grundarlag undir henni sum frálíður. Prísurin á Oslorutuni fer at liggja á leið á sama støði, sum til Kastrup. Kanska heldur í undirkant av tí, sigur Kent Christensen. Sum dømi um, hvussu ein ruta verður bygd [...] rutuna til Stavanger niður kortini. Hon verður framvegis flogin sum vant mikudag, har eisini verður farið til Oslo. Hinvegin kemur so ein nýggjur túrur beinleiðis til Oslo afturat. Hann verður flogin leygardag [...] hjá Atlantsflogi, sigur, at tað hava verið ábendingar um, at ferðafólkagrundarlagið til og úr Noreg liggur í Oslo. Atlantsflog hevur fyrr flogið til Oslo, men tað hevur verið í samband við Stavangerrutuna
longu bíðirøðunum, so er enn eingin loysn funnin viðvíkjandi longu bíðirøðunum, sum røkka heilt niðan á vegin, sum annars er ein partur av høvuðsæðrini í vegakervinum í Klaksvík. Ørkymlandi støða Tekniska [...] ábyrgdin eisini liggur hjá løgregluni, sum skal skipa fyri, at ferðslan gongur rætt fyri seg. Á Teknisku Deild eygleyða tey tó trupulleikan við ørkymlaðum eygum. - Vegurin við ferjuleguna er jú ein høvuðsæðr [...] Deildin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur til uppgávu at uppmerkja básar til bíðirøðirnar á ferjuleguni. Men sum nú er, rúma hesir básar als ikki allari ferðsluni. - Trupulleikin er einans, at vit hava einki annað
hevur stóran týdning fyri Føroyar sum komandi oljuøki. Tó mugu vit ásanna, at vit ikki enn vita um kolvetni er funnið í rakstrarverdum nøgdum. Ein spennandi tíð liggur fyri framman hjá øllum loyvishavarum [...] Explorer boringini av brunni 6004/16-1z í loyvi 001 hjá Faroes Partnership samtakinum við Amerada Hess sum fyristøðufelag. Í løtuni verða royndir tiknar og seinastu mátingarnar gjørdar í brunninum, áðrenn hann [...] viðgjørt boriúrslitini út í æsir - í seinasta lagi 8 mánaðar eftir, at brunnurin er stongdur - skal ein frágreiðing um endaligu úrslitini av boringini latast Oljumálastýrinum saman við eini ætlan fyri, hvørji
umstrídda, málið um gongd í haganum, loysast. Tað er ein boðskapur hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni, sum hann helt fyri eini løtu síðani. Hetta eitt mál, sum hevur kloyvt tjóðina í fleiri ár og fleiri av teimum [...] skal eisini vera tey, sum fáa ágóðan. – Tað skal gerast við virðing fyri virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini, og atlit skulu takast til náttúru og trygd. Men tað liggur í hvussu so er fast, [...] men nú er Aksel V. Johannesen, løgmaður, kortini so djarvur at hann lovar eina loysn. – Tann vinnan, sum veksur skjótast, er uttan iva ferðavinnan. Her er trupult at finna røttu javnvágina, men tað er avgerandi
útbjóðing. Tilboðið og bygningurin, sum Búsetur bjóðaði, vóru vald sum besta boðið. Hetta varð lagt fram fyri løgtingið og varð samtykt. Av tí sama kundi ein bygningur, sum hevur skipsskap byggjast á Giljanesi [...] Útbjóðingin annan ham Vit valdu tí at leggja á annan bógv viðvíkjandi útbjóðing. Nú var bjóðað út ein bygningur, sum byggifyritøkurnar sjálvar skuldi tekna og projektera. Talan var um eina útbjóðing, har tað [...] brúktur. Í hesum føri gjørdist prísurin munandi lægri, umframt at allur vági nú liggur hjá byggifyritøkuni. Tað er byggifyritøkan, sum eigur bygningin, til hann er liðugur og góðtikin. Bert prís- og lønarvøkstur
stórar eldar, sum eru um hesar leiðir í løtuni. - Vit eru ikki fyrireikað til eldar av hesum slag. Tað er ikki nóg mikið av sløkkiliðsfólki í Los Angeles at taka sær av hesum, sum í løtuni er ein veruleiki [...] sambært tíðindastovuni, NBC. Myndir av stórbýnum vísa eitt stórt roykteppi, sum liggur yvir býnum, og onkrastaðni er so nógvur roykur, at luftin er vandamikil fyri menniskju. - Hetta verður kostnaðarmiklasti [...] eru oyðilagdir av eldi, sum herjar í økinum, Pacific Palisades. Hetta er eitt økið í stórbýnum, har nógv vælhavandi fólk eiga hús og íbúðir. Her er nógv farið upp í royk, eins og fólk eru rýmd úr økinum
verður tú spurdur, hvat mest G!-sliga navni er, sum verður á skránni í ár. Við hesum hugsa fólk flest helst um eina tónleikauppliving, ið veruliga kløkkar á ein góðan og ógloymandi hátt. Um hettar verður tann [...] at ukrainski bólkurin DakhaBrakha, sum vit hava roynt eftir í fleiri ár, er nakað heilt fyri seg. Lat teg ikki lumpa av siðbundnum búnum og akustiskum ljóðførum, sum hesar tríggjar kvinnur og eini maðurin [...] og bólkur teirra eitur Bear The Ant. Ljóðið er sera heitt og deiligt, og liggur snøgt á javnvágini millum tunglyndi og vón – sum hin føroyska fólkasálin kanska kennir seg aftur í. Hatari Úr eini marrukendari
Hetta er ein gomul ætlan sum av og á spøkir, tað er longu langtsíðani at eg fyrstu ferð sá tekningar av hesum. Papír er takksamt, men eg væntaði heilt erligt ikki at nakar politikkari, sum er bara eitt [...] Nú ljóðar aftur at summir verandi býráðslimir og summi ið hava ein býráðslim í búkinum, arbeiða fyri at leggja ein nýggjan veg frá oyggjarvegnum og oman í Havnardal. Nýggj brúgv skal so gerast nakað omanfyri [...] íroknað, uppá hetta - Enntá áðrenn man veit um tað er ein trupulleiki, tað er also ørvitistos Havnardalur frá landsvegnum og niðan á demningin er dags dato ein sólskinssøga. Náttúran er nærum óspilt og har húsast
Eitt hátrýst vestan fyri Írland liggur mest sum í stað og styrkist. Køld luft streymar framvegis oman yvir Føroyar av norðri, men hóskvøldið snarar hann í ein vestan og ein veik hitabrúgv, uttan stórvegis [...] luft inn yvir landið av vestri. Í dag Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, sum í nátt øtlar upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og sum frá lóður támut og regn av og á. Hitin millum 6 og [...] stig. Týsdagin Sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og eitt skifti regn. Hitin alt samdøgrið um 8 stig. Mikudagin Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av
er einki meira hent í málinum higartil. ? Málið liggur millum fleiri onnur mál, sum skulu avgreiðast í Løgmálaráðnum, og ofta stinga mál seg upp, sum hava størri týdning at viðgera beinan vegin, eru boðini [...] Bakgrund: Hevur ein føroyingur so álvarsama hjartasjúku, at hann er noyddur at fáa nýtt hjarta, ber væl til at fáa hetta gjørt á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Fríska hjartað fær føroyingurin frá [...] føroyingum í Føroyum at lata onnur gøgn enn nýru. Í Føroyum er nevniliga ikki loyvt at staðfesta, at ein persónur er deyður, fyrr enn hjartað er steðgað. Og tá eru bæði hjartað, lungu og livur ónýtilig at