Tað sum Vár í Gong skrivar er als ikki í trá við tað eg segði í ÙF – tvørturímóti vísti eg á at Fólkaflokkurin tekur fult undir við at útbyggja heilsuverkið og at byggja fleiri røktarheim, men at tað var skeivt at seta hesar íløgur upp ímóti eitt nú einum tunnli Norð um Fjall. Eg vóni at tað Vár í Gong skrivaði var eitt óheppi val av orðum og ikki ein tilætla manipulatión.
Hyggja vit eftir hvussu nógv Føroya Løgting hevur játtað til eitt nú bygging av røktarheimum, so sæst at bert ein lítil partur av játtanini er brúkt hesi seinastu nógvu árini.
Frá 2006 til 2009 eru bert 38% brúkt av tí sum løgtingið hevur játtað.
Hóast løgtingið hevur játtað nógvan pening til røktarheim, so kunnu vit staðfesta at stórur tørvur er á røktarheimsplássum
Tá farið verður undir at bygga fleiri røktarheim, so er tað óseriøst ikki at taka raksturin við.
Vit vita at landskassin í byggikostnaði, rindar ímillum 500.000 kr og 700.000 kr. til eitt røktarheimspláss.
Vit vita eisini at raksturin liggur ímillum 500.000 og 600.000 kr pr. røktarheimspláss. Tað er neyðugt at finna hesar pengar og tað má sjálvandi vera inni í verandi rakstri. Raksturin 2010 vísir eitt hall uppá 400 til 500 mió.
Ein og hvør má skilja at vit kunnu ikki áhaldandi læna 500 milliónir um árið til rakstur av samfelganum og tí er neyðugt at vit gera neyðugar sparingar í almenna sektorinum, sum er vorðin alt ov stórur, sæð í mun til hvat inntøkur landskassans eru og hvat okkara vinnulív orkar at bera.
Eitt er vist og tað er at 60 mió. í lønarhækking til tey alment løntu, høvdu komi væl við hjá teimum sum hava størstan tørv í okkara samfelag.