Allir jólagestirnir komnir til landið

Men nú er avbjóðingin at fáa tey seinastu ferðafólkini til hús í Føroyum

Nú eru øll flogførini, sum skuldi koma til Føroya við jólagestum, lend.

Men tey bæði seinastu, sum skuldu koma beint eftir døgverða, høvdu eina drúgva ferð. Flogfarið úr Íslandi, sum skuldi lenda 13.30 fleyg ein tíma uppi yvir Føroyum, men mátti so til Bergen. Men tað royndi aftur og fyri eini løtu síðani, eydnaðist tað at lenda.

Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahavn beint eftir døgverða, drálaði eisini á at bíða eftir líkindum í Føroyum.

 

Og eftir at hava flogið runt nakrar ferðir yvir Føroyum, fekk tað eisini sett seg fyri eini løtu síðani.

 

Men nú er so takið at fáa tey víðari. Øll koyring hjá Bygdaleiðum er avlýst og tað eru fleiri strandfaraskip eisini. Smyril mátti loysa klokkan fýra, so hóast fleiri suðuroyingar eru við flogførunum, sleppa teir nokk ikki heim til jóla.

 

Eftir ætlan skal Smyril sigla ein túr í morgin, men sum støðan er nú, sær skiparin, Niels Harald Michelsen, ógvuliga svart upp á, at tað eydnast, tí tað er so nógvur vindur.

 

Annars er Ternan eisini givin at sigla, og hon siglur heldur ikki í morgin og Sam fer sín seinasta túr av Klaksvík nú klokkan 16.15. Men hann siglur so ein túr í morgin. Á Strandferðsluni siga tey, at hetta er fyrstu ferð í óminniligar tíðir, at Sam avlýsir fyri veður.

 

Teistin fer seinasta túrin av Gomlurætt klokkan 17.20 og so verður hann lagdur. Tað er eisini ógvuliga óvist, um hann siglur í morgin. Somuleiðis er Skúgvoyarsiglingin løgd lamin.

 

Strandferðslan sigur, at endalig avgerð um sigling í morgin, verður  tikin seinni í kvøld.