Kári M. Mortensen
Tað var rættiliga hugstoytt at síggja og hoyra formannin í HSF (fráfarandi gamaní) við hevjaðum peikifingri fortelja øllum óvitandi fólki, at arbeiðið í HSF snýr seg um pengar, pengar og aftur pengar.
Sum formaður eigur hann at kenna søguna hjá HSF longur aftur enn seinastu 6 árini, sum hava verið enn ein oyðimarkargongd hjá føroyskum landsliðshondbólti.
Tíðarskeiðið 1994 2000 glógvaði
Tað gjørdi tað, tí hugað og málrættað fólk tóku seg saman at skipa landsliðsarbeiðið frá grundini av.
Stevnumiðið var stutt sagt onki A-landslið uttan ungdómslandslið somu umstøður fyri kvinnur og menn.
Fyrst 90unum var HSF so illa fyri fíggjarliga sum ongantíð áður. Landið var hartil í fíggjarligari kreppu og ongir veddingarpengar vóru til at taka.
Hóast tað eydnaðist tað HSF at byggja landsliðsprogrammið eftir ætlan.
Heili 6 landslið í altjóðakappingum
Hetta arbeiðið kom í hæddina í kappingarárinum 2000/2001, tá ið heili 6 landslið hjá kvinnum og monnum luttóku í officiellum europeiskum og altjóða kappingum. Og fíggjarliga megnaði HSF eisini uppgávuna. Eitt bragd, sum so løgið tað ljóðar longu er horvið úr tilvitanini hjá føroyskum hondbóltsfólki eisini formanni HSF.
Hví ikki líta á egna megi?
Tað eru helst fleiri grundir til, at alt datt á gólvið, og tað uttan at hondbóltsfólk og fjølmiðlar tyktust varnast tað. Millum tær keðiligu má eg nevna manglandi trúgv á egna megi.
Tað bleiv sagt, at tey føroysku landsliðini taptu ov nógv og at ungdómslandsliðini fóru við ov nógvari orku og pengum, sum heldur skuldu brúkast til A-landslið, og tá væl at merkja manslandslið.
Ikki væntandi pengar, men væntandi áræði
Tí skuldi annað skil koma á. Nýggj fólk við nýggjum visiónum komu til. Tíðin hevur víst, at hóast veddingarpengar, landskassastuðul og aðrar inntøkur uppá eini 700 -900 túsund krónur um árið, er gingið aftur á hond í stórum.
Tað er ikki væntandi pengar, men í ólukkumát væntandi ambitiónir sum er høvuðsorsøkin til hesa støðu.
Hví sikta eftir botninum á 5. división?
Í staðin fyri at berjast fyri betri úrslitum, (her mugu vit taka hattin av fyri FSF, sum hóast javnt og samt at tapa stórt ikki gevst á hondum men heldur fast um sítt mið)
er HSF farið at leita við lykt eftir mótstøðuliðum, sum eru nóg ring til, at vinnast kann á teimum við summarferiulandsliðum.
Challenge Trophy er gandaorðið. Her møta vit liðum, sum vit við 100 % vissu vinna úr londum, sum at kalla ikki spæla hondbólt. Okkara tíðindamenn og alt Føroya Fólk kann fáast upp á kók av brøgdum, sum í roynd og veru eru sápubløðrur.
A-landsliðið hjá monnum er ikki enn sloppið upp í part í Challenge Trophy, hóast HSF á sera pínligan hátt hevur roynt at biðið Danmark og Ísland tala okkara søk. Hesi hondbóltslond vita nóg illa av nevndu kapping, og kenna helst Føroyar sum eitt hampuliga seriøst hondbóltsland.
Hvar er pionerandin, sum ráddi í 60unum og 70unum, tá ið okkara undangongufólk skaffaðu føroyingum sjálvstøðugan limaskap í IHF og EHF?
HSF á skeivari leið
Tað boðar ikki frá góðum, tá ið nýggi HSF formaðurin sigur, at nú skal satsast enn meiri uppá Challenge Trophy. Hvat fær føroyskur hondbóltur burturúr at bjóða londum, sum eru langt aftan fyri okkum, til Føroyar at spæla?
Setið høg mál
Eg vil ráða HSF og formanninum at venda aftur til leistin frá 90unum, sum í grundini er einasti vegurin at fara, um vit skulu vænta, at ung fólk, sum taka sín ítrótt í álvara, velja hondbólt sum sína ítróttargrein. Eins og fótbólturin og flogbólturin skal sjálvsagt eisini hondbólturin geva ungdómsleikarum og A-landsliðsleikarum støðugar møguleikar at vera við á altjóðapallinum, har vit hoyra heima..
Tá ið tað bar til í 90unum, so ber tað enn betur til í dag.
Við hondbóltskvøðu