løgreglan tann eina morgunin fyri teimum sum skuldu til Havnar við Smyrli og kannaði allar bilarnar, sum vóru við. Og nú tølini eru gjørd upp, vísa tey, at løgreglan steðgaði umleið 250 bilum í Suðuroy hesar [...] hesar dagarnar. Og tað vísti seg eisini, at í 50 ella 60 førum vórðu bøtur skrivaðar, tí viðurskiftini vóru ikki eftir forskriftunum. Men umframt tað, fingu nakrir bilførarar átalur fyri heilt smá brek [...] hevði enntá eitt av teimum gomlu koyrikortunum úr pappíri, tí hann hevði ikki fingið skift tað um til tað nýggja koyrikortið. Nakrir bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra við píkadekkum, sum ikki vóru
loysti Bjarni nøkur fløg og tók tey fyrstu eplini upp. Tá staðfesti hann, at eplini vóru stór og góð, men at lítið var undir. Seinasta leygardag vórðu eplini í hitaveltuni so tikin upp, og enn einaferð staðfesti [...] sína flagveltu og fór at seta epli niður. Heita vatnið fekk hann úr kelduni, sum funnið varð fram til í Kollafirði fyri eini tíð síðan, og har hitin í rennandi vatninum var umleið 26 stig. Á sínari fa [...] um Bjarni Petersen ikki heldur átti at sett eplini niður í heyst og soleiðis fingið staðfest, um til ber at fáa epli at veksa í hitaveltu um veturin.
síni á aðalfundinum hjá Ítróttarsambandinum. - Um nakar ivaðist áðrenn, ja, so ivast tey ikki longur. Nú vit vórðu avbyrgd og skuldu halda frástøðu, sóu vit greitt, hvønn eyðsýndan týdning tað hevur at [...] hevur verið nakað forfjónaður í mun til elituna, má dragast upp. Breiddin má setast heilt uppá síðuna av elituni. Elin H. Joensen vísti á, at vit mugu gerast betur til at dyrka bæði. Elituna, evnini, málini [...] og vísti á, at fólk, sum eru knýtt at einum felagsskapi, hava tað betur. So um ítrótturin verður tikin frá fólki - ja, so hevur tað sjálvandi kropsligan týdning - men fyrst og fremst hevur tað stóran
hava verið nøkur onnur smærri óhapp, síðan kavi legðist mánadagin, sigur løgreglan. Men tey eru slík, um verða víst til tryggingina, og fólkaskaði hevur ikki verið. Mánakvøldið jagstraði løgreglan í Havn ein [...] einum vinmanni, greiddi hann løgregluni frá. Síðan vórðu pláturnar tiknar av einum øðrum bili og settar á hendan, sum frámeldaður var. Maðurin varð tikin á politistøðina, men var ikki liðugt avhooydur, tá [...] hevði eina bingju á viðfestivogninum, fór út av vegnum, og krani frá Skipasmiðjuni varð tilkallaður til at fáa hann uppaftur. Fyrst mátti bingjan fáast av, áðrenn farast kundi undir at fáa sjálvan bilin
hittust 12 tónlistafólk og skrivaðu í pørum sangir saman hesa vikuna, á Englesholm Højskole har tey ikki vórðu órógvaði av umheiminum. Úrslitið av hesum samstørvum var framført á Nordic Cowriter konsertini [...] Tá Lena Andersen meldaði avboð til Nordic Cowriters verksmiðjuna SPOT-Festivalinum, hevði Maria Guttesen tikið hennara pláss. Í ummælinum av endakonsertini verður Maria ikki nevnd við einum orði Spot [...] Angu Motzfeldt, norsku Marte Wulff og Thom Hell og svenska Josefina Sanner. Ummælarin tyktist ikki tikin á bóli av upplivingini: ?Måske balladerne ligger lige for, når musikalske talenter der aldrig er mødtes
Palestina, róptu tey sambært einum AFP-journalisti. Seinnapartin gjørdi ófriðarløgreglan seg uppí. Tað gjørdu tey stutt eftir rættarúrskurðin um bannið. Álopini eftir fótbóltsdystin hósdagin elvdu til, at fimm [...] fimm vórðu innløgd, men øll eru síðani útskrivað. 20 til 30 fjepparar fingu smávegis skaða. Sambært løgregluni var støðan longu spent áðrenn hósdagin. Ísraelsku fótbóltsfjeppararnir høvdu millum annað brent [...] Van der Linde vildi lutvíst mótmæla "fólkadrápi í Gaza, men eisini tí okkara rættur at mótmæla er tikin frá okkum", sigur hann, sambært hollendsku tíðindastovuni ANP. Dysturin hósdagin var millum ísraelska
sjálvur til býráðið. Men tað er væl náttúrligt, at fólk, sum stillaðu upp til løgtingsvalið, verða at finna á listanum til býráðsvalið, sigur Poul Michelsen. Formaðurin hevur onga viðmerking til, um hin [...] Tórshavnar kommunu. - Tað er ikki nøkur støða tikin, um vit stilla upp kring landið, men limir floksins úti í økjunum arbeiða við málinum, og tað verða tey sjálvi, sum gera av, hvørt stillað verður upp [...] sum vóru á listanum til løgtingsvalið. Eingin Poul Formaðurin í Framsókn sigur, at nú eitt ár er liðið síðani Framsókn varð stovnað, verður ein landsfundur hildin í mai. - Vit vórðu stovnað í apríl í fjør
upp í part í samráðingunum. Karl Johansen sigur, at aftur í ár vórðu stig tikin til at øll feløgini skuldu samráðast í felag. ?Kallað varð til fundar fyrst í mars mánaða at umrøða málið. Bæði eg, og forðmaðurin [...] staðið seg betur við at samráðst í felag. ? Men tað ber ikki til, sigur hann. Hann sigur, at orsøkin til tað er, at feløgini eru ósamd um, hvussu tey skulu vektast, um spurningurin um eitt nú verkfall, stingur [...] Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Mánamorgunin fara Havnar Arbeiðsmannafelag og tey bæði feløgini í Klaksvík undir samráðingarnar við arbeiðsgevarafelagið um nýggjan sáttmála. Sostatt
Streymnesi. Les eisini: Havnarfólk kanska til Streymnesar á røktarheim Men ein møguleiki, sum eisini verður kannaður, er at innflyta liðug hús, sum minna um tey, sum vórðu sett upp í Hoydølum fyri nøkrum árum [...] pláss til dagtilhald og endurvenjing. Bergun Kass sigur, at verður øll umlættingin tikin av verandi røktarheimum, verða eini níggju, tíggju føst røktarpláss tøk afturat á heimunum sum eru, so at tey verða [...] fyri næsta ár ætlar býráðið at seta fýra milliónir av til raksturin av einum slíkum bráðfeingishúsi í seinasta ársfjórðingi næsta ár. Annars vænta tey, at húsið kostar eini 25-30 milliónir at útvega.
fáa arbeiðið liðugt til tíðina, og til tess at standa fyri hesum vórðu boð send til Havnar eftir Heina Lassen. Hansara royndir við slíkum arbeiðum eru komin øðrum svimjihallum til góðar. Nú skuldi hann [...] Og tí vórðu boð send til Føroyar. - Vit kendu bert ein einstakan mann, sum kundi loysa eina slíka uppgávu til tíðina. Tað var Heini, sigur ein fegin Birger Nørholm Jacobsen. Hann er sølustjóri í Jysk [...] er at íðka svimjing. Hetta dáma bæði børnum og vaksnum væl, serliga um umstøður eisini eru til annað enn til bert svimjing. Tað var júst hetta sum lá sum orsøk fyri avgerðini at byggja nýggja svimjihøll