Allir pitsapengarnir fóru til Beran

Í sambandi við 20 ára føðingardag hjá Pizza 67 vórðu fleiri enn túsund pitsur seldar fyri 20 krónur.

Í gjár kundi Pizza 67 hátíðarhalda sín 20 ára føðingardag. Í hesum sambandi vórðu pitsur seldar fyri 20 krónur, og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið í gjár. 

 

Longu ein tíma áðrenn dyrnar lótu upp, stóðu fólk og bíðaðu. Fram til klokkan 20, tá deiggið var uppi, var trappan full av svongum pitsagestum, ið tilsamans ótu 1.335 pitsur.

 

Hetta merkir, at fyri hvørji 22 sekund fór ein nýbakað pitsa um diskin, og hetta man vera nýtt føroyskt pitsamet, metir Pizza 67, tí tað var í øllum førum eitt greitt Pizza 67 met. 

 

Tilsamans seldu tey fyri 26.700 krónur í gjár. Peningurin er allur longu brúktur í samband við eitt vælgerandi endamál. Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðari í Pizza 67 handaði peningin til Beran, ið er sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist onkran kæran. 

 

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, fegnaðist, sum vera man um gávuna og ynskti Pizza 67 til lukku við degnum við lyftinum um, at hesir pengar skuldu brúkast til eitt gott endamál.