Børn í føroyskum dagatovnum fáa ov nógv sukur og ov lítið grønt
Tað er niðurstøðan í kanning hjá Rannvá Øssursdóttir, bachelor í heilsu og føðslu.
- Tað er uppgávan hjá dagstovnunum at læra børn um mat, so at tey seinni í lívinum kunnu taka avgerð um, hvussu tey vilja liva, sigur Rannvá Øssursdóttur.
Í sambandi við, at hon tók prógv í summar, skrivaði hon ritgerð um matvanarnar í føroysku dagstovnunum.
Saman við Fólkaheilsuráðnum er hon komin til ta niðurstøðu, at børn, sum eru á dagsstovni, fáa ov nógv sukur at eta og ov lítið av frukt, fullkorn og grønmeti.
- Kanningin vísir, at av 21 dagsstovnum, vit kannaðu, vóru tað bara tveir, sum hava orðað ein kostpolitikk, sigur Rannvá Øssursdóttur við Rás2.
Hon heldur ikki, at tað samsvarar við fólkaheilsuætlanina hjá landsstýrinum, tí har stendur, at dagstovnarnir skulu orða ein mat- og málttíðspolitikk.
- Í hesum liggur, at vit skulu hava eina greiða støðu til tann matin, børnini fáa á dagstovnum og at hugsað verður um at læra børnini at skilja ímillum sunnan og ósunnan kost.
Hon sigur, at dagstovnurin skal brynja børnini til at kunna taka eina avgerð seinni í lívinum um, havt er sunt og hvat er ósunt.
Rannvá Øssursdóttur ásannar, at tað eru foreldrini, sum hava evstu ábyrgdina av hesum.
Men hon heldur eisini, at dagstovnarnir hava ábyrgd á økinum.
- Akkurát sum dagstovnarnir hava ymsar pedagogiskar ábyrgdir, hava teir eisini ábyrgdina fyri at leggja góðar kostvanar niður í børnini frá tí at tey eru heilt lítil, sigur hon.
Hon heldur, at tað kann vera ein partur av teirri pedagogisku ábyrgdini.
Rannvá Øssursdóttur heldur, at orsøkin til støðuna er væntandi vitan um, hvussu avgerðandi góðir matvanar eru fyri restina av lívinum.










