Óheppin orðing - men í so avgjørdur floksformaður!

Oddagrein

Mitt í eini væltilrættislagdari drotninga- og hjúnprinsavitjan segði drotningin nøkur orð, sum hon helst ikki skuldi havt sagt.Hugsað verður um politiska - ella samfelagsliga - brotið í tí annars frálíku røðuni, hon helt í Norðurlandahúsinum mánakvøldið, tá Føroya landsstýri var vertur.

Tey flestu munnu vera samd um, at orðingin um nýggju skipanina - yvirtøkulógina og heimildarlógina - vóru óheppin, tí semja er ikki um hesa nýskipanina í Føroyum. Tey flestu munnu tó halda, at talan er um eitt framstig, samstundis sum andstøðan heldur, at talan er um eitt afturstig.

Danska kongshúsið hevur verið óheft, og nógv hava stóra virðing fyri danska kongshúsinum, tí tað hevur ikki lagt seg upp í samfelagslig viðurskifti síðani Páskakreppuna í 1920-unum, tá Kristian 10 kongur elvdi til eina politiska kreppu, hóast Joakim Prinsur hevur verið í so langt farmmi við sínum sjónarmiðum um landbúnaðarpolitikkin í ES.

Tað er kent, at danska stjórnin góðkennir røður, sum drotningin skal halda. Nú skulu vit halda okkum frá gitingum, men onkur politikkari hevur róð upp undir, at onkur embætismaður í forsætismálaráðnum hevur skrivað røðuna, og lagt nakrar tulkingar hjá forætismálaráðnum inn í røðuna. Um so er, er tað spell, at forsætismálaráðið misnýtir drotninga, sum stór virðing er um, til slík politisk sneisaørindi.

Hóast nógv harmast um orðingina, yppa vit øksl, og siga tað var so tað, og vit umbera drotningina. Men tað ger formaðurin Tjóðveldisfloksins ikki. Høgni Hoydal boðaði týsdagin frá, at hann sendi avboð til nátturðan umborð á kongaskipinum ígjárkvøldið. Hann "fekk ta pressu", sum hann bað um, vil onkur halda.

Nógv kunnu óivað taka undir við, at hann sum formaður í Tjóðveldisflokkinum mótmælir politisku orðingina í røðuni, um hon verður tulkað til politiska uppílegging. Men haðani og til at senda avboð til ein nátturðabita er eitt í so langt lop, sum summi helst vilja kalla smásinni.

Í øllum førum kunnu vit seta spurnartekin við, um tað er rætt at vera so avgjørdur, tá tað kann hugsast, at tað eru onnur enn sjálv drotningin, sum hava orðað røðuna, hon helt í Norðurlandahúsinum á tí annars frálíka kvøldinum við spennandi konsert konsert og mótasýning og góðum borðhaldi.

Skal mótmælast, skal mótmælast á røttum stað - og tað er allar helst í forsætismálaráðnum.