Aling
Viðareiði: Sjúka kom herfyri í smoltið á smoltstøðini Vestsmolt Inni á Dølum á Viðareiði, og valt varð at taka allan fiskin av fyri á tann hátt at forða fyri, at sjúkan breiddi seg.
Ragnar Joensen, sum hevur ábyrgdina av smoltalingini hjá Vestsalmon, ið eigur Vestsmolt, sigur, at sjúkan BKD var komin í fiskin á Viðareiði. Fyri at steðga útbreiðslu, varð gjørt av at taka allan fiskin, sum hann var. Talan var um einar tvær milliónir fiskar, sigur Ragnar Joensen.
BKD sjúkan er ikki ókend á okkara leiðum. Hon kom til Føroya einaferð fyrst í nítiárunum, greiðir Ragnar Joensen frá. Higartil hevur hon mest gjørt um seg í alibrúkum á sjónum, hóast hon eisini hevur verið at sæð á smoltstøðum uppi á landi.
Tað er komið fyri, at smittað smolt er koyrt á sjógv. Men tað metir Ragnar Joensen vera eina vánaliga loysn, tí sjúkan ger tá bara meira um seg.
At teir nú hava valt at taka allan fiskin á Vestsmolt ger sjálvandi, at hol verður í framleiðsluni. Men tað er kortini ikki veri enn so, at til ber at framleiða seg burtur úr missinum, heldur hann. Vestsalmon hevur aðrar møguleikar at fáa smolt, vísir hann á. Eitt nú eigur felagið stóru smoltstøðina Laksá á Hellunum.
Byggja út
Bygt er út á Viðareiði eins og á Hellunum, greiðir Ragnar Joensen frá. Báðar støðirnar hava fingið nógv størri vatnkapasitet, soleiðis at til ber at hava fiskin nógv longri uppi á landi, enn fyrr var gjørligt.
Vanligt hevur verið at sett fiskin á sjógv, tá hann vigaði umleið 30 til 50 gram. Men nú fer at bera til at hava hann inni á støðunum, til hann vigar 75 til 100 gram ella kanska enn meira.
?Tað ger tíðina, hann gongur á sjónum, styttri og minkar samstundis um vandan fyri sjúkum, greiðir Ragnar Joensen frá. Tað er á sjónum, fiskurin er mest útsetur fyri sjúkum, sigur hann.
Í løtuni stoypa teir gólv á Vestsmolt Inni á Dølum. Men klárt verður at koyra fisk í aftur kørini, tá strokið verður í heyst. Einaferð í november-december strúka tey, og so verður aftur lív í kørunum á Viðareiði, sigur Ragnar Joensen.
Vestsalmon hevur ikki rognaframleiðslu. Tað eru bara Fiskaaling og Fútaklettur, sum hava lívfisk, og haðani fær Vestsalmon øll rognini til sínar smoltstøðir, sigur hann.
Ófarlig fyri fólk
BKD er sjúka, sum ikki rakar fólk, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni. Fiskur, sum er raktur av sjúkuni, kann seljast, um sjúkan ikki er staðfest í sjálvum fiskinum ella vøddunum.
BKD er bakteriusjúka, sum vanliga rakar innvølin á fiski. Hon setir seg sum bruni í livur, milt og nýru. Men hon kann eisini breiða seg til vøddar og út í sjálvan fiskin, greiðir landsdjóralæknin frá. Tó er hon púra vandaleys fyri fólk, sigur hann.
Fiskur, sum bert hevur sjúkuna í innvølunum, kann brúkast, men er sjúkan staðfest í eitt nú vøddunum, gerst einki.
Bjørn Harlou, landssjóralækni, greiðir frá, at smittan kann verða borin við rognum. Sjúkan er vanligast, eftir at fiskurin er komin á sjógv, men kann eisini síggjast á smoltstøðunum av og á, sum dømi nú var um á Viðareiði.