tjóðina. Bara seinasta hálva árið er hetta farið fram: - Løgmaður samráðist við donsku stjórnina og letur seg trýsta at melda út um avgerðir um ræði á 5G og fjarskiftismálum og um hvør sleppur at ferðast til [...] fundast við amerikonsku sendikvinnuna, Carlu Sands. Ja, Løgtingið er ikki so frægt sum kunnað um vitjanina hjá henni í Føroyum. Her er talan um avgerðir og almennar fráboðanir av stórum týdningi fyri Føroyar [...] møguligt saman um føroyska uttanríkispolitikkin og føroysku áhugamálini tvørtur um skiftandi landsstýri og samgongur. Tað merkir ikki, at vit eru samd um alt og ikki kunnu hava ymiskar hugsjónir um okkara altjóða
bestu fótbóltsspælarum. Hann er motorurin á kekkiska miðvøllinum, og so er hann ein sera málsøkin miðvallari. Kanska hevði tað gingið øðrvísi hjá kekkunum í hálvfinaluni, um Nedved ikki noyddist av vøllinum [...] Grikkaland. Hann hevur spælt yvir fyri Milan Baros, Thierry Henry, Raul og Pauleta uttan at nakar av fyrr nevndu stjørnunum hevur fingið mál burturúr, og tað sigur ikki so lítið um avrikið hjá grikska miðverjanum [...] kvikleika og bóltførleika er stinnur bæði í verjupartinum, men eisini fram eftir vøllinum Vinstri miðvallari: Pavel Nedved, Kekkia. Liðskiparin hjá kekkum, Pavel Nedvedúr italska Juventus, er uttan iva ein av heimsins
ferðir innan vikur. Leikluturin hjá Maritu minti ikki sørt um leiklutin hjá Churchill undir seinna heimsbardaga. Hóast bumburnar ikki regnaðu yvir Føroyar í orðsins rætta týdningi, so hevi fólkið mist vónina [...] Búskaparkreppan hevði rakt okkara grannalond frammanundan. Nú var hon her. Men tað sum fyrst og fremst svævdi føroyska samfelagið var, at akkurát um hetta mundi sovnaði náttúran eina løtu. Fiskastovnarnir [...] kreppuárini í fyrru helvt av nítiárunum spríkja fram aftur í minninum, fesk, lærurík og óunnilig,sum minni um eina farna tíð, íð tilkomni føroyingurin ongantíð gloymir. Ósmæðin, beisk, ópolerað og døpur sum altíð
hjálpa hinum partinum um hann heitti á okkum um hjálp. Tað var tí fólkarættarbrot av donsku stjórnini at avtaka okkara skansalið. Men nú sóu vit hví teir høvdu gjørt hetta, tí nú løgdu teir á okkum [...] aftur um brekkur um føroyingar framvegis høvdu verndarskyldu til sítt egna hervald, og tí var skansaliðið niðurlagt 1865. Millum Føroyar og Danmark var framvegis eitt fólkarættarligt mark. Vit [...] statsvaldinum hóttu okkum við innlendiskríggi. Vit vóru hampilig, men tað hava vit fingið afturlønt í gráum kálvskinni. Tá vit eru snávaði, hava donsku embætismenninir lagt eftir okkum sum ravnur eftir
Tískil er hon ikki heilt ókend við tey smáu viðurskiftini í Føroyum. Beint við húsini hjá teimum rennur ein á. Eingin onnur á, sum er á sunnaru jarðarhálvu, hevur so nógv vatn rennandi ígjøgnum um tíman [...] meg, men nú kann eg samskifta á føroyskum uttan stórvegis trupulleikar, sigur Justine. Tá Justine kom til Føroyar, hevði hon ongantíð verið umborð á ferju ella skipi. Men nú hevur hon verið um Suðuroyarfjørð [...] tíman. Áin er ein lítil stoltleiki hjá familjuni og teimum, sum búgva har um leiðir. Skilir ikki tey eldru Justine sigur seg kunna fylgja við í eini samtalu millum tveir ungar føroyingar, men tá tey eldru tosa
munnligt tilfar um hersetingina í Føroyum undir 2. veraldarbardaga. Ætlanin er at fáa til vega hús at hýsa framsýning um krígsárini í Føroyum. Sjálvt um húsið, ið ætlað er at brúka, liggur í Vágum, er ætlanin [...] og hetta er sera nógv fyri eitt samfelag sum okkara. Tíbetur er henda søgan varðveitt. Fyri ein stóran part er tað takkað Niels J Arge, sum skrivaði eina heila bókarøð um hesa tíðina. Tað er tó nógv annað [...] Men hetta datt so niður fyri aftur. Tó sæst enn ein mina uttanfyri hesi húsini. Vágamenn taka um endan Nú er tað, at vágamenn taka hetta upp aftur. Tann 23. juli var fundur á Vága kunningarstovu, har nevnd
bátaeigari tók til nú ein dagin. Tað luktar av olju og óhumsku, so skjótt tú nærkast Vágsbotni. Nú er reinari í Rotterdam enn á Havnarvág. Vit kunnu øll vera samd um, at einki samband er millum tað, sum vit [...] hvør ættin er. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at okkara kappróðrarbátar í summar hava vant í olju. Teir hava ongantíð verið so skitnir eftir venjing. Eisini er hoyrt um manning á [...] óhumskuna burtur, sum er komin uppá bryggjukantin í Vágsbotni. Her er nógv at tríva í, og hví ikki nýta skúlaungdómin, sum er í summarfrí og kann forvinna sær nakað av peningi? Tað er undir alt lágmark, at
rætta vegin. Onnur psykiatrilóg Tað er eisini at frøast um, at nýggi landsstýrismaðurin vísir málinum stóran ans og er hugaður at fylgja setninginum. Meldingin er nú, at um eini trý ár, so hava vit eina nýggja [...] gjørd tiltøk at bøta um viðurskiftini hjá teim sálarsjúku, og tað gongur fram á leið, um enn ikki so skótt, sum ynskiligt er. Formaðurin í Sinnisbata setur sítt álit á, og fegnast um, at nýggja samgongan [...] hevur verið um, at tað er alneyðugt at tað verða latnir fleiri pengar, um tað skal bera til at skipa eina framsókna psykiatri í Føroyum. Sinnisbati hevur eisini verið við til at gera álitið um Heildarpsykiatri
aðrar inntøkur uppá eini 700 -900 túsund krónur um árið, er gingið aftur á hond í stórum. Tað er ikki væntandi pengar, men í ólukkumát væntandi ambitiónir sum er høvuðsorsøkin til hesa støðu. Hví sikta eftir [...] hondum men heldur fast um sítt mið) er HSF farið at leita við lykt eftir mótstøðuliðum, sum eru nóg ring til, at vinnast kann á teimum við summarferiulandsliðum. Challenge Trophy er gandaorðið. Her møta [...] góðum, tá ið nýggi HSF formaðurin sigur, at nú skal satsast enn meiri uppá Challenge Trophy. Hvat fær føroyskur hondbóltur burturúr at bjóða londum, sum eru langt aftan fyri okkum, til Føroyar at spæla? Setið
stovni fyri samanlagt 9,5% í hækking, og tað er órímuligt er at tosa um minni enn tað. Líka mikið um talan er um alment ella privat - við avtaluni hjá Føroya Tele er linjan løgd, og tað skuldi tí verið náttúrligt [...] Maðurin er ótrúliga arrogantur, tá hann loyvir sær bara at tosa um eitt verkfall. Hann leggur harvið alla ábyrgdina yvir á Starvsmannafelagið. Hann gloymir at siga Føroya fólki, at talan er um eitt verkbann [...] fóru at verða lýst mikukvøld ella hósdag. Talan er um 24 tíma arbeiðssteðg hjá øllum limum í FA, ið arbeiða hjá tí almenna. Her er serstakliga talan um heimahjálpirnar, starvsfólk á sjúkrahúsinum á Tvøroyri