tí lovandi Súluprospektinum, sum skal rudda slóð fyri boring Í farnu viku kom seismikkskipið Malene Østervold á Havnina. Skipið skal skjóta seismikk á loyvi 008, sum liggur beint við markið og tætt upp [...] upp at tí stóra oljufundinum, sum oljufelagið Chevron hevur gjørt hinumegin markið, eisini kallað Rosebankfundið. Don Ragusa, sum stendur á odda fyri leitingini hjá Chevron á okkara leiðum, sigur við Portalin [...] ársfjórðingi í ár at taka støðu til, hvat ætlanin er við loyvi 008. -Vit skutu seismikk í fjør, sum er ein partur av okkara skyldum. Men vit skutu ikki allan seismikkin tá, tí veðrið var ikki heilt til
vikuskiftið. Mjølnir, sum liggur væl fyri, skal í Havn spæla móti Fleyr leygardagin, og tað er ein dystur, sum Mjølnir skal vinna, um teir vilja liggja við heilt frammi. Tað er tó ikki bara sum at siga tað. Hóast [...] teimum trimum dystunum, sum verða spældir hetta vikuskiftið. Her veðrur stóri spenningurin helst, um ÍF megnar at taka stigini við sær, tá tær vitja í Trongisvági hjá TB. Ein dystur, sum kann lyfta ÍF heilt
íløgan er ? og um hetta er ein góð íløga hjá SEV, sigur Henning: - Verandi mylla í Nes haga, sum hevur staðið upp í eini 11-12 ár, hevur riggað væl og við teimum royndum, sum SEV hevur gjørt sær við hesi [...] ur hjá SEV, væntar, at gongur alt sum ætlað, standa myllurnar uppi um einar 14 dagar ella so. Hann sigur, at hesar tríggjar vindmyllurnar hava eitt veingjabreiði, sum er 47 metrar í mun til verandi myllu [...] hesi myllu, er væntandi, at íløgan upp á einar 18 miljónir krónur, verður ein hampiliga góð íløga. Henning Jacobsen sigur, at nýggju myllurnar í minsta lagi skuldu givið einar 7 miljónir (kW) kilowatt tímar
havt so stóran týdning. Og tað einasta, sum eg vil ávara í móti er, at vit mugu ikki fáa ta áskoðan, at tað eru vit, sum ráða yvir Gudi. Tí tað er jú hann, sum ræður yvir okkum, sigur bispur. Hann vil [...] ? Tað má vera upp til hvønn einstakan, um ein ynskir at fara til eitt grøðingarmøti. Tað er ikki nakað, sum eg kann blanda meg uppí, uttan so at onkur kemur til mín og beinleiðis spyr meg, sigur bispur [...] Hann hevur hoyrt nógv um tað, og hann sigur, at tað liggur honum sera fjart at fara at avvísa tað. ? Óansæð hvat verður gjørt ella hvussu, so skal ein ikki seta mark fyri, hvat Gud kann gera, sigur Hans
grundarlag undir henni sum frálíður. Prísurin á Oslorutuni fer at liggja á leið á sama støði, sum til Kastrup. Kanska heldur í undirkant av tí, sigur Kent Christensen. Sum dømi um, hvussu ein ruta verður bygd [...] rutuna til Stavanger niður kortini. Hon verður framvegis flogin sum vant mikudag, har eisini verður farið til Oslo. Hinvegin kemur so ein nýggjur túrur beinleiðis til Oslo afturat. Hann verður flogin leygardag [...] hjá Atlantsflogi, sigur, at tað hava verið ábendingar um, at ferðafólkagrundarlagið til og úr Noreg liggur í Oslo. Atlantsflog hevur fyrr flogið til Oslo, men tað hevur verið í samband við Stavangerrutuna
longu bíðirøðunum, so er enn eingin loysn funnin viðvíkjandi longu bíðirøðunum, sum røkka heilt niðan á vegin, sum annars er ein partur av høvuðsæðrini í vegakervinum í Klaksvík. Ørkymlandi støða Tekniska [...] ábyrgdin eisini liggur hjá løgregluni, sum skal skipa fyri, at ferðslan gongur rætt fyri seg. Á Teknisku Deild eygleyða tey tó trupulleikan við ørkymlaðum eygum. - Vegurin við ferjuleguna er jú ein høvuðsæðr [...] Deildin hjá Klaksvíkar Kommunu hevur til uppgávu at uppmerkja básar til bíðirøðirnar á ferjuleguni. Men sum nú er, rúma hesir básar als ikki allari ferðsluni. - Trupulleikin er einans, at vit hava einki annað
hevur stóran týdning fyri Føroyar sum komandi oljuøki. Tó mugu vit ásanna, at vit ikki enn vita um kolvetni er funnið í rakstrarverdum nøgdum. Ein spennandi tíð liggur fyri framman hjá øllum loyvishavarum [...] Explorer boringini av brunni 6004/16-1z í loyvi 001 hjá Faroes Partnership samtakinum við Amerada Hess sum fyristøðufelag. Í løtuni verða royndir tiknar og seinastu mátingarnar gjørdar í brunninum, áðrenn hann [...] viðgjørt boriúrslitini út í æsir - í seinasta lagi 8 mánaðar eftir, at brunnurin er stongdur - skal ein frágreiðing um endaligu úrslitini av boringini latast Oljumálastýrinum saman við eini ætlan fyri, hvørji
umstrídda, málið um gongd í haganum, loysast. Tað er ein boðskapur hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni, sum hann helt fyri eini løtu síðani. Hetta eitt mál, sum hevur kloyvt tjóðina í fleiri ár og fleiri av teimum [...] skal eisini vera tey, sum fáa ágóðan. – Tað skal gerast við virðing fyri virkseminum hjá teimum, sum varða av jørðini, og atlit skulu takast til náttúru og trygd. Men tað liggur í hvussu so er fast, [...] men nú er Aksel V. Johannesen, løgmaður, kortini so djarvur at hann lovar eina loysn. – Tann vinnan, sum veksur skjótast, er uttan iva ferðavinnan. Her er trupult at finna røttu javnvágina, men tað er avgerandi
útbjóðing. Tilboðið og bygningurin, sum Búsetur bjóðaði, vóru vald sum besta boðið. Hetta varð lagt fram fyri løgtingið og varð samtykt. Av tí sama kundi ein bygningur, sum hevur skipsskap byggjast á Giljanesi [...] Útbjóðingin annan ham Vit valdu tí at leggja á annan bógv viðvíkjandi útbjóðing. Nú var bjóðað út ein bygningur, sum byggifyritøkurnar sjálvar skuldi tekna og projektera. Talan var um eina útbjóðing, har tað [...] brúktur. Í hesum føri gjørdist prísurin munandi lægri, umframt at allur vági nú liggur hjá byggifyritøkuni. Tað er byggifyritøkan, sum eigur bygningin, til hann er liðugur og góðtikin. Bert prís- og lønarvøkstur
stórar eldar, sum eru um hesar leiðir í løtuni. - Vit eru ikki fyrireikað til eldar av hesum slag. Tað er ikki nóg mikið av sløkkiliðsfólki í Los Angeles at taka sær av hesum, sum í løtuni er ein veruleiki [...] sambært tíðindastovuni, NBC. Myndir av stórbýnum vísa eitt stórt roykteppi, sum liggur yvir býnum, og onkrastaðni er so nógvur roykur, at luftin er vandamikil fyri menniskju. - Hetta verður kostnaðarmiklasti [...] eru oyðilagdir av eldi, sum herjar í økinum, Pacific Palisades. Hetta er eitt økið í stórbýnum, har nógv vælhavandi fólk eiga hús og íbúðir. Her er nógv farið upp í royk, eins og fólk eru rýmd úr økinum