Myndugleikar í Klaksvík: - Trupult at finna nakra loysn

Longu bíðirøðirnar á ferjuleguni røkka summar dagar heilt niðan á vegin, har teir tarna ferðsluni, sum annars koyrir í býnum. Hetta kann til tíðir síggja vandamikið út, og er hetta ein støða, sum klaksvíkingar als ikki kunnu góðtaka

Samferðsla
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík:
Hóast mong hava gjørt vart við trupulleikan, ið stendst av longu bíðirøðunum, so er enn eingin loysn funnin viðvíkjandi longu bíðirøðunum, sum røkka heilt niðan á vegin, sum annars er ein partur av høvuðsæðrini í vegakervinum í Klaksvík.

Ørkymlandi støða
Tekniska Deildin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur til uppgávu at uppmerkja básar til bíðirøðirnar á ferjuleguni. Men sum nú er, rúma hesir básar als ikki allari ferðsluni.
- Trupulleikin er einans, at vit hava einki annað pláss, har vit kunnu uppmerkja fleiri básar, greiðir Dávur Winther, starvsfólk á Teknisku Deild, frá.
Tey eru tó varug við trupulleikan, men halda, at ábyrgdin eisini liggur hjá løgregluni, sum skal skipa fyri, at ferðslan gongur rætt fyri seg.
Á Teknisku Deild eygleyða tey tó trupulleikan við ørkymlaðum eygum.
- Vegurin við ferjuleguna er jú ein høvuðsæðr í býnum, men tá røðirnar røkka heilt niðan á vegin, kunnu vandar standast av ferðsluni. Sum nú er, fáa vit bara ikki loyst trupulleikan, sigur Dávur Winther.

Halda eyga við ferðsluni
Á løgreglustøðini eru tey eisini varug við trupulleikan, men halda tey, at Klaksvíkar Kommuna átti at gjørt okkurt við hetta.
- Okkara uppgáva er at halda eyga við, at ferðslulógin verður yvirhildin. Men økið á ferjuleguni er alt ov lítið til at rúma allari ferðsluni, og tí gerst alt kaos í bíðirøðunum, sigur Karl Johannsen, løgreglumaður í Klaksvík.
Løgreglan koyrir tó framvið ferjuleguni við jøvnum millumbili, og heldur á tann hátt eyga við ferðsluni.
- Trupulleikin sýnist tó at gerast alsamt størri, og tí er neyðugt at finna eina loysn hesum viðvíkjandi skjótast gjørligt, sigur Karl Johannesen.