Ferðavinna
Ilulissat:
Atlantsflog fer at flúgva til Oslo komandi summar. Nýggja rutan verður í fyrsta umfarið flogin í tíðarskeiðnum 18. juni til 19. august.
Ferðirnar til Oslo verða lagdir í samband við túrarnar, sum longu eru til Stavanger. Flogið verður til Noregs mikudag og leygardag.
Mikudag verður flogið úr Føroyum til Stavanger. Haðani til Oslo, og so beinleiðis aftur til Føroya.
Sunnudag verðut túrurin tikin øvugtan veg. Farið verður úr Vágum til Oslo. Á heimleiðini, verður so millumlent í Stavanger, greiðirKent Christensen, marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi, frá.
Við á ferðamessu
Atlantsflog er umboðað á ferðamessuni Vestnorden Travel Mart, sum seinastu dagarnar hevur veirð hildin í Ilulissat í Grønlandi. Her hevur Atlantsflog lagt fram nýggju ferðaætlanina fyri komandi ár.
Kent Christensen sigur, at ætlanin við at flúgva til Oslo er gjørd eftir somu grundgeving, sum tá farið varð at flúgva til London í summar. Roknað verður við, at Oslorutan meira er ein turistruta, enn Stavangerrutan er.
Mett verður, at ferðfólkini úr Stavanger í størri mun eru fólk, sum koma at ferðast í vinnuligum ørindum. So tann rutan verður verðandi, hóast ein ruta kemur afturat til Oslo.
Um ferðaætlanina fyri komandi ár sigur Kent Christensen annars, at eisini á Bretlandsrutunum verður onkur smávegis broyting, sum fer at líkjast Noregsrutuni.
Flogið verður til London Stansted sunnukvøld og hóskvøld. Og báðar ferðirnar verður Aberdeen við í rutuni.
Sunnukvøld verður flogið úr Vágum til London, har flogfarið stendur um náttina. Mánamorgun verður millumlent í Aberdeen á veg aftur til Føroya.
Hóskvøld er tað øvugt. Tá verður flogið til Aberdeen á veg til London, og so beinleiðis heim aftur úr Stansted fríggjamorgun, sigur Kent Christensen.
Til Keypmannahavnar fer Atlantsflog at flúgva 16 ferðir um vikuna komandi ár, meðan ferðirnar til Billund verða tríggjar ferðir um vikuna.
Eisini Reykjavík fer at standa á ferðaseðlinum hjá Atlantsflogi komandi ár, sigur Kent Christensen. Hagar verður flogið tvær ferðir um vikuna, sigur hann.
Nøgdir luttakarar
Føroysku luttakararnir á Vestnorden Travel Mart eru sum heild nøgdir við messuna í ár.
Teir siga, at tað eru komnir nógvir fyrispurningar um, hvat føroyingar kunnu bjóða ferðafólki. Og onkur metir, at tað ivaleyst fer at spyrjast okkurt skilagott burturúr.
Fatanin er, siga føroysku luttakararnir, at fólk eru fyrireikað og meina tað seriøst, tá tey koma at tosa um ferðing í Føroyum.
Eisini koma nýggj og spennandi hugskot. Eitt nú um at fáa føroyskar bussar at koyra uttanlands við fremmandum ferðafólki, sum leggja leiðina um Føroyar og so fáa buss við sær til dømis til Íslands og aftur til Føroya.
Aðrir luttakarar siga frá fólki, sum er áhugað í at fáa serligar ferðir í Føroyum. Ferðir, sum kosta pengar, og sum tey eru sinnað at gjalda tað fyri, sum tað nú kostar.
Tað er eitt sindur ymiskt, skilst á luttakarunum, hvør tað er, sum kemur at heilsa uppá. Nógv eru gamlir kenningar, sum ganga aftur. Men tað koma eisini heilt nýggir keyparar, sum ikki hava verið í Føroyum fyrr. Og tað er positivt, siga tey.
Tað verða annars vanliga ikki gjørdar nakrar ítøkiligar avtalur á slíkum messum. Tað er meira fyri at stovna sambandið við møguligan komandi kunda og sleppa at siga frá tí, sum fyritøkan og landið sum heild hevur at bjóða.
Ferðamessan í Ilulissat í ár er annars skipað heldur øðrvísi, enn tær hava verið árini frammanundan. Tá hava tær verið sum rættiligar messur við básum og standum, har hvør hevur sýnt sítt fram. Í ár hava fyrireikararnir valt at gera messuna um til sonevndar »workshops«, har fók sita yvir av hvørjum øðrum við eitt borð og tosa saman.
Tað hevur virkað væl, siga bæði vertir og gestir. Og serliga hava tey, sm feðast hava langvegis, merkt, at tað verður bíligari í ferðakostnaði, tí einki er at flyta aftur í móti tí sum er, tá ein heilur básur skal setast upp.