Jerusalem: Tað skyggir í gyltum kuplum báðu megin Kedrondalin. Innanvert múrarnar er tað stóri Klettahalgidómur muslimanna, sum sýnir sítt skínandi hválv vítt um vegir. Og her í líðunum á Oljufjallinum, omanvert gamla Getsemane urtagarðin, stendur tann prýðiliga, russiska Maria Magdalenu kirkjan við sínum mongu gulltaktu kuplum og spírum og kappast við stóra halgidómin hinumegin.
Einir fýra-fimm arabarar koma rennandi við ymiskum, teir vilja selja fremmandamanninum, sum stígur úr hýruvogninum her ovast á Oljufjallinum. Teir eru fáir í dag, fremmandu ferðamenninir, sum leggja leiðina hendaveg. Ferðaleiðarin var heldur einki fyri at fara higar. Helt, at tað var helst ikki so nógv við at fara á Oljufjallið, tí hetta er jú arabiskt øki.
Men sett var uppá, at Oljufjallið skal vitjast á eini ferð í Jerusalem. Annars er ferðin sum einki at rokna. Og tí boygdi hann seg so fyri.
Arabararnir eru hálvfirtnir soleiðis, tá eingin keypshugur er.
- Tit handla kanska bara við jødarnar? halda teir eitt sindur forhánisliga og leggja dýran við, hvussu stóra familju teir hava gangandi heima, sum skal forsyrgjast. Og av ávum jødanna ganga teir nú arbeiðsleysir, so her er ein møguleiki fyri at gera eina góða gerð.
Hvussu var og ikki endaði øll parlamenteranin við, at ein mynd av staðnum varð keypt, hóast hon myndaði tað sama, sum longu var komið í fototólið frammanundan. Men tað hildu hesir vera í so gírugt av einum vesturlendskum pílagrími. Teir um tað.
Og her liggur so søgan fyri tær. Oman fjallasíðuna tann stóri, jødiski kirkjugarðurin. Getsemane. Kedrondalurin. Og upp hinumegin teir veldugu múrarnir kring Heilaga Staðin við múraða Gylta Liðnum, har Messias »pá tann eina dag« skal koma aftur ígjøgnum.
Men tí hava muslimarnir effektivt syrgt fyri at steðga, halda teir. Teir hava múrað portrið heilt. Og so hava teir lagt ein muslimskan kirkjugarð niður við múrinum beint uttan fyri grindina.
Jødiski Messias, vænta teir, verður helst ein prestur, og ein slíkur kann ikki fara um ein kirkjugarð. Og als ikki ein muslimskan. Tí so gerst hann óreinur.
Men her er hann kortini farin um dalin, lítillátin á ásna ríðandi, á ungum klyvjadjórsfyli.
Tá hevur dalurin ikki sæð út sum í dag, og ivaleyst hevur maðurin hildið aðra leið enn hana, vit í dag ganga beint oman fjallasíðuna.
Hann kom úr Betfage og Betániu, sum liggja eystanvert Oljufjallið, og er tískil uttan iva farin sunnanfyri og síðan niðan móti Dungaportrinum, sum vit tó eisini fara at ganga ígjøgnum, tá vit um eina stund fara inn í býin.
Á ungum ásna kom hann og ikki í prangandi krígsvogni, drignum av fleiri hestum við levint og gangi.
Ella sum vit komu øvugtan veg í dag. Í Mercedes. Nei, var tað í dag, kom hann ivaleyst á eini gamlari, kanska rustaðari súkklu, sum lænt var frá einum og hvørjum arbeiðsleysum araba, sum sat undir veggi og royndi at selja ein og hvønn meira ella minni virðisleysan minnislut til fremmanda mannin, sum her kom ferðandi.
Hann fór um grindina inn í halgidómin, sum stóð stutt haðani. Og tað var ikki við mýkindum, har varð farið fram.
Men tað er ein onnur søga, vit fara at venda aftur til í seinni frásøgn.