hon siglur heldur ikki í morgin og Sam fer sín seinasta túr av Klaksvík nú klokkan 16.15. Men hann siglur so ein túr í morgin. Á Strandferðsluni siga tey, at hetta er fyrstu ferð í óminniligar tíðir, at [...] ógvuliga óvist, um hann siglur í morgin. Somuleiðis er Skúgvoyarsiglingin løgd lamin. Strandferðslan sigur, at endalig avgerð um sigling í morgin, verður tikin seinni í kvøld. [...] eftir døgverða, høvdu eina drúgva ferð. Flogfarið úr Íslandi, sum skuldi lenda 13.30 fleyg ein tíma uppi yvir Føroyum, men mátti so til Bergen. Men tað royndi aftur og fyri eini løtu síðani, eydnaðist tað
bara í Bø, at grindareiðskapur er horvin, nú tað í vikuni gjørdist greitt, at bíggjarfólk hava mist 11 mønustigarar og tveir kúluonglar, sum lógu í einari smiðju í bygdini. Hetta er eisini hent í Leynum [...] onglunum, sum vóru ringastir at fáa fatur í, verður lagt aftrat. Í Bø vóru togini skorin av kúluonglunum, men allir 30 onglarnir, sum vóru tiknir í Leynum, høvdu togið uppi í sær. - Togini eru bæði tjúkk og helst [...] eftir var á bakkanum. Søgan er hendan, og hon er sonn. Tað hava vit í morgun fingið váttað í Kvívíkar kommunu. Tá fólk í vár vóru á fjalli í Kvívík, komu menn av tilvild fram á nakrar kúluonglar við Kvívíksklivar
Landsliðsspælararnir hava í morgun verið uppi á tindinum Ebenalp, sum liggur 1.640 metrar yvir havinum, og har kundu teir njóta eitt framúrskarandi útsýni yvir umráðið, sum liggur í landnyrðingspartinum av [...] við Kára Nielsen hevur havt tilsamans tríggjar venjingar við liðnum, tvær í gjár og eina lætta í dag. ? Hvíldin er ein fyrimunur í fyrireikingini, tá vit spæla á útivølli, tí tá vit eru á heimavølli, koma [...] mikukvøldið í Havn, vann Sveis 30-23, harav helvtin av málunum hjá Sveis var eftir skjótálop. So fæst at síggja, um føroyska liðið megnar at forða teimum mongu skjótálopunum hjá sveisarunum í kvøld, tá spælt
nnuni – og øðrum vinnum – í hesum londum uppi. Hann vísir á, at eingin tilgongd er av fólki til fiskavirkisvinnuna í Føroyum. - Tá ið royndu fólkini fella frá, kemur eingin í teirra stað og tekur yvir [...] ar fram á fundi í Vinnuhúsinum í síðstu viku, sum Ráfiskakeyparafelagið tók stig til. Trupul støða Andreas F. Hansen, virkisleiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood, er eisini formaður í Ráfiskakeyparafelagnum [...] hvussu nógv fer í gjøgnum. Eingin tilgongd Sum virkisleiðari á tveimum fiskavirkjum, ásannar Andreas F. Hansen, at høvuðstrupuleikin hjá fiskavirkisvinnuni í Føroyum er hin sami, sum vit síggja í eitt nú Íslandi
Í gjár kundi Pizza 67 hátíðarhalda sín 20 ára føðingardag. Í hesum sambandi vórðu pitsur seldar fyri 20 krónur, og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið í gjár. Longu ein tíma áðrenn dyrnar lótu upp [...] føroyskt pitsamet, metir Pizza 67, tí tað var í øllum førum eitt greitt Pizza 67 met. Tilsamans seldu tey fyri 26.700 krónur í gjár. Peningurin er allur longu brúktur í samband við eitt vælgerandi endamál. Ann-Margit [...] Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðari í Pizza 67 handaði peningin til Beran, ið er sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist onkran kæran. Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, fegnaðist, sum vera
aktuellur til pláss í miðverjuni. Var kanska ov ótryggur í nøkrum førum, har hann kundi latið bóltin ferðast aftur til málverjan, men var annars sera stinnur í verjupartinum. Ikki minst í mongu nærdystunum [...] vera farið. Men tað forðaði ikki Jákupi í at levera enn eitt framúrskarandi avrik millum føroysku stólparnar. Í tveimum førum var talan beinleiðis um bjargingar í heimsflokki, og tá serbar løgdu seg á odda [...] føroysku verjuni somu trupulleikar, sum hann gjørdi í Beograd í fjør. 6. Atli Danielsen, Frem Var fyrstu løtuna av føroyingunum, sum stóð veikastur í myndini. Bæði tí hinir 10 spældu mest sum framúr, men
Í gjárkvøldið legði ein grind beinini í Vági. Grindin var funnin á Víkarfirði um átta tíðina í gjárkvøldið. Tá var ein bólkur av springarum uppi í, men teir vórðu skildir burtur úr og so varð roynt at [...] at fáa rakstur á grindina. Tað gekk strilti í fyrstuni, men so kom gongd á, og grindin varð rikin til Vágs, har hon varð hildin til klokkan 22.30. Drápið gekk skjótt og væl. Mett var, at hon var um eini
so øll familjan er uppi í, sigur Óli. Litirnir til brúdleypið eru ráhvítt og grønt - brúðarkøkan skal konan hjá pápa Eyðbjørg gera, men restina má bíða, til parið veit hvussu gekst í kappingini um at vinna [...] yngstur og einasti drongur millum fimm systrar. Leingi lá tað í kortinum, at Óli skuldi taka yvir eftir pápa sín, og fór hann tí á landbúnaðarskúla í Norra. - Har fann eg so útav, at mjólkineyt tímdi eg ikki [...] sigur hon. Brúdleypið Nú eru brúdlepsfyrireikingarnar í gongd. Ein vinkona frá designaraskúlanum, Berit Heinesen, skal seyma kjólan, sum skal vera í ráhvítum silki við blondum. Hárið er enn eitt spurnartekin
hann. Í løtuni stoypa teir gólv á Vestsmolt Inni á Dølum. Men klárt verður at koyra fisk í aftur kørini, tá strokið verður í heyst. Einaferð í november-december strúka tey, og so verður aftur lív í kørunum [...] Føroya einaferð fyrst í nítiárunum, greiðir Ragnar Joensen frá. Higartil hevur hon mest gjørt um seg í alibrúkum á sjónum, hóast hon eisini hevur verið at sæð á smoltstøðum uppi á landi. Tað er komið fyri [...] staðfest í sjálvum fiskinum ella vøddunum. BKD er bakteriusjúka, sum vanliga rakar innvølin á fiski. Hon setir seg sum bruni í livur, milt og nýru. Men hon kann eisini breiða seg til vøddar og út í sjálvan
Brand. Í VikuskiftisSosialinum í dag er ein longri samrøða við Janus Sørensen, sum fleiri ferðir hevur fingið virðisløn á Føroya Sjómannadegi fyri størstu veiðinøgd í bólkinum, sum Brandur fiskar í. Útr [...] gýting, meðan minni er av toski. Um summarið er veiðan mest hýsa, og onkur ár í juni og juli fæst eisini væl av hvítingi uppi í hýsuveiðini. Men, tað er ikki á hvørjum ári, at hvítingur er. Janus Sørensen [...] Útróðrarmaðurin á Viðareiði er ikki heilt samdur í útsagnunum um, at útróðrarfiskurin sum heild er so rak, sum sagt verður. Sjálvur hevur hann róð út í nógv ár, og tískil hevur hann eisini fylgt við, hvussu