gjørdist fyrsta føroyska kvinnan, sum fór undir minuttin á teimum 100 metrunum. Hetta verður ofta sagt at vera eitt sálarligt mark, og koma svimjarar fyrst undir hetta, er ofta skjótt at koma enn longur [...] Elspa nummar fýra í 100 metra rygg. Í 100 metra frísvimjing varð hon nummar 8, meðan talan gjørdist um 10. pláss í 50 metra frí. Úrslit, sum ikki gerast minni imponerandi av, at Elspa bara er 14 ára gomul
segði, at útfrá tølunum í grannalondum okkara, eru tað hvørt ár eini 35 - 40 føroysk børn sum mugu undir læknahond, orsakað av óvirknari, ella passivari royking. Pál Weyhe, formaður í fyribyrgingarráðnum [...] børnini mugu til lækna. ? Tað er ikki roykingin rundanum barnið í sær sjálvum, sum ger, at børnini mugu undir læknahond. Men tá ið roykingin verður løgd afturat ymsum øðrum trupulleikum, kann tað gera at krím [...] roknað út, at tann, sum byrjar ungur at roykja, og roykir í nógv ár, missur sostatt eini skjótt eini 10-12 ár av lívinum. ? Royking er so heilsuskaðilig, at tað er heilsuligi fíggindi okkara nummar eitt
tað hevur ikki lagt seg upp í samfelagslig viðurskifti síðani Páskakreppuna í 1920-unum, tá Kristian 10 kongur elvdi til eina politiska kreppu, hóast Joakim Prinsur hevur verið í so langt farmmi við sínum [...] drotningin skal halda. Nú skulu vit halda okkum frá gitingum, men onkur politikkari hevur róð upp undir, at onkur embætismaður í forsætismálaráðnum hevur skrivað røðuna, og lagt nakrar tulkingar hjá fo [...] num ígjárkvøldið. Hann "fekk ta pressu", sum hann bað um, vil onkur halda. Nógv kunnu óivað taka undir við, at hann sum formaður í Tjóðveldisflokkinum mótmælir politisku orðingina í røðuni, um hon verður
sundur í fleiri aldursbólkar siga fyrireikararnir. Børn undir seks ár verða í einum bólki. Síðan verða bólkarnir býttir soleiðis: sjey til níggju ár - 10 til 12 ár - 13 til 16 ár og 17ár og eldri. Allir al [...] Hátíðarhald Sandavági: Fasta sambandið undir Vestmannasundi verður hátíðarhildið bæði áðrenn og aftaná, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu. Eitt stórt tiltak verður sunnudagin 8. december, tá
hesa ferð á útivølli í Randers, har heimaliðið vann 2?0. Fredericia, sum í fjør var frammi undir uppflyting, vann 1?0 í Nykøbing Falster, HFK Sønderjyllandi, sum droymir um superliguna, vann 2?0 á Østerbro [...] Østerbro stadion ímóti B93, Køge vann 2?1 á Tingbjerg stadion ímóti Brønshøj, Ølstykke, sum er undir liðini á Horsens við tólv stigum, vann 3?2 ímóti FC Aarhus, og FC Nordjylland vann á heimavøllinum í Ålborg
Þórðarson. Meistaraliðið KR úr Reykjavík legði seg sunnudagin av álvara á odda í landskappingini. Í Reykjavík var toppdystur millum KR og Fylkir, sum higartil hevur verið undir liðini á KR. Meistararnir vunnu [...] triðja plássið. Grindavík vann 3?2 á útivølli ímóti Þrótti, og KA tapti á heimavøllinum á Akureyri 1?0 ímóti Fram. Tapið hjá teimum á Akureyri kom sera illa við. Talan var um so at siga seks stiga uppgerð [...] metast at vera lítlir og eingir. Vánaliga byrjanin upp á kappingarárið ger, at teir eru ov langt frá KR at røkka teimum í átjan umførum. Næsta avbjóðingin hjá ÍA verður mánakvøldið í næstu viku, tá ið teir
2. deild Alt síðani tað 17. mai varð farið undir landskappingina í 2. deild hevur uppflytaraliðið av Toftum røkt aftasta sessin. Tað gera teir framvegis, men nú eru ávísar ábendingar um, at teir kanska [...] Højgaard. Long sending stakk í vøllin, veteranurin smekkaði til úr høgru, og bólturin smoygdi sær undir handaru samankomingini. Í 2. hálvleiki var heimaliðið omaná. Uppløgdu málmøguleikarnir vóru ikki so [...] nøsina upp eftir at koma á bronsuplássið. Tað miseydnaðist hesa ferð. Dysturin í tølum B68?KÍ 2?1(1?0) 1?0: Aksel Højgaard 45. 2?0: Óli Olsen 70. 2?1: Jákup Hansen 80.
Tvøroyri og tað hevði gingið fínt. Pauli Einarsson legði dent á, at hann tók undir við einum útibarnagarði, men hann tók ikki undir við, at akkurát skuldi fáa hølini, sum Nautilus hevði verið í. Honum dámdi [...] børnum í dagrøktini fer at minka, tá ið útibarnagarðurin letur upp, fer tað bara at kosta kommununi 10.000- 12.000 krónur um mánaðin eyka at skipa útibarnagarðin. Fýra ímóti trimum Men býráðið var ikki
hansara formanstíð, so hetta er ikki nakað ókent fyri hann. Ein valnevnd er fyri allar Norðoyggjar, og undir hesi valnevnd eru so ymisk stýri fyri hvørt valhøli. Í hesum stýri sita 5 fólk, og teirra uppgáva [...] sjálvan valdagin. Nógvar fyrireikingar Karl Johansen greiðir frá, at nógvar fyrireikingar eru upp undir eitt val. 14 dagar áðrenn sjálvt valið fer valstýrið í gongd við allar fyrireikingarnar, og eina viku [...] ein tíma til at gjøgnumganga alt hølið fyri at kanna, um alt nú er, sum tað eigur at vera, og klokkan 10.00 lata tey dyrnar upp. Fyri framman stendur nú ein langur og til tíðir strævin dagur, har tey allatíðina
tann fyrsti bilurin, sum varð fluttur við Rituni um Skopunarfjørð. Brynjolvur Jensen keypti bilin fyri 10 árum síðani. Hann kendi væl bilin, sum ofta vitjaði í heimbygd Brynjolvs, Sumba. Eisini hevði Brynjolvur [...] og hevur uppruna intrekk og teppi. Bilurin hevur bert koyrt 85.000 km øll hesi 30 árini ? í miðal undir 3.000 um árið. Hóast merktur av aldri, so var bilurin ikki slitin. Í Føroyum var einki felag fyri [...] verður fyrstur við eini nýggjar Sandoyarferju: ? Tá verður hann fyrstur gjøgnum undirsjóvartunnilin undir Skopunarfirði ? á veg til Sumbiar, sigur Brynjolvur smílandi. Livst so spyrst?