Seinnapartin 16. november steðgaði boripallurin Sovereign Explorer boringini av brunni 6004/16-1z í loyvi 001 hjá Faroes Partnership samtakinum við Amerada Hess sum fyristøðufelag. Í løtuni verða royndir tiknar og seinastu mátingarnar gjørdar í brunninum, áðrenn hann verður læstur.
Fyribils úrslitið av boringini vísir, at brunnurin inniheldur týðandi nøgdir av kolvetni, bæði løtt olja og gass. Samlaða tjúgdin av kolvetnisberandi fláunum er á leið 170 metrar.
Einki kann enn sigast um nøgdirnar av kolvetnum á staðnum. Tá loyvishavarin hevur fingið viðgjørt boriúrslitini út í æsir - í seinasta lagi 8 mánaðar eftir, at brunnurin er stongdur - skal ein frágreiðing um endaligu úrslitini av boringini latast Oljumálastýrinum saman við eini ætlan fyri, hvørji tiltøk skulu gerast tey komandi árini fyri at staðfesta, um fundurin er rakstrarverdugur.
Brunnurin, sum er á 975 metra dýpi, røkkur 4246 metrar undir sjóvarmálan. Sambært loyvistreytunum skuldi brunnurin borast niður á 3800 metrar. Eftir at uppruna leitimiðini vístu smærri nøgdir av kolvetni, samstundis sum tekin vóru um, at størri nøgdir av kolvetni kundu finnast djúpari niðri, søkti Faroes Partnership um loyvi at bora víðari. Brunnurin endar í jarðløgum frá eldra partinum av paleocen tíðini.
Eyðun Elttør, landsstýrismaðurin í oljumálum sigur:
"Góða úrslitið av hesum brunninum hevur stóran týdning fyri Føroyar sum komandi oljuøki. Tó mugu vit ásanna, at vit ikki enn vita um kolvetni er funnið í rakstrarverdum nøgdum. Ein spennandi tíð liggur fyri framman hjá øllum loyvishavarum við eftirmeting av rúgvismikla jarðfrøðiliga tilfarinum, sum er fingið til vega við boringunum í summar. Vónandi kann tað verða við til at finna nýggj leitimið til framtíðar boringar."
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Oljumálastýrið,
telefon 35 70 70
www.oms.fo










