Fótbóltur
1. Jákup Mikkelsen, KÍ
Tað kann væl vera, at tíðarskeiðið hjá aldursforsetanum og veteraninum á føroyska landsliðnum er um at vera farið. Men tað forðaði ikki Jákupi í at levera enn eitt framúrskarandi avrik millum føroysku stólparnar. Í tveimum førum var talan beinleiðis um bjargingar í heimsflokki, og tá serbar løgdu seg á odda, var tað eftir enn eina góða bjarging, har retururin tó varð fangaður av serbum. Seinna málið fekk hann ikki gjørt tað minsta við, og avrikið prógvaði, at tað enn ikki er nøkur sjálvfylgja, at Gunnar Nielsen skal millum føroysku stólparnar.
2. Jónas Þór Næs, Hvidovre
Spældi seg í fjør til nakað, sum líkist einum føstum plássi á landsliðnum, og hesa støðuna styrkti hann mikukvøldið. Lága vakstrarlagið ger hann sera stúttan í nærdystunum, og tað var eisini eftir einar tríggjar knallharðar tacklingar á rað frá honum, at føroyska fekk sín størsta møguleika í seinna hálvleiki. Varð yvirspældur við fyrra serbiska málið, tá hann stóð einsamallur við tveimum monnum, men byrgdi í aðrar mátar væl fyri.
3. Johan Troest Davidsen, NSÍ
Hevur fleiri ferðir prógvað, at hann kann spæla á øllum plássum í verjuni, og tað prógvaði hann aftur mikukvøldið. Er eins og Jónas sera stúttur í nærdystunum, har hann sjáldan verður skúgvaður til viks. Og hóast hann ikki er av størstu monnum, vann hann nógvar av luftbóltunum. Hevði eisini dirvið til at koma framvið, og átti at skotið sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann við djúpari renning gjørdist púra leysur, meðan tað enn stóð á jøvnum.
4. Egil á Bø, EB/Streymur
Framtíðin sum fótbóltsspælari liggur kanska aftan fyri Egil, men enn er ilt at síggja, at hann skal spæla seg av liðnum. Er kanska ikki av skjótasti monnum, men plaseringsevnini eru framúr, og tí stendur hann mest sum hvørja ferð á rætta stað, áðrenn vandastøðurnar veruliga gerast vandamiklar. Og enn er lítil ivi um, at hann hevur fullan rætt til sítt pláss á landsliðnum.
5. Atli Gregersen, Víkingur
Er higartil størsta kaninin úr hattinum hjá Brian Kerr, og avrikið hesaferð prógvaði, at hann væl og virðiliga er aktuellur til pláss í miðverjuni. Var kanska ov ótryggur í nøkrum førum, har hann kundi latið bóltin ferðast aftur til málverjan, men var annars sera stinnur í verjupartinum. Ikki minst í mongu nærdystunum við væl vaksna Zigic, sum ongan tíð slapp at geva føroysku verjuni somu trupulleikar, sum hann gjørdi í Beograd í fjør.
6. Atli Danielsen, Frem
Var fyrstu løtuna av føroyingunum, sum stóð veikastur í myndini. Bæði tí hinir 10 spældu mest sum framúr, men eisini tí Atli hesa løtuna hevði nakrar óneyðuga óneyvar sendingar, sum kundu blivið heilt vandamiklar. Arbeiðsavrikið liggur tó ongan tíð eftir hjá Atla, og sum minuttirnir gingu, arbeiddi hann seg væl og virðiliga inn í dystin. Eitt gult kort eftir steðgin fekk hann ikki at spara seg í nærdystunum, og lítil ivi er um, at hann framvegis eigur sítt pláss á miðvøllinum.
7. Fróði Benjaminsen, HB
Vísti seg enn einaferð frá síni kropssterkastu síðu, tá hann ferð eftir ferð var partur av knallhørðum nærdystum – bæði á jørðini og í luftini. Hugurin til nærdystir fekk til tíðir mótstøðuna at halda seg burtur, og við góða bóltførleikanum var Fróði tí eisini partur av fleiri føroyskum álopum. Varð eisini nýttur sum millumstøð við at kalla øll innkøst, sum hann royndi at leingja. Skal ein dagsins maður finnast í góða kollektivinum í gjár, so eitur hesin Fróði Benjaminsen.
8. Súni Olsen, Víkingur
Fyri steðgin var Súni absolutta snúningspunktið í føroyska spælinum, og við millimetur neyvum sendingum tagaði hann fleiri ferðir serbisku sundur. Hóast góða avrikið fer Súni uttan iva at iðra seg um teir báðar møguleikarnar, sum hann misnýtti tíðliga í báðum hálvleikunum. Arbeiddi sera nógv bæði aftur og fram eftir miðvøllinum, og útskiftingin eitt korter fyri leiklok kendist náttúrlig, tá kreftirnar vóru um at vera heilt uppi.
9. Bogi Løkin, NSÍ
Hevði eitt sera stórt arbeiðsøki í høgra borði, og fyri steðgin røkti hann at kalla alt økið fyrimyndarliga væl. Kom sera væl við í føroyska álopsspælið, har hann skapti bæði breidd og dýpd, og vísti eisini eftir steðgin, at hann er ein tann mest rennisterki spælarin í landinum.
10. Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
Hevði hampuliga truplar arbeiðstreytir sum einsamallur framherji, men var kortini við í nógvum av tí, sum føroyska liðið skapti. Ikki minst, tá hann leitaði oman í vøllin at taka ímóti bóltinum, men royndi eisini støðugt at trýsta serbisku miðverjuna, sum ikki altíð var eins álvulig við hóttanina frá Silkeborg-spælaranum.
11. Símun Samuelsen, Keflavík
Tykist nú veruliga at prógva, at hann eigur sítt sjálvsagda pláss á landsliðnum, eftir at avrikini annars ofta ikki hava verið heilt so sannførandi, sum fótbóltsevnini annars bera boð um. Hevur ferðina, sum kann bjóða av á hægsta støði, og megnaði fleiri ferðir at gagnnýta tómrúmið aftan fyri ofrensivu bakkarnar. Átti tó at fingið meira burturúr, tá hann gjørdist púra leysur beint undan fyrra serbiska málinum, og var eisini við í øðrum føroyskum atsóknum.
12. Christian Høgni Jacobsen, AB
Spældi seinastu 20 minuttirnar fyri smáskadda Símun Samuelsen, og fekk prógvað, at hann framvegis er landsliðsaktuellur. Hevur ferðina og orkuna til at bjóða mótstøðuni av, og var um reppið at draga seg leysan við hælfintu ta einu ferðina.
14. Andrew av Fløtum, HB
Spældi seinastu minuttirnar fyri Christian Lamhauge Holst, men tíðin á vøllinum var ov lítil til veruliga at gera nakra meting av avrikinum.
17. Jann Ingi Petersen, B68
Spældi seinasta korterið fyri Súna Olsen, og arbeiddi væl hesa løtuna, uttan at hann tó veruliga fekk sett sín dám á dystin.