Fiskavirkisvinna
Á vinnusíðunum í dag gera vit nógv burtur úr kanningini, sum Granskingardepilin fyri Økismenning hevur gjørt.
Teir, ið standa aftanfyri kanningina og frágreiðingina, eru Dennis Holm og Bogi Mortensen.
Tað var Dennis Holm, granskari, sum legði niðurstøðurnar fram á fundi í Vinnuhúsinum í síðstu viku, sum Ráfiskakeyparafelagið tók stig til.
Trupul støða
Andreas F. Hansen, virkisleiðari á virkjunum hjá Sandoy Seafood, er eisini formaður í Ráfiskakeyparafelagnum.
Hann heldur tað vera trupult er at siga, hvat ítøkiligt spyrst burtur úr einum fundi sum hesum, men fegnast um, at bæði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í útlendingamálum, vóru við og kundu lýða á, hvussu umboð fyri arbeiðsgevarar og umboð fyri arbeiðstakarar lýsa aktuellu støðuna.
Andreas sigur, at Jacob Vestergaard eisini hevði orðið á fundinum og greiddi frá, hvørjum landsstýrið arbeiðir við til tess at gera skipanina við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum meira liðiliga.
- Hetta er áhugavert hjá okkum at hoyra – og tað er ikki minni átroðkandi at loysa málið, nú okkum vantar góðar reinskerarar hvønn dag. Úrslitið er, at vit fáa minni og minni fisk ígjøgnum maskinurnar, tí reinskerararnir eru avgerandi fyri, hvussu nógv fer í gjøgnum.
Eingin tilgongd
Sum virkisleiðari á tveimum fiskavirkjum, ásannar Andreas F. Hansen, at høvuðstrupuleikin hjá fiskavirkisvinnuni í Føroyum er hin sami, sum vit síggja í eitt nú Íslandi í Noregi.
- Munurin er bara, at støðan, sum vit hava havt í Føroyum seinastu árini, longu kom til sjóndar í hinum báðum londunum fyri eini 10 árum síðan. Tey tóku avleiðingarnar og hava fylt upp við útlendskari arbeiðsmegi, sum hevur verið við til at hildið fiskavirkisvinnuni – og øðrum vinnum – í hesum londum uppi.
Hann vísir á, at eingin tilgongd er av fólki til fiskavirkisvinnuna í Føroyum.
- Tá ið royndu fólkini fella frá, kemur eingin í teirra stað og tekur yvir. Tað merkir, at so hvørt, sum fólk eldast í vinnuni og ikki orka at arbeiða meira, minkar talið av reinskerarum, og tað er okkara stóri trupulleiki, sigur Andreas F. Hansen.
Mugu tora
Í niðurstøðuni í síni framløgu, segði Dennis Holm á fundinum í Vinnuhúsinum, at tað, sum nú er avgerandi, er, at vit tora at arbeiða við loysnum.
- Hetta er neyðugt, so arbeiðast kann miðvíst við teimum avbjóðingum, ið vinnulívið sum heild hevur.
Dennis sipaði serliga til fiskivinnuna á landi og tey lokalsamfeløg, ið eru so nógv tengd at hesi vinnu.
- Allir partar mugu taka lut í hesum miðvísa arbeiði, ið má gerast – bæði vinnan sjálv, fakfeløg og politiski myndugleikin, segði granskarin í niðurstøðuni.