Norðurlendsku samstarvsráðharrarnir høvdu fund í Føroyum í gjár.
- Tað er leiðslan í Norðurlendska ráðharraráðnum, og vit sita við fíggjarætlanini og skulu avgera, hvussu peningurin skal nýtast, og hvørji øki satsast skal uppá í Norðurlanraráðnum, sigur Jørgen Niclasen.
Og tað eru ikki smápengar, ið talan er um.
- Vit skulu so avgera á fundinum, hvussu stór upphæddin skal verða, men hon liggur um 900 millliónir krónur, so tað eru hampiligar upphæddir, talan er um, sigur Jørgen Niclasen.
Fundurin hevur verið í Føroyum áður, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar sleppa at leiða fundin.
- Ja, hetta er fyrstu ferð, at føroyski ráðharrin leiðir fundin, og tað er spennandi. Nú fæst so at vita, um eg kann liva upp til álitið. Orsøkin er ein avleiðing av, at Føroyar vildu hava limaskap í Norðurlandaráðnum, og tað fingu vit sum kunnugt ikki. Í staðin fingu vit sonevnda Álandsskjalið sum sigur, at tey sjálvstýrandi økini skuldu fáa størri ávirkan, og ein avleiðing er so, at vit hava leiðsluna á fundinum, sigur Jørgen Niclasen.
Universitet í Hvítarusslandi
Høvuðsuppgávan hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum er fíggjarætlanin, men tað verða kortini viðgjørd onnur mál.
- Vit skulu viðgera fíggjarætlanina fyri komandi ár, og vit byrja við ætlanini fyri 2012, men vit viðgera eisini onnur mál, eitt nú samanlegging av norðurlendskum stovnum, ið vit hava rættiliga nógvar av. Tað er ein fyrimunur at hava færri stovnar, fyri at fáa peningin at røkka longur, sigur Jørgen Niclasen.
Eitt annað mál, ið var til viðgerðar, er virksemið í Hvítarusslandi.
- Norðurlandaráðið hevur tikið stig til eitt óheft universitet í Hvítarusslandi, sum skal kunna undirvísa fólki á einum óheftum støði, og nú skulu vit so taka støði til, hvussu vit víðari fara fram við tí, sigur Jørgen Niclasen.
Síðani eru eisini onnur mál, ið vórðu viðgjørd, men uttanríkisráðharrin sigur, at fíggjarætlanin hevur størstan týdning á fundinum, sum altso var á Hvonn í gjár.