Nú skal nógv umrødda, og illa umstrídda, málið um gongd í haganum, loysast. Tað er ein boðskapur hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni, sum hann helt fyri eini løtu síðani.
Hetta eitt mál, sum hevur kloyvt tjóðina í fleiri ár og fleiri av teimum seinastu samgongunum hava lovað at loyst málið.
Higartil hevur alt verið til fánýtis, men nú er Aksel V. Johannesen, løgmaður, kortini so djarvur at hann lovar eina loysn.
– Tann vinnan, sum veksur skjótast, er uttan iva ferðavinnan. Her er trupult at finna røttu javnvágina, men tað er avgerandi, at vit megna tað, segði løgmaður.
Serliga hevur ósemja verið um hvønn rætt fólk skulu hava til at ferðast í náttúruni.
Løgmaður lovar, at uppskotið um gongd í haganum verður lagt fyri Løgtingið í vetur.
Hann er ikki serliga ítøkiligur og sigur sostatt ikki so nógv um, hvussu málið skal loysast.
Men hann sigur kortini at ferðavinnan skal skipast í samljóði við náttúruna og í samstarvi við fólkið á teimum ymsu plássunum – og tað skal eisini vera tey, sum fáa ágóðan.
– Tað skal gerast við virðing fyri virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini, og atlit skulu takast til náttúru og trygd.
Men tað liggur í hvussu so er fast, at føroyingar skulu hava lógartryggjaðan rætt til at ferðast ókeypis í náttúruni.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum, hevur boðað frá, at ein semja skal finnast ímillum allar partar. Hann hevur álit á, at tað fer at eydnast, hóast undanmenn hansara í landsstýrinum góvu skarvin yvir.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##