandi hava skírt hesa liberalu vælferðarumskapan ?afturhaldssama?. Men hvussu kann ein politikkur vera ?afturhaldssamur?, tá ið lívið hjá so nógvum verður fyri eini avgerandi nøran?
Kortini, so loyvir sovorðin poltikkur ein politiskan smidleika við tað at tann konservativi flokkurin, enn einaferð, ikki verður loyvdur nakað politiskt rúm at virka í. Tá ið Michael Howard geylar: ?We will be tough on benefits?, kann Tony Blair svara: ?So will we?. Blair verjir málið.
Men har er eitt týðandi vatnaskil millum teir báðar flokkarnar. Afturhaldssinnaði tory-flokkurin hjá Michael Howard sóknast eftir einum skerdum, minni virknum státi. Tony Blair, hinvegin, hevur fragd í at bróta slóð fyri einum mennandi státi, einum lívligum státi, einum státi, ið?umvegis snildar fyriskipanir?fær tann einkulta borgaran at leggja seg allan í at albøta sín menniskjaliga dugnaskap.
Hetta merkir tó ikki at Blair og ?blairites? eru talsfólk fyri einum javnaðarsligum vælferðarstáts-modelli, sum vit kenna tað í dag. New Labour hevur allatíðina tvíhildið um, at skal vælferðar-samfelagið koma undan við lívinum, skula broytingar henda; kanska fyrst og fremst á arbeiðsmarknaðarøkinum. Ein vælferðarstátur virkandi væl annarleiðis enn tann skjótt farni og, altavgerandi, brúkaranum til fyrimunar.
Hugskotið, at um fólk vilja eitthvørt, at so er tað eisini eitt gott hugskot at fáa tað til vega, er eyðkent fyri Blair. Hann kennir seg sannførdan um, at tað er hetta, borgarin eginliga vil. At vinstravend ikki dáma hugskotið, er kanska ikki so undarligt; tí í mun til farnar tíðir skalt tú nú líta á marknaðarsignalini fyri at tryggja, at borgarin fær nakað fyri pengarnar. Hvussu er og ikki, so fara allar evropeiskar stjórnir innan ikki so rúma tíð, meira og minni villigar, at taka við liberala hugskotinum. Ja, eins og útvarpslurtið hvørt hóskvøld klokkan 7 er vorðið eitt samlingsstað hjá modernaðum kvinnum í Føroyum at vera ?følandi og intellektuellar?, verður hugskotið um ein meira marknaðarkendan almennan sektor næstan líka populert at vera saman um.
Alt tosið hjá Tony Blair um eitt liberalt vælferðar-modell skal lutvíst teingjast saman við hansara áhaldandi umrøðuevni: at politikkur má køkjast saman við rættindum og ábyrgjan. Eitt dømi. Fyrr í ár vitjaði bretski forsætismálaráðharrin eitt bústaðarøki í Manchester. Í undanfarnu árum hevur økið verið fyri eini umskapan. Jú, Labour-stjórnin útvegaði nakað av reiðupeningi, hon hevði til taks, fyri at valda umvælingina; men líka so týðandi var tað at geva leigarunum neyðuga valdið at gera av hvussu ein partur av peninginum skuldi brúkast. Og sum ein beinleiðis avleiðing av øktari ábyrgdarkenslu hava íbúgvarnir í einaferð hugafátæka økinum trúlovað seg við politiska uppíblanding ? varugir við samanhangin millum eina stjórnarkunngerð í Westminster og úrtøkuna í teirra dagligdegi.
Alt í alt er hetta eitt øtiligt bragd í einum landi, ið stuðlaði tí mest høgravendu stjórnini í ES í samfull 18 ár. Hartil er tað søguligt, at bretski javnaðarflokkurin vinnur tríggjar ferðir upp í slag.
Við at lurta, fylgt væl við, hevur Tony Blair ein stórliga framkomnan sans fyri hvat veljarafjøldin vil; og uttan valsigrar verða slettis eingi mál skoraði.
Eins og Chelsea-leiðarin, José Mourinho, segði á sinni: ?Gloym alt um romantiskt undirhald, lat eingi mál koma ígjøgnum og skora nøkur fá!? Taktikkurin tykist at rigga. Tillukku tit báðir, Mourinho og Blair.
?