Løgmaður hevur í dag loyst Henriki Old úr starvi sum landsstýrismanni. Henrik Old bað sjálvur løgmann um at sleppa at leggja frá sær.
- Hetta málið snýr seg um, hvørt tunnil fyrst skal gerast til Dals ella Fámjins. Hetta er beinleiðis orsøkin til, at Henrik nú leggur frá sær, sigur løgmaður.
Løgmaður sigur, at við tað, at ósemja var í landsstýrinum ella í samgonguni um málið, valdu tey at spyrja Landsverk.
- Og svarið var púra greitt: Tað er meira átrokandi at gera tunnilin til Dals enn tann til Fámjins. Orsøkin er, at grót ikki bara ríður niður á vegin, men eisini undan vegnum. Hann liggur á eini rók, tað er steyrrætt beint niður í havið, og tað er veruligur vandi fyri, at dalbingar ein dag einki vegasamband hava yvirhøvur, tí ein partur av vegnum er farin í havið. Tí hevur ein meiriluti í landsstýrinum og samgonguni gjørt av, at fakliga tilmælið skal fylgjast, og tunnilin til Dals gerast fyrst. Hetta er eisini tað, sum Løgtingið áður hevur samtykt, skrivar løgmaður.
Hann sigur eisini, at tað ikki er rætt, sum millum annað Henrik Old hevur ført fram, at klárt er at seta borin í jørðina fyrsta dagin í Øravík.
- Sambært Landsverk skulu 5-600 metrar av arbeiðsvegi gerast, áðrenn borast kann til Fámjins, og av teirri orsøk kann borurin ikki setast í fyrr enn um ársskiftið. Samstundis metir Landsverk, at tað kann vera klárt at bora Dalstunnilin tíðliga í komandi ár, sigur hann.
- Vit skulu hava nógvar tunlar afturat. Fyrst og fremst Hvalba, Norður um Fjall, Dal og Fámjin. Teir koma allir – men teir koma ikki allir í senn, sigur løgmaður.
- At enda skal eg boða frá, at eg sjálvur nú taki ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum Henrik Old hevur havt í Landsstýrinum til nýtt landsstýrisfólk er útnevnt, sigur Aksel V. Johannesen.