Los Angeles fjaldur í royki

- Vit eru ikki fyrireikað til eldar av hesum slag. Tað er ikki nóg mikið av sløkkiliðsfólki í Los Angeles at taka sær av hesum, sigur sløkkiliðsleiðarin, Anthony Marrone

Herviligi skógareldurin, sum herjar í Los Angeles í USA, hevur kravt í minsta lagi tvey mannalív, og eitt munandi tal av fólki hevur fingið álvarsligar skaðar.

 

Hetta upplýsir løgreglan í býnum í dag sambært tíðindastovuni, NBC. 

 

Myndir av stórbýnum vísa eitt stórt roykteppi, sum liggur yvir býnum, og onkrastaðni er so nógvur roykur, at luftin er vandamikil fyri menniskju.

 

- Hetta verður kostnaðarmiklasti skógareldur í økinum nakrantíð, væntar veðurlagsgranskarin við universitetið í Kalifornia, Daniel Swain, og hetta sigur hann við CNN.

 

Sløkkiliðið í økinum sigur, at umleið 1000 bygningar eru oyðilagdir av eldi, sum herjar í økinum, Pacific Palisades.

 

Hetta er eitt økið í stórbýnum, har nógv vælhavandi fólk eiga hús og íbúðir. Her er nógv farið upp í royk, eins og fólk eru rýmd úr økinum og hava tikið húsdjór við sær.

 

Sagt verður frá í minsta lag fýra stórum skógareldum í og við amerikanska stórbýin, Los Angeles. Eldurin hevur spjatt seg skjótt, tí tað er turt, og her hevur verið nógvur vindur.

 

Sløkkiliðsleiðarin, Anthony Marrone, segði á einum tíðindafundi í dag, at tey hava ikki nóg mikið at fólki at berja niður fleiri so stórar eldar, sum eru um hesar leiðir í løtuni.

 

- Vit eru ikki fyrireikað til eldar av hesum slag. Tað er ikki nóg mikið av sløkkiliðsfólki í Los Angeles at taka sær av hesum, sum í løtuni er ein veruleiki, sigur hann.

 

Sambært guvernørinum í økinum, Gavin Newsom, er tjóðarhirðin sett inn at hjálpa til við sløkkiliðsarbeiðnum í Los Angeles.

 

Lesið eisini:

 

Los Angeles: Fólk eru skelkaðhttps://www.in.fo/news-detail/los-angeles-folk-eru-skakad