Nú hetta valskeiðið nærkast endanum og borgarstjórin í Húsavíkar kommunu ikki stillar upp aftur, fegnast Brynhild Sørensen eitt nú um, at bæði Húsavík og Dalur um stutta tíð fáa sóttreinsað drekkivatn.
- Útgerðin stendur klár hjá Nomatek í Havn, og nú er eftir at fáa smáu húsini, sum skulu hýsa reinsiverkinum í ávikavist Húsavík og Dali, liðug. Talan er um tvinni hús og tvinni reinsiverk, harav verkið í Húsavík er nakað størri enn verkið í Dali.
Hon vísir á, at sjálv útgerðin til reinsiverkini liggur um 1,4 miljónir krónur, og haraftrat koma so húsini, sum skulu hýsa verkunum. Borgarstjórin sigur, at tað hevur tikið tíð at fáa øll loyvi til húsini upp á pláss, og korona hevur eisini gjørt sítt.
Íløgan við reinsiverkunum og húsunum fer at liggja um einar 2,3 miljónir krónur.
- Hetta er sjálvsagt ein stór íløga hjá so fámentari kommunu, men við tað, at vit hava sett pening av til hesar verkætlanir seinnu árini, letur hetta seg gera. Vit hava eisini sett pening av til drekkivatnsbrunn á Skarvanesi, sum eisini er partur av Húsavíkar kommunu.
Brynhild Sørensen vísir á, at vatnið á Skarvanesi eisini er projekterað, men tað er ikki byrjað enn, nú so nógv trýst er á arbeiðsmarknaðinum. Men, hon sigur seg vóna, at tað ikki fer at ganga long tíð, til fólk á Skarvanesi eisini hava sóttreinsað drekkivatn.
Hon sigur, at hóast peningur er settur av til drekkivatnið undanfarin ár, verður hetta eisini ein partur av fíggjarætlanini fyri komandi ár.
- Ein onnur avbjóðing í komandi skeiði verður framhald av tí arbeiði, sum er gjørt í samband við spillivatnið. Vit hava arbeitt við hesum alla tíðina, og her er rættiliga nógv gjørt, men enn vantar nakað, til vit eru komin á mál, sigur Brynhild Sørensen.