Skiftisnæmingur úr Ný Sælandi:? Eg elski tykkum

? Føroyingar eru ómetaliga vinarligt fólkaslag, og mær dámar so væl at vera her, at eg ætli mær avgjørt at leggja leiðina aftur til Føroyar um ikki so langa tíð, sigur Justine Peters úr Ný Sælandi. Nú eru foreldur hennara komin til Føroyar at uppliva føroysk jól, áðrenn tey øll fara suðuraftur til heimlandið um eina viku

Tá tú situr og tosar við hesa prátingarsomu gentuna, fært tú beinanvegin frænir av, at hon hevur búð á sunnastu oyggj okkara. »Nei tvass« letur í henni í heilum, eftir at hon hevur sagt ein setning á enskum við ramligari ný sælendskari dialekt.

Fyri ellivu mánaðum síðani kom 17 ára gamla Justine Peters úr New Zealand til Føroyar sum skiftisnæmingur. Hon hevur búð hjá 19 ára gomlu Heidi Joensen úr Vági ta tíðina, hon hevur búleikast í Føroyum.

Justine er uppvaksin á bóndagarðinum hjá foreldrum sínum, sum hevur eini 24.000 seyðir og eini 1000 neyt.

Tey búgva rættiliga avsíðis, og tey hava ongar grannar búgvandi nærhendis.

? Heima í New Zealandi búgva vit rættiliga avsíðis. "In the middle of nowhere", sum hon tekur til. Tískil er hon ikki heilt ókend við tey smáu viðurskiftini í Føroyum.

Beint við húsini hjá teimum rennur ein á. Eingin onnur á, sum er á sunnaru jarðarhálvu, hevur so nógv vatn rennandi ígjøgnum um tíman. Áin er ein lítil stoltleiki hjá familjuni og teimum, sum búgva har um leiðir.


Skilir ikki tey eldru

Justine sigur seg kunna fylgja við í eini samtalu millum tveir ungar føroyingar, men tá tey eldru tosa saman, tá er beinanvegin eitt sindur verri.

? Tey eldru tosa eitt heilt annað mál enn tey yngru, og tí havi eg ilt við at skilja, hvat tey royna at siga við meg, sigur Justine.

? Eg var eitt sindur bangin fyri at læra føroyskt at byrja við, og tað hevur heldur ikki verið lætt, tí tey flestu tosa enskt við meg, men nú kann eg samskifta á føroyskum uttan stórvegis trupulleikar, sigur Justine.

Tá Justine kom til Føroyar, hevði hon ongantíð verið umborð á ferju ella skipi. Men nú hevur hon verið um Suðuroyarfjørð nakrar ferðir við Smyrli.

? Eg var so bangin, at eg tók bara nógvar tablettir og svav so allan vegin, sigur Justine.

Ymiskt er, hvussu merkisdagar verða hátíðarhildnir í Føroyum og Ny Sælandi.

? Nógv verður gjørt burturúr føðingardøgum her í Føroyum. Øll familjan kemur saman, og tað eru eini tíggju ymiskar køkur at eta. Vit plaga at hava eina.


Halda longri á

Justine hevur gingið í miðnámsskúlanum í Vági, meðan hon hevur búð í Føroyum. Tískil hevur hon saman við flokkinum upplivað, hvussu føroyskur ungdómur heldur sær á gleimi og stuttleikar sær.

? Her eru tey oftari í veitslum og úti í býnum enn har heima. Tá eg havi verið í veitslum hava øll verið so ómetaliga vinarlig, og tey hava tosað við meg uttan yvirhøvur at kenna meg áðrenn.

? Í Føroyum verður farið í veitslu nakað seinni á kvøldi, og so halda tey á til tann ljósa morgun, men heima plaga vit at fara út um sjey tíðina og heimaftur klokkan tvey.

Eitt annað, sum Justine hevur bitið merki í er, at føroyskur ungdómur svevur ógvuliga nógv og ger ikki so nógvan ítrótt. Gløgt er gestsins eygað.


Vilja uppliva føroysk jól

Við í flúgvaranum til Føroyar hósdagin vóru hjúnini Trevor og Karen Peters, sum eru foreldur at Justine.

Tey eru komin til Føroyar at uppliva føroysk jól, og tey gleða seg ómetaliga nógv til høgtíðina.

? Hvar eru trøðini, var tað fyrsta eg spurdi meg sjálva, tá vit skuldu lenda við flogfarinum, sigur Karen.

? Annars eru vit ógvuliga undrandi yvir, hvussu góð viðurskiftini eru her á oyggjunum. Eg væntaði ikki at síggja asfalt á vegunum, tá tað búgva so fá fólk her, sigur Trevor læandi.

Hóast Justine hevur verið her í eitt lítið ár, so dámar henni ikki spik, ræstan fisk ella ræst kjøt, hóast føroyski pápi hennara hevur roynt at fingið niður í hana.

Hóast Justine fer avstað nú, so fer hon at síggja gamla flokkin í Vági aftur. Flokkurin fer námsferð til Turkalands, og tá fer hon við úr Ný Sælandi.

At enda vil Justine takka øllum teimum, sum hava hjálpt henni, so hon hevur følt seg heima.